Spæla fótbólt allan seinnapartin leygardagin

Fótbóltur í fremstu røð verður í fýra tímar leygardagin

Leygardagin fer fótbóltskappingin í bestu deildini í heystfrí. Fýra dystir vera leygardagin. Tann fimti – millum NSÍ og KÍ – varð spældur leygarkvøldið 22. mai. Hinir fýra dystirnir í 12. umfari vóru á skrá sunnudagin 23. mai, men tá argaði koronan so mikið illa, at fótbóltsdystirnir vórðu útsettir, og nú leygardagin eru teir aftur á skrá.

 

Tað verður fótbóltur í fremstu røð frá klokkan 15, og síðsta bríkslið verður í Sarpugerði, tá ið klokkan av álvara fer at nærkast sjey leygarkvøldið.

 

NSÍ og KÍ eru longu farin í heystfrí frá landskappingini, og hini átta liðini fara leygarkvøldið í heystfrí frá landskappingini.

 

Næstu vikuna og fram til týsdagin í aðru viku verður landsliðsfótbóltur á skránni.

 

A-landsliðið fer fríggjakvøldið at spæla á heimavølli ímóti Eysturríki og annað mánakvøld á heimavølli ímóti Skotlandi.

 

 U-21 landsliðið fer eftir døgurða hósdagin at spæla á heimavølli ímóti Norður Makedonia og annan mánadag á útivølli ímóti Ukraina.

 

Í heystfrítíðini verður farið undir endaspurtin í landskappingini. Tá vera tríggir dystir leygardagin 16. oktober og tveir dystir sunnudagin 17. oktober.

 

 

 

Leygardagin 2. oktober

 

Víkingur – EB/Streymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

 

B68 – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 15.00

 

B36 – HB: Dagfinn Forná kl. 16.00

 

TB – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 16.00

 

Leygardag 22. mai

 

NSÍ – KÍ 0-3 (0-2)

 

0-1: Claes Philip Kronberg 20.

 

0-2: Bob Sumareh 34.

 

0-3: Bob Sumareh 66.

 

 

 

23212092765
Víkingur231652522153
HB221444691946
B36231193462442
NSÍ241158453638
07 Vestur236413296522
EB/Streymur225413204519
B68235414255819
ÍF233416216013
TB22031913773

 

 

 

Leygardagin 16. oktober

 

KÍ – B36

 

EB/Streymur – TB

 

HB – B68

 

Sunnudagin 17. oktober

 

Víkingur – ÍF

 

NSÍ – 07 Vestur