Jóhan Jógvansson
realist
Svar til lesarabræv hjá Meinhard Jensen í Dimmu týskvøld 17/05-05
Tað fyrikemur mær sum Føroyar er væl á veg at verða heilavaskaðar av religiónsfanatikarum, ella fundamentalistum, sum standa og rópa halleluja Várharra og Jesus á hvørjum gøtuhorni. Tað er nærum ómøguligt at nýta nakran miðil uttan at verða heilavaskaður av hesum religiónsgreðingum. Tann frægasti av øllum er Svf, sum bara sendir fleiri andaktir, gudstænastur og møtir hvønn tann einasta sunnu- og halgidag.
Eg vil minna Meinhard Jensen á, at vit realistar, ella í tykkara eygum er tað kanska heidningar, eisini gjalda sjónvarpsgjald. Og tá tykkara halgidagar forða okkum at t. d. fara til arbeiðis, so mátti tað verið tað minsta at Svf gevur okkum okkurt við hald í veruleikanum at hyggja eftir, heldur enn at síggja onkran totalt heilavaskaðan samkomuleiðara standa á einum talarastóli og fáa eina almenna religións orgasmu.
Tað fyrikemur mær eisini løgi at tit standa og prædika um tolsemi, men hvørja ferð onkur hevur vaskað ein bil ein sunnudag, hildið eina talu har onkur samkyndur er til staðar ella sent eina púra óskilduga og eftir mínum tykki sera áhugaverda sjónvarpssendings so verður tað til tað reina samfelagskaos bara tí at tað ikki passar við tykkara fantasiverð við Gud og Budha og øðrum tvætli.
Eg loyvi mær at ivast í, um Meinhard Jensen hevði sett spurnartekin við trúvirði á keldunum í sjónvarpssendingini, um talan var um onkran annan fundamentalist, sum pástóð, at Jesus hevði grøtt túsund fólk í Afrika ella okkurt líknandi.
Eg vil eisini heita á øll fólk í Føroyum, sum framvegis hava beinini á jørðini, um at royna at stríðast ímóti hesum sjúkligu »kristnu«, sum bara ikki duga at halda teirra trúgv fyri seg sjálvi.
Til endans vil eg siga, at tað er veruliga býtt at fara at finnast at Svf fyri at teir senda eina sending við manglandi trúvirði. Tað er ikki Svf, sum hevur gjørt sendingina, og hon hevur minst líka høgt trúvirði sum Bíblian, ein elligomul bók, sum bestemt ikki er interesant longur. Lesið heldur Finnboga Ísakson o. l. og forrestin, Gud er ikki til.










