Roknskapurin sigur, at tað er møguleiki fyri, at spurningurin um uppflyting úr næstbestu deildini og harvið eisini spurningurin um niðurflyting úr næstbestu deildini verður svaraður seinnapartin ídag.
Tað er langt síðani greitt, at AB flytur upp. Argjamenn spæla í dag fyri síðstu ferð á heimavølli í næstbestu deildini. Teir eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggju avbjóðingina í fremstu røð, og tað er alment kent, at Sorin Anghel verður venjari. AB avloysir ÍF, sum flytur niður.
B68 hevur framvegis møguleika at flyta upp, og harvið er møguleiki fyri, at 07 Vestur fer at flyta niður.
B68 er trý stig og verri málmun frá KÍ, sum er á triðja plássi. Um B68 skal hava møguleika at flyta upp, so er treytin, at toftamenn vinna triðja plássið.
Næstsíðsta umfar er í dag. B68 er á veg suður á Argir. Um møguleikin fyri uppflyting skal vera í viðførinum á veg innaftur, so er neyðugt hjåa B68 í hvussu so er at vinna eitt stig ídag.
Næstbesta KÍ liðið er á veg í høvuðsstaðin at spæla ímóti Giza Hoyvík. Um klaksvíkingar vinna eitt stig í Hoyvík, so skal B68 vinna fulla úrtøku á Argjum, um møguleikin at flyta upp skal verða varðveittur inntil síðsta umfar, sum verður um eina viku.
KÍ kappast við Víking um næstfremsta plássið. Gongdin hjá unga Víkinga liðnum hevur nógvu tey seinastu umførini verið framúr. Liðið hevur vunnið fulla úrtøku fimm tær seinastu ferðirnar, og tríggir teir seinastu dystirnir eru allir endaðir við 2-0 sigrum.
Í dag eru víkingarnir gestir hjá Suðringum, sum fyri tveimum vikum síðani vunnu 2-1 í Klaksvík og harvið tryggjaðu sær plássið í deildini.
Tað er greitt, at ÍF og B36 flyta niður. Hesi bæði liðini hittast seinnapartin í Fuglafirði.
Í Runavík hittast NSÍ og HB, sum eru nummar fimm og seks.
26. umfar
ÍF-B36: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
NSÍ-HB: Áron S. Vest kl. 15.00
Giza Hoyvík-KÍ: Janus Fossdalsá kl. 16.00
AB-B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00
Suðringar-Víkingur: Lars Müller kl. 16.00
Støðan undan 26. umfari
AB 61
Víkingur 47
KÍ 46
B68 43
HB 36
NSÍ 33
Giza Hoyvík 32
Suðringar 31
B36 24
ÍF 0