Barnaklæðir og smyrjibreyð

Hon hevur átt Dadduna á Hálsi í Havn seinastu fýra árini, og í summar keypti hon eisini Smyrjibreyðsbúðina í Bøgøtu í Havn. Áður hevur hon bæði fingist við smyrjibreyð saman við mammu síni, og tað var eisini hon, sum byrjaði handilin Bamsan í Niels Finsensgøtu í Havn

TIL ARBEIÐIS

Kvinnan, sum vit umrøða, og sum við Dadduni eigur Føroya størsta handil við barnaklæðum, er Charlotte Ellendersen.
Hon keypti Dadduna frá Jóhan Vang, ið var maðurin, sum byrjaði handilin í Lucas Debesargøtu í Havn fyri umleið eini fjórðingsøld síðan.
- Tað hevur bara verið ein eigari av Dadduni undan mær, og tað er stovnarin sjálvur. Eg keypti og yvirtók handilin hin 2. september í 2006.
Tað sigur Charlotte Ellendersen.
Daddan húsast í leigaðum hølum á Smyrilsvegi 7 á Hálsi, har eitt nú City, BR og Hans Joensen eru undir sama taki.
Handilin hevur verið á hesi adressu í eini 15 ár, og hann húsast á 350 fermetrum við góðum parkeringsviðurskiftum uttanfyri.
Charlotte vísir á, at Daddan, sum selir klæðir til børn úr 0 árum og upp í 16 ár, er býttur upp í sektiónir, soleiðis at lættari er hjá viðskiftafólki at finna tað, tey leita eftir. Tá handilin er so stórur, og úrvalið er hareftir, er sjálvandi eisini talan um nógv ymisk sløg og støddir av klæðum.
- Sektiónirnar eru tríggjar í tali við klæðum til børn úr 0-2 ár, 2-8 ár og síðan til børn úr 8-16 ár.
Handilskvinnan leggur aftrat, at síðan hon keypti Dadduna, hava tey broytt handilin innan einar tvær ferðir.
- Gamla og kenda navnið er framvegis Daddan, og hetta navnið verður varðveitt. Vit hava tó valt okkum eitt hjánavn – ella undirheitið – til tey ungu, sum vit rópa AxumX.

Miðal prísflokkur
Tá handilsleiðarin og eigarin sjálv skal siga tað, heldur hon, at Daddan hevur rættiliga góðar klædnavørur. Tey klæði, hon selur, eru ikki tey bíligastu, men heldur ikki tey dýrastu.
- Hetta er líka sum ein miðal prísflokkur. Fólk kenna okkara vørur. Vit hava nógv trúgv viðskiftafólk, sum vitja aftur og aftur. Hetta er eitt barometur um, at fólk eru nøgd. Mín stóra og altavgerandi uppgáva er at hava nøgd viðskiftafólk. Tað eru vit, sum hava brúk fyri teimum – og tey, sum hava brúk fyri okkum. Uttan trúgv viðskiftafólk, er eingin Dadda, sigur Charlotte Ellendersen.
Meðan, vit tosa, nevnir hon nøkur av vørumerkjunum, sum hon hevur í sínum útboði, eitt nú minymo, fransa, fixoni, grunt, shine og juice, sum er merki til gentur 8-16 ár.
- Fólk kenna hesi merkini, sum í flestu førum eru til bæði gentur og dreingir, tó einstøk bara eru til annað kynið. Shine er soleiðis til dreingir, og joha eru lekkur pløgg úr ullavørum til tey smáu.
Úr rúgvuni nevnir hon soleiðis merkið minymo, sum hon sigur er serstakliga gott og haldbart, eitt nú tá talan er um kavadraktir og jakkar.
- Her fært tú 100% dygd og valuta fyri peningin. Hetta eru klæði, sum veruliga standa mát við sítt kvalitetsgaranti. Børn brúka tey næstan til tað óendaliga, og vanliga fara klæðini óbroytt í arv, sum hon tekur til.
Áðrenn vit sleppa handilslívinum og klæðunum, kunnu vit upplýsa, at tað var Charlotte, sum fyri umleið 9-10 árum síðan eisini læt barnahandilin, Bamsan, upp í Niels Finsensgøtu í Havn. Hendan handilin eigur hon tó ikki longur.

Smyrjibreyðsbúðin
Hin 15. juli í ár keypti og yvirtók Charlotte Ellendersen Smyrjibreyðsbúðina í Havn.
- Tað var ikki heilt av tilvild, at eg keypti fyritøkuna í Bøgøtu. Mamma mín, Annie Jensen, sála, var fyrsti føroyingur, sum langt afturi í tíðini fór at smyrja og selja smyrjibreyð til fólk. Vit búðu í raðhúsunum í Fjósagøtu, beint við bakaríið hjá Gunleivi við Gripsvegin. Eg eri fødd í 1968 og øll árini, eg kann minnast og heilt fram til 1994, fekst mamma mín við at smyrja og selja smyrjibreyð.
Tá foreldrini hjá Charlotte, Annie og John Roger Jensen, fluttu niður til Danmarkar, flutti hon við.
- Eg var burtur í eini seks ár. Í Danmark keypti pápi eina krógv, og eg hjálpti honum at dríva krónna í eini 5-6 ár. Sjálv eri eg útbúgvin kondittari hjá Frans Restorff í Havn í 1992, og nú Smyrjibreyðsbúðin var til sølu, helt eg, at eg skuldi keypa hana. At vera kondittari merkir eisini, at tú hevur lært at vera kreativ. Eg havi fingist við at pynta – og tað ger einki, um okkurt er til eyguni eisini hjá teimum, sum keypa sær smyrjibreyð her í Bøgøtu, sigur hon brosandi.
Charlotte Ellendersen hevur tilsamans átta fólk í starvi – fýra arbeiða í Dadduni og fýra í Smyrjibreyðsbúðini.
- Eg leggi stóran dent á, at alt skal vera í lagi, og at vit hava nøgd viðskiftafólk, bæði í klædnasøluni og í smyrjibreyðssøluni, sigur hon.