Heldur tvørturímóti

Kári á Rógvi, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins
-------------------------

Trúgvur stuðul Sjálvstýrisfloksins helt einaferð fyri, at Sjálvstýrisflokkurin er hvørki fyri ella ímóti, heldur tvørturímóti – soleiðis má í øllum førum vera í málum undir dýnuni.

Nú hava vit ta reglu í verandi Stýrisskipan, at fyrst skal viðgerð vera á almennum tingfundi, síðani skal tingnevnd skriva álit, so skal aftur viðgerð vera – tástaðni atkvøða tingfólk, men fáa so aftur høvi nakrar dagar seinni, eftir enn meiri orðaskifti, at atkvøða endaliga. Vilja summi broyta hesa skipan, eru tey vælkomin at geva sítt íkast til innihaldsliga arbeiðið við føroyskari stjórnarskipan. Men inntil vit á rættan hátt hava tikið triðju viðgerð framum, fari eg at vísa tingfólki tað kurtheisi at líða á røður teirra, áðrenn eg atkvøði. Tí kann eg ikki svara hesum ja/nei blaðspurningum.

Lat meg samstundis nýta høvi at ynskja Eyðfinni Reyðbergi tillukku við blaðkeypinum. Vóni at hann heldur fast um, at ‘soleiðis er gamla Dimma: óheft, álítandi og upplýsandi, ikki merkt av vox-pop- og kampanjujournalistikki.’

Sjálvstýrisflokkurin meldaði greitt út undan síðsta vali, at vit vildu hava tey etiskt-eymu málini til fólkaatkvøðu. Mál, sum vekja nóg stóran fólksligan áhuga og kunnu skiljast út frá øðrum málum eiga at vera avgjørd av fulltrúagevanum, Føroya Fólki, ikki av fulltrúunum, tingfólki. Vit tingfólk kunnu so leggja orku okkara í tey 90-99% av teimum 100-300 árligu tingmálunum, sum illa kunnu skipast sum fólkaakvøður.

Sjálvstýrisflokkurin noyðist tíverri sum liberalur flokkur at staðfesta og harmast, at Miðflokkurin setir seg uttanfyri skipað samstarv við framferð síni. Um hetta søgdu vit nýliga í yvirlýsing: “Streymoyar Sjálvstýrisfelag harmast ta óhepnu móttøku, sum forsætisráðharri Íslands hevur fingið – tjóðir okkara eru næstu systrar og eiga at sita væl um sátt og fólkaliga til borðs. Felagið ásannar í tí høpi, at meira skal gerast við rættindi hjá minnilutabólkum, ikki minst við at víðka heimildir og fíggjarkarmar hjá javnstøðunevndini og við at áseta viðkomandi rættindi í føroyskari stjórnarskrá.”

Sjálvstýrisflokkurin á tingi hevur í hesum valskeiðnum roynt at fingið fokus á rættarstøðuna og praktiskan politikk uttan øsing fyri og ímóti ávísum bólkum. Vit báðir Kári P. Højgaard løgdu fram tingmál 158/2007, sum hevði víðkað rættin at sita í óskiftum búgvi, soleiðis at t.d systkin, møðgur ella ógift pør við børnum kundu ásett, at hin parturin kundi sloppið undan at skift arv. Uppskotið hevði loyst verulig vandamál í dagsins samfelagi, har so mong onnur samlív finnast enn tað siðbunda hjúnalagið, sum vit báðir Kárarnir báðir hava valt.

Og hví skal skrásett parlag handla um, hvat hendir undir dýnuni? Hví ikki velja ókynt skrásett parlag í Føroyum, so øll tey ið hava felags húsarhald (og eru før fyri at taka støðu) kunnu velja at skráseta seg, so tey fáa eina praktiska pakkaloysn, hvat viðvíkur forsorg, arvi og øðrum? Eisini hinkynd, ókynd og systkyn? Landið hevði spart tíggjutals milliónir á hvørjum ári, um øll samlivandi, sum veruliga forsyrgja hvørjum øðrum, vóru skrásett og ikki longur kravdu forsorg og pensjón sum støk. Mong heim kundu sloppið undan órógvi, um arvur ikki var skiftur.

Tí er so harmiligt at lesa, at tingfólk eru biðin um – og hava valt – at taka støðu fyri og ímóti bæði skrásettum parlagi og ávísum kynslívi í sama spurningi. Tað fyrra eiga vit at snikka til á tingi og so leggja fyri fólkið. Tað seinna eiga vit hvørki at vera fyri ella ímóti, heldur tvørturímóti.