KONSERT
Tíðindaskriv
Tenorsangarin Peter Hentze Niclasen og guitarleikarin Ólavur Jakobsen eru í hesi vikuni á konsertferð kring Føroyar. Konsert var í Ribarhúsi í Fuglafirði hóskvøldið. Leygardagin hava teir konsert í Húsavíkar kirkju, sunnukvøldið eru teir at hoyra í katólsku kirkjuni í Tórshavn, Mariukirkjuni.
Guitar og sangur er ein samanseting, ið ikki er so ofta at hoyra í føroyska klassiska tónleika-umhvørvinum. Enn meira forkunnugt er, at teir eisini fara at framføra okkurt nýgjørt fyri guitar og sang. Talan er um sanglag skrivað av Bjarna Restorff. Bjarni hevur sett lag til yrking eftir Carl Jóhan Jensen.
Ólavur Jakobsen hevur skipað føroysk løg av nýggjum til guitar og sang. Her er serliga talan um sangir eftir Regin Dahl, eins og Hans Jacob Højgaard eisini er umboðaður.
Teir fara víða um í konsertini – bæði landafrøðiliga og í tíð. Har verða verk eftir enska renæssencutónaskaldið John Dowland (1563-1626), sum upprunaliga skrivaði sín tónleik til lut.
Somuleiðis verða sungnir fólka-sangir, sum enska tónaskaldið Benjamin Britten (1913-1976) hevur lag til rættis. Okkurt kent frá italskum bel-canto operum verður at hoyra, umframt at Ólavur fer at framføra solotónar eftir Johann Sebastian Bach á guitara.
Peter Hentze Niclasen er tenorsangari og syngur við í m. ø. Tórshavnar Manskóri og Tarira. Hann var næmingur á Íslendska sangskúlanum – Føroya deild, ið virkaði í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og hevur hann leitað sær lærdóm hjá m. ø. Garðar Cortes og Óløf K. Harðardóttir. Eisini hevur hann í styttri tíðarskeið fingið sangundirvísing í Keypmannahavn og Aberdeen. Umframt solistuppgávur í kórum, hevur hann eisini sungið við á fleiri fløguútgávum.
Ólavur Jakobsen er av Kamarinum. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla gittara. Hann var so at siga sjálvlærdur innan klassiskt guitarspæl, tá ið hann kom gjøgnum nálareygað á tónlistarskúlanum í Keypmannahavn. Hann tók diplompr. Lærari hansara var Ingolf Olsen, sum er hálvur føroyingur, mamman var úr Leynum. Ólavur var á ársskeiði í 1993/94 í Frankaríki. Hann var næmingur hjá Roland Dyens, núverandi professara á Conservatoire Superieur í Paris.
Konsertirnar verða:
Leygarkvøldið 12. apríl kl. 19.00 í Húsavíkar kirkju
Sunnukvøldið 13. apríl kl. 19.30 í Mariu kirkjuni í Tórshavn
Ókeypis atgongd er til konsertirnar.