Hótta við at leggja Brimil í allar ævir

Maskinmeistarafelagið er nú enn meiri avgjørt um, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um Løgtingið leggur upp í ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli

 

Lønarósemja


?Leggur Løgtingið upp í ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli, kemur hann helst ongantíð í sigling.

Niels Petersen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er enn meiri avgjørdur nú, enn hann nakrantíð hevur verið um, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um Løgtingið leggur uppí málið um Brimil.

Hann ger púra greitt, at Maskinmeistarafelagið fer ikki at lata sær lynda, at Løgtingið leggur uppí málið.

Hann sigur, at felagið hevur ymisk tiltøk, sum tað kann seta í verk.

Men beint nú vil hann ikki avdúka, hvat hann hugsar um.

?Tað kemur alt fram um brúk verður fyri tí. Men leggur tingið seg uppí ósemjuna, rokni eg við at avleiðingin verður, at Brimil verður lagdur við alla.

Áður hevur Maskinmeistarafelagið boðað frá, at leggur tingið uppí, er tað ein møguleiki at fáa allar maskinmenn í starvi hjá almennum og hálvalmennum stovnum, at siga upp.

Niels Petersen ivast kortini framvegis í, um tingið yvirhøvur leggur uppí, tá ið tað kemur til skarpskeringar.

? Enn eru tað tinglimir, eisini í samgonguni, sum hava so frægt av dirvi, at teir fara at nokta fyri at leggja seg út í málið.

Málið um Brimil var annars fyri á samgongufundi fríggjadagin og tá fingu partarnir freist til á midnátt í gjárkvøldið at finna eina semju.

Eydnaðist tað ikki, varð samgongan samd um at taka uppskotið til viðgerðar, sum Karsten Hansen hevur lagt fyri tingið.

Men tað ræðir ikki formannin í Maskinmeistarafelagnum.

? Karsten Hansen hevði eisini undirtøku í samgonguni, tá ið hann legði uppskotið fram. Men so drógu tinglimir í samgonguni í land og tí kom tað ongantíð til viðgerðar. Og tað kann væl vera, at teir fara at vísa dirvi einaferð afturat, og vísa málið frá sær, sigur hann.


Langt frá hvørjum øðrum

Á miðdegi í gjár hevði Niels Petersen ongar vónir um at tað fór at eydnast at finna eina semju áðrenn evstamarkið hjá samgonguni gekk út á miðdegi í gjárkvøldið.

Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálastýrið høvdu fund um vikuskiftið. Men eftir hansara tykki kom onki burturúr tí fundinum.

Annars kundi tað skiljast á fíggjarmálaráðharranum í Degi og Viku fríggjakvøldið, at tað var rættiliga stutt ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálastýrið.

Men tað avsannar Niels Petersen.

? Tað er framvegis heilt langt ímillum okkum og á fundinum hendi onki.

Hann sigur, at Maskinmeistarafelagið hevur longu slakað rættiliga nógv, men kortini er tilboðið frá Fíggjarmálastýrinum so langt undir tí, sum felagið kann góðtaka, at tað er ongin møguleiki at koma til semju.

Hann sigur, at Maskinmeistarafelagið hevur kravt, at maskinstjórin skal fáa 27.000 krónur um mánaðin í vanligari løn, men Fíggjarmálastýrið vil bara bjóða 24.000 krónur um mánaðin.

?Sostatt fóru vit til húsar aftur, uttan at koma eitt fet nærri eini semju. Og eg haldi, at tað sær ógvulig svart út, sigur Niels Petersen.

Á miðdegi í gjár var ongin nýggjur fundur avtalaður.