onnur við, uttan hóvasták. Av og á er neyðugt at seta lívið í perspektiv, og tá síggja vit, at tey flestu okkara eru bæði góð og kná. Mátin vit í dag hyggja at samfelagnum, er ofta gjøgnum brillur, sum leita [...] rúmið, at lyfta tað góða fram í ljósið, sjáldan vinnur frama. Eru vit vorðin so von við at geva tí lítla, sum kanska ikki virkar perfekt, ein alt ov stóran part av umrøðuni? Eg má siga tað! Eg haldi at vit [...] at gremja seg um nakað. Uttan at verða øðrum, ella samfelagnum til byrðu á nakran hátt. Hesi fólkini er ikki eindømi. Tey eru tíbetur ein sera stórur og undirmettur bólkur í samfelagnum. Hugsa vit okkum
sama dag. Hann heldur, at tað er ikki neyðugt at alt er so óluksáliga professionelt- í fyrstuni í hvussu so er. Tað er heldur ikki altíð at tað, sum kemur uttaneftir, er so avbera professionelt. Hann vísir [...] hann ætlar sær at reisa málið sjálvur. Ein máti er at reisa málið í ÍSF at vita, um ítróttarsambandið er sinnað at taka málið upp. Men er ÍSF ikki tað, er tað ein spurningur, um tað ikki kann reisast á [...] halda at tað er heilt út av lagi, at sjónvarpið skal gera so lítið burturúr føroyskum ítrótti. Heðin Mortensen, formaður í ÍSF heldur, at sjónvarp Føroya vísir føroyskum ítrótti so lítla virðing, at okkurt
boðskapurin var góður, má eg viðganga, at eg kendi meg ikki sørt nipnan. Gaman í er friður í Føroyum, meðan tað aðrastaðni er kríggj. Gaman í fáa vit mat í munnin, meðan fólk aðrastaðni svølta. Gaman í eru [...] tað er sum so onki galið við øllum hesum, tvørturímóti. Føroyar eru heimsins besta land. Hvat var tað so, sum bagdi? Hví kendi eg meg nipnan av boðskapinum? Tí eg veit, at hesin boðskapur ikki er galdandi [...] galdandi fyri øll. Hann er ikki galdandi fyri tey, sum mugu rýma av landinum, tí tey ikki finna nakað at búgva í. Hann er ikki galdandi fyri umhvørvið og náttúruna, sum vit fylla við plasti frá spreingileidningum
ringt er at missa mammu ella babba, men at missa bæði… Seinni kom eg at kenna Wanju. Vit gingu trý ár í flokki saman í Hoydølum. Glaða og fyrikomandi gentan, sum eg hitti fyrstu ferð í 1974, er í dag sama [...] fylla hetta tómrúmið. Tú velur sjálv, hvat tú fyllir í tað – um tað er við góðum minnum, hendingum og øðrum. Lívið er stutt, og tí er tað týdningarmikið hjá mær at minnast alt tað góða og at liva lívið [...] hennara er sera vakurt og hugnaligt. Pyntað við livandi ljósum og hennara estetiski sansur sæst aftur í hvørjum smáluti. Í hesum døgum er jólaprýðið funnið fram og hvørt einasta rúm í húsinum er skrýtt
møguleikan at brúka filmmiðilin, er ilt at siga. Eg loyvi mær at gita meg til tríggjar orsakir. Ein er fíggjarlig, tí hesin miðil ber orð fyri at vera kostnaðartungur. Sum tað næsta er hetta ein miðil, ið ikki [...] nú síggja vit okkara mentanararv og søgu fara til fremmant land at tulka og arbeiða við. Filmmiðilin er ein spennandi og týdningarmikil miðil, bæði til undirhald og lærdóm, og vit føroyingar hava síðan byrjan [...] Styrkirnar, ið filmmiðilin hevur, eru fram um aðrar miðlar at hugfanga og evna okkara tilvitan, og tí er tað eisini ein miðil, vit skulu fyrihalda okkum kritiskt til og læra okkum at brúka. Føroyar hava eins
