Kári á Rógvi, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins ------------------------- Trúgvur stuðul Sjálvstýrisfloksins helt einaferð fyri, at Sjálvstýrisflokkurin er hvørki fyri ella ímóti, heldur tvørturímóti – [...] arbeiðið við føroyskari stjórnarskipan. Men inntil vit á rættan hátt hava tikið triðju viðgerð framum, fari eg at vísa tingfólki tað kurtheisi at líða á røður teirra, áðrenn eg atkvøði. Tí kann eg ikki svara [...] áseta viðkomandi rættindi í føroyskari stjórnarskrá.” Sjálvstýrisflokkurin á tingi hevur í hesum valskeiðnum roynt at fingið fokus á rættarstøðuna og praktiskan politikk uttan øsing fyri og ímóti ávísum bólkum
Daddan húsast í leigaðum hølum á Smyrilsvegi 7 á Hálsi, har eitt nú City, BR og Hans Joensen eru undir sama taki. Handilin hevur verið á hesi adressu í eini 15 ár, og hann húsast á 350 fermetrum við góðum p [...] parkeringsviðurskiftum uttanfyri. Charlotte vísir á, at Daddan, sum selir klæðir til børn úr 0 árum og upp í 16 ár, er býttur upp í sektiónir, soleiðis at lættari er hjá viðskiftafólki at finna tað, tey [...] eisini læt barnahandilin, Bamsan, upp í Niels Finsensgøtu í Havn. Hendan handilin eigur hon tó ikki longur. Smyrjibreyðsbúðin Hin 15. juli í ár keypti og yvirtók Charlotte Ellendersen Smyrjibreyðsbúðina í
men hann hevði ikki fingið prestsins hond á høvdið. Hetta forðaði honum eitt ár, men so vildi hann ikki bíða longur. Nú var hann á 16. ári. Tað var eingin prestur á Viðareiði um tað mundi, so okkurt mátti [...] fyrsta árið í 1957-58. Seinni var hann eisini tvey summur á nótaveiði við »Sildrekanum« hjá Júst, ið sum kunnugt var fyrsti føroyski skipari á nótaveiðu. Byrjaði at smíða bátar 12 ára gamal Símun Jóhan [...] tann ófrættadámur, sum fylgdi við, festi seg í minnið á Símuni Jóhan. Í síni tíð var Símun Jóhan ein framúr stuðul hjá FF-blaðnum í tess roynd at festa á blað søguna hjá fiskimonnum og øðrum “vanligum” fólki
umborð á fiskiskipinum Athenu, sum lá uttaná einum frystiskipi við nýggju atløgubryggjuna á Oyrareingjum og umskipaði veiðina. Á síni eftirlitsvitjan staðfesti løgreglan, at tað var manningin umborð á Athenu [...] útlendskur fiskimaður umborð á útlendskum ella føroyskum skipi er ikki neyðugt at tjena eina ávísa upphædd til lívsins uppihald á landi, tí fiskimaðurin verður fyrsyrgdur umborð á skipinum. Men er tað soleiðis [...] grundarlag er fyri at reisa ákæru móti skipi og reiðaríi fyri brot á nýggjar kunngerðir í útlendingalógini. Sum skilst, eru nýggjar kunngerðir lýstar á økinum í summar – kunngerðir, sum føroyskir myndugleikar eftir
sínar grundgevingar. - Tað kemst av tí, at eg longu aftan á valið í 2008 boðaði frá, at eg undir ongum umstøðum kom at sita sum formaður longur enn til eg gjørdist 60, og tað vil siga hetta valskeiðið. [...] gevist á toppinum, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, at Sjálvstýrisflokkurin í dag er væl koyrandi, og harvið er væl fyri at fara inn í eitt valstríð og kanska enntá fáa triðja umboðið valt á Ting, júst [...] eg tað tað var eitt gott høvi at boða frá, at eg taki meg aftur. Eg helt ikki, at tað fór at koma fram, og ætlaði at boða frá hesum á landsfundinum. Men eg haldi tað vera gott at hava greiðar linjur, og
