- Hann gekk púra amok!
Soleiðis greiddi ein maður frá í Føroya Rætti fríggjadagin um eina ógvusliga hending í miðbýnum í Havn eina sunnunátt mitt í summar.
Sjálvur sat hann á ákærubeinkinum, har hann varð ákærdur fyri óvanliga ráan harðskap.
Saman við tveimum øðrum varð hann ákærdur fyri at hava lopið á ein 21 ára gamlan mann og hagreitt hann so illa, at hann fekk skaða, eitt nú breyt hann fleiri tenn.
Teir ákærdu, sum eru millum 21 og 24 ára gamlir, fingur aðra revsing fyri harðskapin og og teir skulu nú allir tríggir í fongsul.
Gekk heilt amok
Tað var sunnunáttina 4. juli, at rok bleiv í Steinatúni í Havn.
Frammanundan vóru nakri ungir mans eisini komnir til ilnar longur niðri í býnum og teir, sum føldu seg illa viðfarnar, vóru farnir við øði niðan ígjøgnum býin í Steinatún, har teir ætlaðu at løna tað aftur.
Ella sum hann forkláraði á donskum at teir ”skulle nakke en eller anden”.
Har løgdu teir á ein meiri ella minni púra tilvildarligan 19 ára gamlan mann.
- Hetta var púra ómotiveraður harðskapur, tí álopni maðurin hevði onki havt at gera við bardagan fyrr um náttina, segði ákærin.
Maðurin varð feldur í vegin og tá ið hann var komin at liggja, varð hann sparkaður og traðkaður.
Tann eini ákærdi viðgekk at hava sparkað tann liggjandi mannin í ryggin, men tað var ikki serliga hart.
Ákærdi segði, at hann var óður, tí fyrr um náttina varð hann sjálvur blivin álopin og sligin, men hann staðfesti eisini, at tað var av einum heilt øðrum.
Men hann segði eisini, at hann var skelkaður av, hvussu harðligur ein annar av teimum ákærdu hevði verið, tí hann var blivin púra frá sær sjálvum.
- Hann gekk heilt amok og trampaði fleiri ferðir á høvdið á manninum, sum lá niðri og hann helt ikki uppat, fyrrenn onkur hevði tikið í hann og skrætt hann til viks.
Hann legði afturat, at hevði hann vitað, at tað bleiv so ógvusligt, hevði hann ikki verið við upp á tað.
Ómotiveraður harðskapur
Ákærin segði, at talan mátti blíva um harða revsing, tí talan var ikki bara um serstakliga ráan harðskap.
Harðskapurin var eisini púra ómotiveraður og harafturat var offrið ein liggjandi maður, sum var verjuleysur, tí nógv fólk stóð rundanum, so hann hevði ongan møguleika at sleppa til rýmingar.
Dómarin var samdur við ákæran í, at talan var um serliga grovan harðskap og tað sæst eisini aftur í revsingini, teir tríggir fingu.
Tann eini 21 ára gamli ákærdi og ein 24 ára gamal, vórðu dømdir at sita í tríggjar mánaðir.
Ein annar 21 ára gamal maður varð dømdur í fongsul í seks mánaðir.
Í vár fekk hann eisini ein dóm í landsrættinum upp á tveir mánaðir fongsul, eisini fyri harðskap, so nú skal hann sita báðar dómarnar. Sostatt skal hann nú í fongsul í átta mánaðir.