Tað var dramatikkur til tað síðsta, tá B68 og HB brustu saman á Svangaskarði mikukvøldið. Toftamenn høvdu sigurin á hondum, men mistu á stokkinum, tá Andrew av Fløtum fekk javnað til 2-2, við brotssparki í yvirtíðini
– Hatta var brotsspark, eg fekk eitt spark á beinið og datt. So hatta var avgjørt brotsspark, segði Andrew av Fløtum, um støðuna í 94. minutti, tá hann bleiv feldur í B68 brotsteiginum, til stóra frustratiónir fyri toftamonnum.
Brotssparkið umsetti Andrew sjálvur til mál, og sostatt endaði dysturin við javnleiki 2-2. Eitt úrslit, sum hóast alt gagnar HB betri, enn hvat tilfeldið er í B68 leguni.
Bill M. Jacobsen var alt annað enn nøgdur við brotssparkstøðuna, sum førdi til útjavnandi málið.
– Tað er ikki gott nokk, at dómarin letur allar ivastøðurnar koma til teirra fyrimun. Tú skuldi næstan trú, at hann leitaði eftir eini brotssparkstøðu, segði ein vónsvikin B68 venjari, sum tó hevði rós at bera sínum monnum fyri gott liðavrik.
Javnur dystur
Talan var um ein javnan dyst, har liðini skiftust um at vera spælstýrandi. Eftir at HB byrjaði dystin betur, so vóru tað vertirnir, ið fingu fyrsta málið. Veteranurin hjá B68, Øssur Hansen, skoraði uppá brotsspark, sum var gjørt ímóti honum sjálvum.
Tá góður hálvur tími var farin, økti Ahmed Keita til 2-0 við einum klassamáli, men bert fáar minuttir seinri minkaði Hanus Thorleifsson um munin.
Hendan støðan helt sær til 94. minutt, tá Andrew við brotssparki javnaði til 2-2. Eitt mál, ið kann koma at hava stóran týdning, tá alt skal gerast upp.
Sostatt endaði dystrin við javnleiki 2-2. Eitt úrslit, gestirnir tá samanumkemur nokk eru betri nøgdir við, meðan toftamenn iðra seg um at missa á stokkinum.
Dovin dystur í Gundadali
B36 skuldi við nýggjum venjara hevna tapið í Suðri sunnudagin, men tað gjørdist ongantíð til tann stóra avsmurningurin, ið B36 viðhaldsfólkini ynsktu. Fyrri hálvleikur hevði lítið uppá seg. B36 royndi seg við nýggjari uppstilling, meðan FC Suðuroy tóktist væl nøgdir við eina stigi.
– Eg kenni alt til hvussu liðini í botninum stríðast fyri lívinum. Vit vistu hvussu dysturin fór at forma seg, men hjá okkum var tað týdningarmikið, at vit høvdu tol, sigur nýggi venjarin hjá B36, Allan Mørkøre.
Rúni úr at gera
Tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kom einasta málið í dystinum. Í einum nærdysti í vinstrusíðu hjá FC Suðuroy tykist bólturin vera á veg av vøllinum, men Jónas Tór Næs stingur eina langa tá fram og sendur Stig-Roar avstað. FC Suðuroy leikarar og venjarar vóru ikki í iva, bólturin var uttanfyri.
– Eg sá tað ikki sjálvur, men teir sum sóu tað siga at bólturin var eina heila bóltalongd uttanfyri, sigur framherjin hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen.
Stig-Roar legði líka í og setti ferð á ímóti málinum. Komin til baklinjuna leggur hann bóltin fyri føturnar á Bárði Olsen, sum skoraði trygt úr stuttari frástøðu.
– Tað skal ikki vera neyðugt at skora 3-4 mál í hvørjum dysti fyri at vinna. Vit hava tosa nógv um at verða meiri avgjørdir í verjupartinum og tað eydnaðist, sigur Allan Mørkøre.
Í seinna hálvleiki var B36 við yvirlutan og teir vóru fleiri ferðir í góðum støðum at økja, men neyvleikin manglaði. Tí var FC Suðuroy ongantíð meir enn eitt mál frá at fáa stig við suður. Eisini í seinna hálvleiki hevði Rúni Gaardbo úr at gera, fyri at halda skil á. Fyrst var Súni úr Hørg heppin ikki at fáa seinna gula kortið.
– Eg veit ikki hvat dómarin hugsar, hann hevur kortið í hondini, men umbestemmar seg. Kanska tá hann sá hvør tað var og valdi at lata vera. Tað er torført at døma og eg haldi annars at hann dømdi ein fínan dyst, sigur Allan Mørkøre.
Løtu seinni var gali í hinum endanum. Bólturin fer í hondina á Odmar Færø, sum er staddur í egnum brotssteigi. Rúni Gaardbo tóktist síggja støðuna, men metti helst, at hondin hjá Odmari var uppá pláss og tískil valdi hann ikki at bríksla fyri brotssparki.
– Bólturin fór klárt í hondina á honum, og eg haldi at øll sóu tað uttan dómarin og linjuverjin, sigur Jón Krosslá Poulsen.
Tað er ikki lætt at verða dómari, men tað var fult uppiborið, at B36 vann dystin í Gundadali, um hugt verður eftir vandamiklum møguleikum.
Sandoyingar tætt holini
Tað hevur verið sum at stjala bomm frá børnum, at skora ímóti B71 seinastu umførini. Uppá bara tríggjar dystir eru heili 19 mál farin ígjøgnum. Onkur helt fyri, at besta lýsingarplássi hjá B71 var á bakinum á málmanninum, meðan hann samlaði bóltar upp úr egnum máli. Soleiðis er ikki longur og B71 er nærri eini bjarging í dag, enn teir vóru undan umfarinum.
Tað var uttan leikbannaða Símin Hansen, at B71 fór á vøllin á Sandi, men B71 kann eisini uttan Símin. Tað frættist av Sandoynni, at B71 ikki vóru nøgdir við javnleiki og ætlaðu sær øll trý stigini hesaferð. Annars er vert at leggja merki til hjá B71, at teir seinastu fimm dystirnar hava spælt ímóti nummar 1, 2, 3 og tvær ferðir ímóti nummar 4. Tað er nærliggjandi at hugsa, at B71 hevur havt eitt vánaligt tíðarskeið, men sannleikin er, at teir hóast vánaligu málúrtøkuni, hava fingið fýra stig í teimum fimm dystinum.
Fyri Víking var hetta ein strika í rokningin, tí teir høvdu yvirtikið triðja plássi, um teir vunnu dystin á Sandi. Víkingur hevur koyrt væl í seinastuni og er nú við aftur í oddastríðnum.