hvussu álvarslig støðan er. - Vit noyðast at gera vart við okkum nú, tí vit síggja, hussu illa stendur til. Tað er syrgiligt at síggja, at gomul og hjálparleys fáa alt ov lítla hjálp. Tað verða tyngri [...] fyrr í vikuni um, at Heimarøktini vantar 4 mió. krónur til restina av árini. Og nú er komið fram, at rætta upphæddin helst er seks milliónur krónur. Heilt óvart kemur tað tó ikki á heimahjálpararnar, at stovnur [...] týdningarmikið tað er at útbúgva heimahjálparar javnan, tí arbeiðið broytist alla tíðina. T.d. skuldu heimahjálparar í byrjanini duga at seyma knappar í og gera alt vanligt húsligt arbeiði. Nú er langt síðan
av dagstovnaøkinum, spurningin um hvat tað er, sum gongur fyri seg. Í leiðslubólkurin í Eysturoy, eru tey samd um, attey kunnu ikki góðtaka hesa avgerð. Tað er alstórur tørvur á, at dagstovnaøkið ikki missir [...] skilja ikki hesa avgerð. Fyri tað fyrsta er tað óhoyrt, at eitt heilt øki skal niðurraðfestast grundað á starvsfólktrot. At starvsfólkatrot elvir til bíðilista, er til at skilja, men at taka fakligar førleikar [...] hjá barninum skerdur, er tað sera torført at vinna inn aftur seinri í lívinum. Avbjóðingin í í samband við menning, misstrivna, atferðartrupulleikar, og aðrar avbjóðingar, hjá tí lítla barninum, økir nógv
Saltangará. - Í fyrsta lagi er Skálafjørðurin tryggasta havnin, sum er, og her er gott pláss. Eingir trupulleikar eru at bakka skipið móti rampanum, og gongst ógvuliga illa, er langur vegur yvir á vesturarmin [...] atløgu til Nørrønu, er neyðugt, at ein ávísur dekningur verður. - Eg skilji væl, at skiparin á Norrønu stúrir fyri atløguviðurskiftunum í Havn á vetrardegi, tí umframt lítla spælirúmið, sum er inni við Bursatanga [...] Atløga Kári P. Højgaard, sum er formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu, sigur, at býráðið avgjørt er sinnað at viðgera málið positivt, um eitt ynski kemur um at brúka Runavíkar havn sum alternativa
og skursl fleiri staðni. Eg var skelkað, og tað er ilt at seta orð á. Páll fann eg beinanvegin, og Steinbjørn var eisini har. Men hvar var okkara lítla genta? Vit vóru frá okkum sjálvum. Føst undir [...] ikki í óvit, men missir skilið fyri javnvág, og fært einki gjørt at stýra støðuni. Centrifugalmegin er øgilig, og vit vórðu slongd úr bussinum, minnist Poulina. – Hvat hendi? Hví siti eg her? Eg var ísakøld [...] stóð í hansara makt at finna Súsonnu. Hann finnur hana undir afturendanum á bussinum, har motorurin er. Motorurin var framvegis í gongd. Hon liggur næstan øll undir í sjógvi, og tað var fløðandi sjógvur
Hon sigur, at hóast nógv er hent hesi árini, er nógv eftir enn, áðrenn vit hava ein nøktandi sáttmála og nøktandi kor fyri verkafólkið. - Eitt stríð, ið stendur fyri framman, er at vinna øllum verkafólkum [...] - Vit koma ongantíð á mál! Hetta er seinastu boðskapurin frá Ingeborg Vinther, nú hon leggur frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðarfelag um eina lítla løtu. Samstundis endar eitt tíðarskeið í søguni hjá [...] verkafólkum ein góðan fastlønarsáttmála. Vit hava sett sjøtul á, men nógv skal til, áðrenn komið er á mál og tað verður ein uppgáva hjá nýggja formanninum, leggur hon afturat. Hon ásannar, at tað hevur verið strævið