Frúgvin og Argjabáturin til Scilly

Í fýra av teimum seks róðrunum á ólavsøku var longu greitt, hvør gjørdist føroyameistari, men kappingin um at sleppa til Silly Islands var enn ikki avgjørd, og tað vórðu Frúgvin og Argjabáturin, sum drógu longsta stráið

Undan ólavsøkuni vóru Frúgvin hjá kvinnum og Argjabáturin hjá monnum best fyri í Silly-kappingini, og tað eydnaðist eisini teimum báðum at tryggja sær luttøku í kappingini á Silly oyggjunum.

Hjá monnunum stóð kappingin millum Argjabátin og Vestmenning. Argjabáturin hevði 35 stig, meðan Vestmenningur hevði 28, so Argjabátinum tørvaði bara eitt stig. Argjabáturin vann, so har var einki ivamál.

Hjá kvinnunum var meira spennandi enn hjá monnunum. Har høvdu gentuurnar á Frúnni og kvinnurnar á Jarnbardi fult stigatal, men Frúgvin var frammanfyri, tí hon hevði størri mun niður til næsta bát. Um tveir bátar liggja javnir í stigum, so verður hugt eftir, hvussu langt teir liggja frammanfyri næsta bátin. Báðir bátarnir vunnu ólavsøkuróðurin, so manningin á Frúnni skal niður til Scilly oyggjarnar. Jarnbardur vann hesa kappingina í fjør, og hava tær verið har niðri fyrr í ár. Dreingjamanningin á Tjaldrinum skal í heyst luttaka í kappróðri á Sorø í Danmark.

Einki óvæntað úrslit

Eingin av vinnarunum á ólavsøku gjørdu áskoðararnar bilsnar, tí at allir vinnararnir lógu frammanundan fremst í FM-kappingini.

Støðan undan tí seinasta kappróðrinum á ólavsøku var tann, at heili fýra av teimum seks FM-heitunum longu vórðu avgjørd, har tann sami báturin hevði vunnið allar fimm róðrarnar.

Dreingirnir umborð á Tjaldrinum, genturnar á Frúnni, kvinnurnar á Jarnbardi og menninir á Argjabátinum høvdu øll tryggjað sær føroyameistaraheitið undan ólavsøkuni, men tey spardu ikki uppá krútið, tí at tað er altíð nakað serligt at vinna seinasta róðurin á ólavsøku. Kappingin um at sleppa til Silly oyggjarnar var heldur ikki avgjørd undan ólavsøkuni, og eisini tí var umráðandi at vinna seinasta róðurin.

Í 6-mannaførum hjá monnum og 10-mannaførum var enn spenningur um, hvør skuldi gerast føroyameistari. Strálan og Hvesingur høvdu 28 stig hvør undan róðrinum hjá 6-mannaførunum, og tað vóru strandingar, sum fóru avstað við FM-heitinum, meðan Hvessingur mátti taka annað plássið. Hjá 10-mannaførunum vann Vestmenningur ólavsøkuróðurin trygt, so at eingin ivi var um føroyameistaran.

Veðrið var hampuligt til kappróður. Allur teinurin kundi síggjast av keiini, meðan mjørkin allatíðina lá rundanum Havnina. Hugaligt var at síggja, at hetlendingar eisini høvdu sent eina manning til Føroyar at luttaka í ólavsøkuróðrinum, og kanska kann eitt samstarv kann spyrjast burturúr hesum.