var meira spennandi enn hjá monnunum. Har høvdu gentuurnar á Frúnni og kvinnurnar á Jarnbardi fult stigatal, men Frúgvin var frammanfyri, tí hon hevði størri mun niður til næsta bát. Um tveir bátar liggja [...] ð undan ólavsøkuni, men tey spardu ikki uppá krútið, tí at tað er altíð nakað serligt at vinna seinasta róðurin á ólavsøku. Kappingin um at sleppa til Silly oyggjarnar var heldur ikki avgjørd undan ólavsøkuni [...] tí var umráðandi at vinna seinasta róðurin. Í 6-mannaførum hjá monnum og 10-mannaførum var enn spenningur um, hvør skuldi gerast føroyameistari. Strálan og Hvesingur høvdu 28 stig hvør undan róðrinum hjá
til borgararnar, ið var eitt spælipláss, sjónleikur við børnum, fyrilestrur um vinnumøguleikar, tónleikacafé, spurnarkapping um Vágs søgu, alment morgunmatarborð við alskyns undirhaldi, so sum Bakkens Pjerrot [...] vóru ókeypis, eydnaðust sera væl, tykjast flest øll samd um, og øll tiltøk vórðu væl vitjað. At fólk úr øllum Føroyum vitjaðu og tóku lut, eydnaðist eisini væl. Eitt nú vitjaðu stór føroysk tónleikanøvn á [...] Kommunu fór at fara fram eina heila viku, og alskyns tiltøk vóru á skránni. So nógv tiltøk vóru, at tað er rúgvusmikið at greiða frá. Fleiri tiltøk vóru hvønn dagin og nóg mikið var at fara til. Sigast kann
Eydnan á okkara síðu Rúni Weihe er ivaleysur um, at meistaraheitið hjá Fram er fult uppiborið. Tað er tað, heldur hann, og orsøkin til tað er, at liðið hevur eitt stig meira enn hini. - Í mínari verð hava øll [...] tapararnir, sigur Rúni Weihe, nú veruleikin um, at tað kortini eydnaðist at gerast meistarar, er botnfallin. Fyrr í ár tosaði Rúni um spælið hjá liðnum og um, at teir høvdu ilt við at stuðla hvørjum øðrum [...] tóku teir annað skinn um bak, og so fóru teir aftur at vinna. Tí spyrja vit hann, um fundurin er orsøkin til, at gongdin vendir, men tað heldur hann ikki. - Ikki bara, í hvussu er. Vit spældu sera væl í
kann ein bara siga, at hóast spælið ikki er so kent um okkara leiðir, so er tað skjótt at fella fyri tí. Serliga um einum dámar fótbólt, og tá tað er talan um eina HM finalu. Hooligans á vøllinum Fyri [...] Men endamálið er tó tað sama. Bólturin skal í mál. Men stigini fyri hvørt málið eru nógv fleiri í tali. Um ein leikari megnar at tveita seg um mállinjuna við bóltinum í fanginum, gevur hetta fimm stig. So [...] minnir um amerikanskan fótbólt. Tað skal her verða ósagt, men sjónligasti munurin er í øllum førum, at leikararnir hava so gott sum ongar skinnarar. Tað er løgið, at teir ikki fáa størri skaða. Tí um hugsað
Uros Stojanov í heilt stuttum tjóðri, og tað eydnaðist ikki hjá gestunum at vinna mál. Einaferð í seinna hálvleiki var Uros í góðari støðu, uttan at tað eydnaðist honum at skora. Annars var tað nýggja miðverjan [...] Vestur. Hvat sigur tú til, at tit nú eru á Europaplássi? -Vit fegnast um henda sigurin. Hvussu stigatalvan sær út, hugsa vit ikki um. Í morgin fara vit at eftirmeta henda dystin, og so fara vit at venda [...] málið varð skorað longu, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Málskjútti var Jóhann Hansson Joensen. Hetta var onnur ferðin í ár, at Jóhann var millum málskjúttarnar. Skála misti á veg í álop, og so var tað
ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli, kemur hann helst ongantíð í sigling. Niels Petersen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er enn meiri avgjørdur nú, enn hann nakrantíð hevur verið um, hvørjar [...] hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um Løgtingið leggur uppí málið um Brimil. Hann ger púra greitt, at Maskinmeistarafelagið fer ikki at lata sær lynda, at Løgtingið leggur uppí málið. Hann sigur, at felagið [...] ymisk tiltøk, sum tað kann seta í verk. Men beint nú vil hann ikki avdúka, hvat hann hugsar um. ?Tað kemur alt fram um brúk verður fyri tí. Men leggur tingið seg uppí ósemjuna, rokni eg við at avleiðingin verður
Sogndal. Bryne er næstfremst við 33 stigum, og um Sogndal, ið fyribils er púra leyst av niðurflytingarstríðnum, megnar at vinna øll stigini, so eru teir heilt væl við í kappingini, sum er sera tøtt. Kongsvinger [...] Kongsvinger er framvegis niðast í bestu deildini, men sunnudagin kendu teir onkra sólstráluna røkka seg, tí tað eydnaðist at vinna 1-0 móti Odd. Tað er kortini langt á málið hjá Kongsvinger, sum er at varðveita [...] vera fyri at vera álitið í málskjótingini. Til ta uppgávuna hava teir keypt ein annan føroying. Tað er Kurt Mørkøre, sum kom til Noregs mikudagin og sunnudagin hugdi at, tá Julian Johnsson og liðfelagarnir
eina aðra ferðina púra blankur, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin inn um Kartin Joensen, sigur Jákup á Borg, sum sjálvandi er ovurfegin um, at tað hetta vikuskiftið lagaði seg soleiðis, at B36 kom við [...] hesa ferð var talan um landsliðsspælara, sum fekk mál burturúr ongum. Eftir B36 horna stútaði Ovi Nysted út frá, Eyðun Klakstein royndi at leingja, men Jákup á Borg fekk bóltin, snaraði um seg sjálvan og smekkaði [...] John Petersen, sum mannaði álopið saman við Heðini á Lakjuni, setti hol á, tá ið fyrra umfarið var um at vera hálvrunnið. Tróndur Vatnhamar sparkaði langt út, Heðin á Lakjuni spældi Jákup á Borg, ið hevði
Soleiðis var og er Finnbogi. Finnbogi er sera hittinorðaður, skemtingarsamur og hevur eitt sjáldsama gott minni. Í kappingini borð um borð í sjónvarpinum vísti hann, hvussu gott minnið er. At hann er skemtingarsamur [...] heilt aðra fatan um málið/ málini, enn hann sjálvur hevði. Eisini tað skapti virðing fyri honum. Somuleiðis kundi Finnbogi gera atfinningar til sínar partamenn, um hann hevði aðra uppfatan enn teir. Hann var [...] ætlanina um nýtt tinghús nógv ár fram. Fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari Finnbogi er ikki bert kendur sum politikkari, men eisini sum fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari. Maðurin, sum er útbúgvin
var tað ov kostnaðarmikið at sleppa inn, ella er hetta ikki rætta tíðin at hava slíka kapping. Kappingin var eisini nógv seinkað, og hon var ikki liðug fyrr enn ein tíma ov seint eftir skránni. Í fjør var [...] fullførdi forðarenningina, og tí var Hanna Dalsgarð sjálvsagdur vinnari. Kappingin er soleiðis skrúvað saman, at tað snýr seg um at síggja gott út og samstundis at vera væl fyri kropsliga. Miss Galaxy varð skipað [...] høvdu roynt hetta oftari, og tí vóru tær heldur tryggari í síni framførslu á pallinum. Tó stóðu tær føroysku genturnar ikki langt aftanfyri hinar eftir mínum tykki. Síðani skuldu tær vísa enn meira av kroppinum