Rugby á veg til norðaru hálvkúluna

Tá ný sælendarar tosa um fótbólt, tosa teir ikki um fótbóltin, sum vit kenna hann. Teir tosa um teirra tjóðarítrótt, rugby. Hendan ítróttargreinin, sum inntil fyri 16 árum síðani, onga HM kapping hevði, kann nú av sonnum sigast at vera á veg til norðaru hálvkúluna við, at Ongland seinasta leygardag gjørdist heimsmeistari

Rugby

Auckland, Ný Sæland:
Rugby hevur verið tað heilt stóra samtaluevnið í landinum seinastu tíðina. HM kappingin er júst av, og Ongland gjørdist heimsmeistari. Við hesum HM sigri skrivaðu onglendingar seg inn í rugbysøguna, sum fyrsta landið á norðaru hálvkúlu at gerast heimsmeistarar í rugby. Men her skal tó leggjast afturat, at søgan hjá HM kappingini í rugby ikki er eldri enn 16 ár.
Nógv hevur verið gjørt burtur úr, at tað nú eydnaðist einari tjóð á norðaru hálvkúlu at vinna heimsmeistaraskapið í rugby. Á heimasíðuni fyri HM kappingini stendur í eini grein, at hesin sigurin hevur avbera stóran týdning fyri rugby á allari norðaru hálvkúlu.
Ein sigur, sum helst var til stóra frøi fyri flest allar ný sælendingar, tí mótstøðuliðið var ongin minni enn arvafíggindin úr Avstralia, sum slóð Ný Sæland út í hálvfinaluni. Ný Sæland vann bronsuna í dystinum um triðja og fjórða plássið móti Frankaríki.
Ný sælendarar vóru sera vónbrotnir, at teir ikki megnaðu at koma í finaluna, og serstakliga tí at mótstøðuliðið var Avstralia.
Ný Sæland var sera frammarlaga í rugby fyri 10 árum síðani, men miðskeiðis í níti-árunum fór ein stór útskifting fram á liðnum, og tað er ongantíð komið aftur á toppin. Og nú noyðast liðið og tjóðin í øllum førum at bíða fýra ár afturat, áðrenn møguleikin fyri at gerast heimsmeistarar aftur verður tilstaðar.

Spælið
Rugby er heilt øðrvísi enn fótbóltur. Tað er ongin ivi um tað. Leikararnir renna við bóltinum í føvninginum, men teir kunnu eisini sparka hann. Tað fær ein av sonnum at undrast yvir, at ítróttargreinin her millum fólk, verður kallað fótbóltur. Hon átti kanska heldur at verðið kallað hondbóltur. Men endamálið er tó tað sama. Bólturin skal í mál.
Men stigini fyri hvørt málið eru nógv fleiri í tali.
Um ein leikari megnar at tveita seg um mállinjuna við bóltinum í fanginum, gevur hetta fimm stig. So fær skjúttin hjá liðinum, sum allatíðina er tann sami, møguleikan til at sparka bóltin gjøgnum tær himmalhøgu málstengurnar, og eydnast tað honum, so fær liðið tvey stig afturat.
So ber eisini til bara at sparka bóltin í mál, antin við deyðbóltsstøðu ella við einum drop kick. Eitt drop kick er, tá vælplaseraður leikari loftar bóltinum, sleppur honum og sparkar hann millum málstengurnar. Hetta málið, sum á rugby málið eitur drop-goal, gevur trý stig.

?Scrum? og blomkálsoyru
Rugby er ein sera ógvuslig ítróttargrein. Mong halda, at hon minnir um amerikanskan fótbólt. Tað skal her verða ósagt, men sjónligasti munurin er í øllum førum, at leikararnir hava so gott sum ongar skinnarar.
Tað er løgið, at teir ikki fáa størri skaða. Tí um hugsað verður um, hvussu ?lætt? fótbóltsleikarar, sum vit kenna teir, verða skaddir, og so hvussu rugbyleikarar verða taklaðir, syftir um koll og traðkaðir uppá, so er tað ófatuligt, at teir ikki hava fleiri skinnarar. Og at teir ikki fáa stóran skaða í dystum.
Eitt, sum gongur aftur allatíðina í spælinum, er ?scrum?. Tað er, tá ið bólturin ikki kemur út aftur í spælið eftir, at leikararnir hava tveitt seg á tann, sum hevur bóltin í fanginum. Ella tá ein leikari av óvart tveitir ella missir bóltin frameftir.
Høvuðsreglan í rugby er nevniliga hon, at bólturin einans má tveitast aftur eftir vøllinum, meðan leikararnir flyta seg fram móti mállinjuni.
Tá eitt ?scrum? er, standa 11 leikarar saman yvir av hvørjum øðrum. Teir halda um hvønnannan og trýsta so móti mótstøðuliðinum. Tað ræður um at verða standandi til bólturin er farin aftur í spælið. Hetta fer serstakliga illa við oyrunum hjá leikarunum, tí høvdini hjá leikarunum gníggjast móti hvørjum øðrum. Tað er næstan ikki ein rugby spælari, sum ikki hevur hesi ?ljótu? og skøddu oyrini, sum síggja ógvuliga arrut út. Líkjast einamest blomkálið, og av tí sama verða hesi kallað ?cauliflower-ears?.
Men okkurt man tað vera, síðani tað eru so nógvir, sum vilja spæla. Flest øll vilja vera við, at tað eru pengarnir. Og sum uttanfyri standandi kann ein bara siga, at hóast spælið ikki er so kent um okkara leiðir, so er tað skjótt at fella fyri tí. Serliga um einum dámar fótbólt, og tá tað er talan um eina HM finalu.

Hooligans á vøllinum
Fyri ein, sum ikki kennir spælið, kann tað síggja út, sum leikararnir bara berjast og tann, ið hepnast er, fær bóltin. Soleiðis er tað sjálvandi ikki.
Onglendingarnir bardust sum úlvar á skóg í oysandi regninum leygarkvøldið, og tað er ikki ov nógv sagt, at tað kundi sæð út, sum at hooligans vóru inni á vøllinum heldur enn uttanfyri. Sigast skal tó beinanvegin, at leygarkvøldið í Sydney vóru ensku viðhaldsfólkini sera friðarlig. Frá sær sjálvum av gleði sjálvandi, men ongin ófriður av teimum.
Finalan í Sydney seinasta leygardag, hevði alt tað, sum ein finala má hava fyri at verða góð.
Enska liðið leyp avstað og legði seg framum. Síðani komu hinir afturíaftur. Og tá so teir 80 minuttirnir vóru av, stóð á jøvnum 14-14. Síðani varð farið til yvirtíð, har spælt varð 10 minuttir hvønn vegin. Tá fekk Ongland fyrst mál við einum brotssparki, sum gevur trý stig. Í seinnu 10 minuttunum hendi tað sama hjá Avstralia, og so stóð aftur á jøvnum.
Stemningurin rundan um vøllin var einastandandi, og hóast ein hugdi at dystinum í sjónvarpinum, so merktist spenningurin inn í stovuna.
Tá 10 sekund vóru eftir, fekk Ongland tey trý sigurstigini, sum gjørdu teir til heimsmeistarar. Tað var Johhny Wilkinson hjá Onglandi sum við einum drop kick plaseraði bóltin millum stengurnar, og so var heimsmeistaraskapið í hús. Og sum tað ljóðar her, so fer hetta helst at hava við sær, at áhugin fyri rugby á norðaru hálvkúlu framyvir fer at økjast munandi.