Fótbóltur: Tað ovasta av teimum seks liðunum, sum spældu leygardagin, FC Hoyvík, var vitjaði Royn. Har eydnaðist hoyvíkingum á grasvøllinum í Hvalba at vinna 2-1, eftir at tað hevði verið 1-1 í hálvleikinum.
Jørgen Meitilberg legði gestirnar á odda longu í fimta minutti við brotssparki, áðrenn Poul Poulsen við einum góðum langskoti javnaði til 1-1. Bara fimm minuttir inn í seinna hálvleik skoraði Jørgen Meitilberg aftur, hesa ferð til 2-1, og tann leiðslan helt dystin út – hóast FC Hoyvík fekk ein mann útvístan og síðstu 20 minuttir var í minniluta á vøllinum.
MB og Skála, sum bæði fluttu niður úr 1. deild eftir landskappingina í fjør, møttust í Miðvági, har MB hevði eitt mestsum spildurnýtt lið, meðan Skála hevði tað nógva av fólkinum, sum eisini spældi við í fjør.
Skálamenn gjørdust teir drúgvari, tí teir vunnu 2-0 við tveimum málum, sum bæði komu í fyrra hálvleiki. Fyrst skoraði Jóhan Funn til 1-0 og síðani Jørmund Joensen til 2-0 í einum dysti. Skála var klárt betra liðið, men megnaði tó ikki at fáa fleiri enn hesi bæði málini.
Undrið fingið ð
Triði dysturin var minst møguliga havnaruppgerðin, tí tann dysturin var millum FF Giza og Undrið, sum spældu á Argjum. Undrið hevur skift samleikan út og fingið eitt »ð« skoytt upp í navnið, sum í eygunum á fleiri hevur sæð út sum ein stavivilla, men tó ikki hevur verið tað, tí Undri var uppkallað eftir sínum íslendska høvuðsstuðli.
Undrið var eisini liðið, ið fór við sigrinum leygardagin, tí tað eydnaðist at vinna 2-1 á FF Giza, og øll málini komu í fyrra hálvleiki. Fróði Vang legði FF Giza á odda við beinleiðis frísparki, men góðar fimm minuttir seinni gjørdi eitt sjálvmál, at tað bleiv 1-1. Sigursmálið hjá Undrinum skoraði Christian Vilhelm við beinleiðis frísparki.
Tey trý vinnandi liðini eru sostatt komin víðari til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður spæld leygardagin, tá dystirnir eru hesir: HB-B36, Undrið-ÍF, AB-KÍ, B71-Víkingur, EB/Streymur-NSÍ, B68-07 Vestur, FC Hoyvík-TB og FC Suðuroy-Skála.