Tá Sogndal í næstbestu norsku deildini keypti Julian Johnsson úr Kongsvinger, mundi tað neyvan vera fyri at vera álitið í málskjótingini.
Til ta uppgávuna hava teir keypt ein annan føroying. Tað er Kurt Mørkøre, sum kom til Noregs mikudagin og sunnudagin hugdi at, tá Julian Johnsson og liðfelagarnir hjá honum á útivølli fingu trý stig móti Byåsen, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.
Tað kom bara eitt mál, og tað varð skorað, tá tíggju minuttir vóru farnir. Julian Johnsson var fyrstur á frísparksinnleggi, sum hann við høvdinum sendi í málið, og í síðsta enda vísti tað seg, at hetta málið var nóg mikið til at fáa trý stig.
Í norskum fjølmiðlum verður sagt, at verjan hjá Sogndal var sera væl skipað, og at teir ikki høvdu stórvegis trupulleikar at taka sær av teimum nógvu longu bóltunum, sum heimaliðið legði fram eftir vøllinum.
Sogndal er á sjeynda plássi við tríati stigum, og teir spæla framvegis fyri møguleikanum at endurvinna pláss í bestu deldini. Komandi sunnudag sleppur Kurt Mørkøre rættuliga at royna seg. Tá kemur Bryne at vitja í Sogndal. Bryne er næstfremst við 33 stigum, og um Sogndal, ið fyribils er púra leyst av niðurflytingarstríðnum, megnar at vinna øll stigini, so eru teir heilt væl við í kappingini, sum er sera tøtt.
Kongsvinger er framvegis niðast í bestu deildini, men sunnudagin kendu teir onkra sólstráluna røkka seg, tí tað eydnaðist at vinna 1-0 móti Odd. Tað er kortini langt á málið hjá Kongsvinger, sum er at varðveita plássið í bestu deildini.










