Nakað undan seinasta løgtingsvali, tók Finnbogi ta støðu ikki at stilla uppaftur til valið ár 2002. Henda avgerð hansara  var kanska ikki so løgin, tá hugsað verður um, at  hann hevur verið uppi í politikki í meira enn  30 ár. 
Ungur og virkin tingmaður
Til løgtingsvalið í 1966 stillaðu norðoyingar millum onnur góð valevnir Finnboga  upp á tjóðveldislistan, og varð hann valdur bert 23 ára gamal. 
Kaga  vit í tingtíðini frá  1966 og árini frameftir, so ansa vit skjótt eftir, at hesin ungi maður hevði nógv upp á hjarta. Uppskotini vóru nógv, ið hann  legði á tingborð, og felags fyri tey øll var, at tey vóru væl orðað og væl undirbygd.Hann hevði ein góðan penn og harumframt hevði hann framúr góðar gávur at bera fram síni sjónarmið m.a. av tingsins røðarapalli og í nevndararbeiði, og  í fleiri førum eydnaðist tað honum at seta síni fingramerki á tey mál, ið vórðu viðgjørd í teimum nevndum, hann hevði sæti í.
Finnbogi var  politikkar-in, sum vildi síggja úrslit, hann tráaði eftir, at flokkur hansara  kom aftur  í  samgongu og fekk størri ávirkan,  heldur enn  at sita í andstøðu. Í 1966 til og við 1970 var Finnbogi andstøðutingmaður.
Í 1970 kom undirritaði á ting og  fekk  m.a. eitt sera gott samstarv við Finnboga Isaksen, sum hann tá æt. Hann var gløggur og skilagóður, var góður í ráðum. Legði altíð dent á, at  teir nýggju tingmenninir skuldu sjálvir taka støðu til tey einstøku málini, og  ar-beiða eftir sínari sannføring og samvitsku.  
Heimastýrisflokkarnir myndaðu eisini samgongu frá 1970 til 1974, so Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin  sótu í andstøðu hetta tíðarskeiðið eisini.
Nýggj landsstýrissamgonga
Í 1974 hendi stórbroyting á tí politiska vígvøllinum í Føroyum.Tað eydnaðist tað árið at fáa gjørt eina nýggja stóra samgongu, ið varð sett saman av Tjóðveldisflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. Ein tann ídnasti at fáa nevndu samgongu til veruleika var Finnbogi. Sjálvur gjørdist hann, saman við Peturi Reinert av Eiði, landsstýrismaður fyri Tjóðveldisflokkin. Talan var um eina sterka samgongu, ið fekk nógv á skafti og har samstarvið flokkanna millum var gott.
Virdur tingmaður
Finnbogi var  virdur av tingmonnum, ikki bert av sínum floksfeløgum, men eisini av teimum, ið hann var í samgongu við, og teimum, ið vóru í andstøðu. Hann var tingmaðurin, ið allir tingmen lýddu á, tá hann tók orðið. Hann hevði orðið í síni makt, var so greiður í orð og talu, at øll, ið lýddu á, skiltu hann. Hann dugdi somuleiðis væl at lurta eftir tí, ið aðrir tingmenn bóru fram, eisini eftir teimum, ið  høvdu eina heilt aðra fatan um málið/ málini, enn hann sjálvur hevði. Eisini tað skapti virðing fyri honum. Somuleiðis  kundi Finnbogi   gera atfinningar  til sínar partamenn, um hann hevði aðra uppfatan enn teir. Hann var djarvur og átti viljan og evnini, ið krevjast av einum góðum politikkara.
Finnbogi var politikkarin, ið hugsaði fleiri ár fram, eins og talvleikari, ið hugsar nógvar leikir fram. Løtuvinningar, visti hann, kundu koma aftur um brekkur seinni.
Tordi tá á stóð
Ì kreppuraktu tíðini í 90 ? árunum, átók Finnbogi sær at umsita fíggjarmál í landsstýrinum. Ein uppgáva, ið mong í hansara egna flokki hildu vera óðamannaverk, ið fór at kosta flokkinum nógv. Hann fór undir hesa ótýdligu uppgávuna og visti, at tøk máttu takast til tess at skapa vend í ta fíggjarligu og búskaparligu gongdina í Føroyum. Hann og Tjóðveldisflokkurin hoyrdu nógv fyri hetta, men hóast tað helt Finnbogi fram, tí hann varð sannførdur um, at tað var neyðugt fyri at fáa at vend í. So bleiv, sum hann spáddi, flokkur hansara gekk aftur í atkvøðutali, og Finnbogi fekk nógv oman yvir seg, men at førdi politikkurin var neyðugur, tað munnu tey flestu ásanna í dag.
Finnbogi var somuleiðis politikkarin, ið gekk á odda fyri at byggja nýtt og tíðarhóskandi tinghús.Við tí vórðu munandi betri umstøður skaptar hjá tingmonnum at virka undir, samstundis sum vit høvdu fingið ein prýðiligan bygning, ið hóskaði væl inn í umhvørvið ? ein bygningur, ið øll tjóðin kundi verið stolt av.