1990’unum, varð broyttur til 70 ár júst tá. Og glað var Marjun, tá hon fekk høvi at starvast á bókasavninum trý ár longur enn væntað. Umstøðurnar eru nógv broyttar hesi árini. Alment varð verandi bókasavnsbygningur [...] heimbygd síni, skuldu hava so góða tænastu sum yvirhøvur gjørligt í verandi umstøðum. Onkur helt tað vera hættisligt á vetrartíð at koyra hesar leiðir við einum bussi fullum av hillum og bókum. Men Marjun hon [...] Norðstreymoy og Eysturoynni. Marjun átti tørn at fara við stóra bussinum v/sjaføri 1-2 ferðir um vikuna – á rutunum Gjógv-Funningur-Eiði-Norðskáli-Oyrarbakki og Tjørnuvík-Haldarsvík-Langasandur-Hósvík. Hetta
samstarv, sum hevði lyft svimjihøllina á altjóða støði. Dan Hjelm, formaður í Ægir helt røðu og takkaði býráðnum fyri gott samstarv og helt tey við hesum taki, høvdu lyft seg á altjóða støði, so sum tað sømdi [...] Svimjisambandi Føroya avdúkaðu startskamlarnar. Jógvan Skorheim formaður í Mentanarnevndini helt røðu, har hann vísti á, at tað er stuttligt at vera partur av einari kommunu, ið eigur fólk og felagsskapir, ið [...] fyri at Klaksvíkin skal síggjast á heimskortinum. Mentanar- og ítróttarfeløgini sláa seg ikki til tols við at standa í stað. Heldur vilja tey gera alt, fyri at koma longur fram innan teirra grein. So hevur
ommu- og abbabørn, sum tey vóru sera góð við. Mamma helt so fast um tað gamla og dugdi illa at venja seg við familjumynstrið og kynsbýtið nú á døgum. Hon helt tað avgjørt vera best, um tað bar til, at tað var [...] henni, tá ið hon hevði blóðtøpp, helt eg best vera, at hon kom á sjúkrahúsið. Mamma gjørdi ikki stórvegis mótstøðu, so mær varð greitt, at hon var illa fyri. Mamma kom á sjúkrahúsið og hevði fingið blóðtøpp [...] so húsini hjá ommu og abba í Gøtu vórðu seld. Nú er bara yngsta systirin, Judith, sum býr á Strondum, eftir á lívi. Mamma og Judith sóust ikki so ofta, men tær høvdu javnan drúgvar samrøður í telefonini
blivin púra frá sær sjálvum. - Hann gekk heilt amok og trampaði fleiri ferðir á høvdið á manninum, sum lá niðri og hann helt ikki uppat, fyrrenn onkur hevði tikið í hann og skrætt hann til viks. Hann legði [...] sunnunátt mitt í summar. Sjálvur sat hann á ákærubeinkinum, har hann varð ákærdur fyri óvanliga ráan harðskap. Saman við tveimum øðrum varð hann ákærdur fyri at hava lopið á ein 21 ára gamlan mann og hagreitt [...] komnir til ilnar longur niðri í býnum og teir, sum føldu seg illa viðfarnar, vóru farnir við øði niðan ígjøgnum býin í Steinatún, har teir ætlaðu at løna tað aftur. Ella sum hann forkláraði á donskum at teir
19 mál farin ígjøgnum. Onkur helt fyri, at besta lýsingarplássi hjá B71 var á bakinum á málmanninum, meðan hann samlaði bóltar upp úr egnum máli. Soleiðis er ikki longur og B71 er nærri eini bjarging [...] Tað var dramatikkur til tað síðsta, tá B68 og HB brustu saman á Svangaskarði mikukvøldið. Toftamenn høvdu sigurin á hondum, men mistu á stokkinum, tá Andrew av Fløtum fekk javnað til 2-2, við brotssparki [...] Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen. Stig-Roar legði líka í og setti ferð á ímóti málinum. Komin til baklinjuna leggur hann bóltin fyri føturnar á Bárði Olsen, sum skoraði trygt úr stuttari frástøðu. – Tað skal