Altjóða spælararnir vóru munurin

Enn eina ferð sótu klaksvíkingar eftir við ráka av, at teir høvdu søplað alt burtur á heimavølli ímóti havnarmonnum

Fótbóltur

Eftir fleiri eyðmýkjandi tap ímóti B36 fyrr í ár vóru klaksvíkingar uppsettir uppá, at tað hesa ferð skuldi eydnast at vinna. Tapið varð í gásareygum bara 2?1 hesa ferð,men tað var sjálvandi nóg mikið til at kennast sum stórt vónbrot.
Stóri munurin á liðunum var í avgerandi royndunum ímóti málinum. Framrættaðu landsliðsmenninir hjá B36 tóku av, tá ið møguleikin var har. Ella rættari sagt syrgdu John Petersen og Jákup á Borg sjálvir fyri at skapa sær møguleikarnar, sum bóru mál og harvið sigurin og tey trý týdningarmiklu stigini við sær.
John Petersen, sum mannaði álopið saman við Heðini á Lakjuni, setti hol á, tá ið fyrra umfarið var um at vera hálvrunnið. Tróndur Vatnhamar sparkaði langt út, Heðin á Lakjuni spældi Jákup á Borg, ið hevði leiklut sum framrættaður sentralur miðvallari ella kanska afturryktur miðframherji. Jákup spældi við hælinum upp á tvørs til John Petersen, sum sneiddi seg leysan av verjuni og smekkaði upp undir nettakið.
Málið var vátur vøttur hjá heimaliðnum, sum hevði havt bóltin nógv, og sum í løtum vísti gott samanspæl. Atli Danielsen var væl upplagdur sentralur miðvallari, men tað eydnaðist honum ikki at fáa mál, tá ið hann hevði møguleikarnar. Hann smekkaði í 1. hálvleiki langskot í stólpan, Tróndur Vatnhamar stórbjargaði stútara frá Atla eftir horna, og í tí førinum, tá ið KÍ hevði besta møguleikan undan steðginum, gjørdi Atli í so skjótt av. Teir vóru tríggir klaksvíkingar ímóti einsamallum verjuspælara, tá ið einasti landsliðsmaðurin hjá KÍ smekkaði til úti frá. Aftaná dugdu bæði hann og hinir at síggja, at tað hevði verið størri møguleiki fyri úrtøku, um hann hevði runnið eitt sindur longri við bóltinum, og so spælt upp á tvørs til Eyðun Klakstein ella Hjalgrím Elttør, sum vóru í góðari støðu.

Trýstu og fingu einki
Eftir steðgin legði KÍ bragdliga fyri. Teir sendu nógvar bóltar í brotsteigin, og tað var fleiri ferðir nær við og næstan. At tað gekk so illa at fáa mál hevði við sær, at Jacob Bymar, sum framvegis eigur fyrsta málið í landskappingini til góða, síðani hann í summar kom úr Esbjerg og til KÍ, varð tikin út í 62. minutti. Í staðin varð Leon Bjartalíð, sum stóð seg væl, tá ið hann hóskvøldið á Svangaskarði varð settur inn á vongverjan, settur í álopið. Leon gjørdi skjótt av. Hann hevði bara verið ein minutt á vøllinum, tá ið hann hevði javnað. Eftir framlegging inn um verjuna miseydnaðist fyrsta royndin, men tá ið Tróndur Vatnhamar drálaði, fekk Leon nýggjan møguleika, og hóast skotið kendist eitt sindur kiksað, so fór bólturin í málið.
Lagið var gott á heimafólkinum, sum luktaði fyrsta sigurin á havnarmonnum í landskappingini í ár. Men tað kiksaði. Bólturin var ofta í B36 brotsteiginum. KÍ hevði nógv hornaspørk, men teir fingu einki mál, og so tørnaði tað út, sum tað ofta ger.
KÍ hevði bóltin mest, og tað var B36, sum fekk sigursmálið. Aftur hesa ferð var talan um landsliðsspælara, sum fekk mál burturúr ongum. Eftir B36 horna stútaði Ovi Nysted út frá, Eyðun Klakstein royndi at leingja, men Jákup á Borg fekk bóltin, snaraði um seg sjálvan og smekkaði av brotsteigarmarkinum og upp í málhornið. Eitt sera vakurt mál, sum klaksvíkingar ikki megnaðu at gera honum eftir, hóast teir høvdu størri møguleikar enn henda, og so fór B36 við øllum.
? Vit høvdu aðrar møguleikar at gera mál. John Petersen og Heðin á Lakjuni vóru eina ferð einsamallir í málteiginum, og Heðin var eina aðra ferðina púra blankur, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin inn um Kartin Joensen, sigur Jákup á Borg, sum sjálvandi er ovurfegin um, at tað hetta vikuskiftið lagaði seg soleiðis, at B36 kom við aftur í FM stríðið.
? Vit mugu vinna okkara dystir, og so mugu vit vóna, at úrslitini fara at laga seg okkum til fyrimunar. Í kvøld fari eg til Runavíkar at vita, um EB/Streymur fer at megna at gera nakað við NSÍ, segði Jákup á Borg fyrrapartin í gjár. Hann og hinir í B36 hava tvær ferðir fyrr í ár kent sviðan av, hvat EB/Streymur megnar.

Dysturin í tølum
KÍ?B36 1?2 (0?1)
0?1: John Petersen 20.
1?1 Leon Bjartalíð 63.
1?2: Jákup á Borg 78.
Dómari: Suni Johansen
KÍ: Kartin Joensen ? Jan Andreasen, Ovi Nysted, Aleksander Djordjevic, Símun Joensen ? Arnold Joensen, Atli Danielsen, Allan Joensen, Eyðun Klakstein (Harley Bertholdsen, 87.) ? Jacob Bymar (Leon Bjartalíð, 62.), Hjalgrím Elttør
Gult kort: Ovi Nysted, Allan Joensen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen ? Niels Joensen (Fróði Clementsen, 80.), Klæmint Matras, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen ? John Petersen (Tórolvur Poulsen, 85.), Heðin á Lakjuni
Gult kort: Jákup á Borg