Tá ið funnist varð at hesi ætlan, vóru tað nógvir tingmenn, ið broyttu støðu og tóku ikki undir við ætlanini, men Finnbogi, ið var tingformaður helt fast við síni ætlan, men varð noyddur at finna aðra loysn, sum eftir mínum tykki, ikki var nær so góð sum tann upprunaliga og sum útsetir ætlanina um nýtt tinghús nógv ár fram.
Fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari
Finnbogi er ikki bert kendur sum politikkari, men eisini sum fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari.
Maðurin, sum er útbúgvin fjølmiðlamaður, stóð í fremstu røð, tá føroyska sjónvarpið gjørdist alment. Hann var  sannførdur um, at tað bar til, og hann legði alla sína orku í at fáa góðar og áhugaverdar føroyskar sendingar, fyri lítlan pening. Hann saman við øðrum  góðum fólki prógvaðu,  at tað bar til.
Árini  1974 -75  góvu Finnbogi og Árni Absalonsen  tíðindablað út. Eitt blað, ið varð væl móttikið av føroyingum. Teir báðir skrivaðu einsamallir, so at siga alt tað, sum stóð í blaðnum. 
Nøkur ár var hann blaðstjóri á málgagni Tjóðveldisfloksins Fjúrtanda September.
Finnbogi hevur givið nógvar bøkur út, sum hava søguligan týdning. Harumframt hevur hann týtt og givið út ein hóp av øðrum kendum bókum.Týðingar hansara  eru  væleydnaðar og líka lættar at lesa, sum tær á upprunamálinum. Havi latið mær fortalt, at professarin  Cristian Matras hevði á orði, hvussu góðar umsetingarnar hjá Finnboga vóru.Tað  sigur ikki so lítið.
Eisini hevur Finnbogi fingist við at yrkja. Allir føroyingar kenna sangin ? Far lítli út um eina løtu og spæl "- væl yrktur  og við  ríkum innihaldi. Lagið er vakurt og  væl er hann sungin. Kann í hesum sambandi ikki lata vera við at nevna, at okkara kendasta  sangkvinna í dag, Eivør Pállsdóttir, hevur gjørt annað lag til sangin, og hevur við síni gullrødd borin hann fram m.a í kirkjuni í Fuglafirði, tá ið abbi hennara Jens Klæmint Hansen fór til gravar.Ein hugtakandi framførsla.
Skemtitættir hevur Finnbogi eisini gjørt, og  hevur hann við teimum víst, hvussu  evnaríkur og fjøltáttaður  hann er.
Skemtingarsamur og hittinorðaður
Ì meira enn tríati ár hevur undirritaði kent henda mann ? ja, vit hava verið meira enn bert starvsfelagar,  eisini vinmenn. Meg minnist hann sum mannin, ið altíð helt orð, sveik ongantíð, stakk ongan í bakið. Var tað nakað, ið hann hevði at fýlast at, so kom hann beinleiðis til tín og segði sína hugsan týðuliga og greitt. Soleiðis var og er Finnbogi.
Finnbogi er sera hittinorðaður, skemtingarsamur og hevur eitt sjáldsama gott minni. Í kappingini borð um borð í sjónvarpinum vísti hann, hvussu gott minnið er.
At hann er skemtingarsamur og hittinorðaður vísir henda søga:  Tá ið Finnbogi hevði tikið studentsprógv, møtti hann einum klaksvíkingi, ið var vinnulívsmaður og handilsmaður, ið helt fyri við Finnboga:" Studentsprógv kann hvør dummur hundur fáa ...". "Hevur tú fingið studentsprógv?" spyr Finnbogi." Ja," svarar vinnulívsmaðurin. Tá svarar Finnbogi: "So passar tað, sum tú sigur!"
Stuttligar søgur og hendingar úr Norðoyggjum veit hann nógvar , og væl dugir hann at siga frá.
Mangar stuttligar løtur hava vit sitið á tinghúsloftinum og lýtt á, tá ið Finnbogi og Vilhelm Johannesen, báðir klaksvíkingar, hava  sagt frá.
Ikki gloymdur
Mangan havi eg og míni   sitið væl uppi hjá Finnboga og Ásu, konu hansara. ?  altíð  blíð og fyrikomandi at koma inn á gólvið hjá. Ása, ið fylgir væl við øllum, ið hendir í tí føroyska samfelagnum, hevur verið sínum manni ein dyggur stuðul í øllum tí, ið hann hevur tikist við.
Tá ið Finnbogi hevði boðað frá, at hann stillaði ikki uppaftur til valið, hevði sjónvarpið samrøðu við hann, har hann m.a. segði, at hann vónaði ikki, at hann fór at verða gloymdur, nú hann fór úr politikki.
Tað nýtist Finnbogi ikki at bera ótta fyri. Maður, ið hevur verið so mong ár í politikki, og sum hevur avrikað so nógv  sum hann verður ikki gloymdur. Og hóast hann er farin úr politikki, so verður hann at hoyra og síggja aðrastaðni ? í útvarpi og í bløðum, tí boð verða altíð eftir slíkum manni.Og kenni eg hann rætt, so hevur hann sera ilt við at  binda frið ? okkurt skal gerast.
Hjartaliga tillukku á seksti ára degnum Finnbogi og tøkk fyri tey mongu góðu árini, vit hava havt saman.
                                                                  Signar á Brúnni









