Marjun givin á Landsbókasavninum

31. august var seinasti dagur hjá Marjuni Berg í starvi hjá tí almenna. Í 45 ár hevur hon starvast á Føroya landsbókasavni. Áðrenn var hon á Fiskirannsóknarstovuni og hevur tískil verið í tænastu hjá tí almenna í næstan hálva øld. Fá munnu tey vera, sum hava verið í almennari tænastu í so nógv ár.

Fyri trimum árum síðan fylti Marjun 67 ár. Hon var so heppin, at 67 ára fráfaringaraldurin fyri almenn starvfólk, sum varð ásettur í kreppuárunum fyrst í 1990’unum, varð broyttur til 70 ár júst tá. Og glað var Marjun, tá hon fekk høvi at starvast á bókasavninum trý ár longur enn væntað.


Umstøðurnar eru nógv broyttar hesi árini. Alment varð verandi bókasavnsbygningur tikin í nýtslu einaferð í 1980. Men tá vit í desember 1979 høvdu lænt eina rúgvu av fiskakøssum frá Bacalao at flyta bøkurnar úr stásiligu gróthúsunum í J.C. Svabos gøtu 14 yvir í nr. 16, settu vit okkum málið at vera liðug fyri jól. Starvsfólkini vóru tá ikki nógv í tali, men ikki minst orsakað av Marjunsa smittandi arbeiðshugi og treiskni varð nýggja bókasavnið latið upp tann 20. desember.


Marjun hevur altíð gingið við lív og sál upp í tær uppgávur, hon hevur átikið sær. Tá eg hugsi um, hvussu arbeiðssom og samvitskufull hon altíð hevur verið, síggi eg hana t.d. fyri mær, tá hon fyrireikaði seg at fara við bókabilinum. Landsbókasavnið hevði í árunum 1985-1993 bókabilatænastu í Norðstreymoy og Eysturoynni. Marjun átti tørn at fara við stóra bussinum v/sjaføri 1-2 ferðir um vikuna – á rutunum Gjógv-Funningur-Eiði-Norðskáli-Oyrarbakki og Tjørnuvík-Haldarsvík-Langasandur-Hósvík. Hetta vóru týðiligt dagar í viku hjá Marjuni. Hon fyrireikaði seg sera væl til ferðirnar hvørja ferð, til tess at hesi fólk, sum ikki høvdu møguleika at læna bøkur í heimbygd síni, skuldu hava so góða tænastu sum yvirhøvur gjørligt í verandi umstøðum.


Onkur helt tað vera hættisligt á vetrartíð at koyra hesar leiðir við einum bussi fullum av hillum og bókum. Men Marjun hon gleddi seg líka nógv hvørja ferð til koyritúrin og at hitta allar trúføstu lánararnar norðanfyri, bæði børn og vaksin.


Marjun hevur ikki bara havt sítt dagliga starv hjá tí almenna. Hon hevur í frítíð síni gjørt samfelagnum nógvar tænastur – eitt nú sum nevndarlimur í Ungmannafelagnum Merkinum, Brúkarafelagnum og Kvinnufelagnum í Havn, sum sera aktiv í átøkunum Kvinnur fyri friði og Fólk fyri friði og sum sjálvboðin vakt í Kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsfelagnum í nógv ár.


Við hesum fari eg at takka Marjuni fyri tey tretivu árini, vit arbeiddu undir somu lon. Hon hevur verið ein góð starvssystir allar vegir, bæði menniskansliga og fakliga. Eisini stovninum og lánarum og viðskiftafólki annars hevur hon verið ein ómetalig vitanarkelda – ikki minst tá ræður um hennara vitan um mál og bókmentir, kvæði, dans og ættargransking.


Dugi illa at ímynda mær Marjuna uttan Landsbókasavnið - og verri Landsbókasavnið uttan Marjuna.


Nú Marjun 70 ára gomul verður heimagangandi, rokni eg við, at tað verður ikki so galið hóast alt. Við nógvu áhugamálum sínum og fleiri av teimum nærmastu nærindis fer hon helst ikki at keða seg – ja, kanska verður enntá neyðugt at seta vekjaran at ringja onkran morgun.


Góða Marjun – eg ynski tær eitt gott otium í allar mátar.


Rannvá