Heimahjálpararnir eru skelkaðir av tíðindunum fyrr í vikuni um, at Heimarøktini vantar 4 mió. krónur til restina av árini. Og nú er komið fram, at rætta upphæddin helst er seks milliónur krónur.
Heilt óvart kemur tað tó ikki á heimahjálpararnar, at stovnur teirra vantar fleiri milliónur krónur, nú tveir mánaðir eru eftir av fíggjarárinum. Fleiri økisleiðarar eru settir, og amanleggingin av heimasjúkrasystraskipanini og heimahjálpini hevur kostað nakað, við tað at arbeit verður í bólkum, og hvør bókur hevur fingi síni høli við telefon o.ø. Við øðrum orðum meira umsiting.
Haraftrat eru komin nøkur sambýli, har heimahjálparar arbeiða.
Fyrr í vikuni skrivaði Heimahjálparafelag Føroya til landsstýrið og bað um, at tað, sum í restar, verður játtað Heimarøktini, soleiðis at sleppast kann undan fleiri skerjingum í tænastuni.
Fáa ikki neyðugu hjálpina
- Vit, sum hava kunnleika til dagligu gongdina innan heimarøktina, vita, at tær sparingar, sum framdar eru longu hava skorið so djúpt, at mangir gamal og hjálparleysur í Føroyum í dag ikki fær ta hjálp, sum viðkomandi hevur fyri neyðini, skrivar Heimahjálparafelagið.
Verður meira spart, fara fleiri at liggja fullkomiliga hjálparleys og fáa ikki so frægt sum, ta mest neyðturviligu hjálpina.
Heimahjálpararnir vísa á, at tað eru politikararnir, sum hava ábyrgd av teimum skerjingar, ið gjørdar verða, um Heimarøktin ikki fær meira pening.
Avvarðandi
mugu streingja á
- Vit kunnu ikki annað enn vísa teimum avvarðandi á, at um politsiki myndugleikin ikki er sinnaður at standa við sína ábyrgd, so kunu limir okkara ikki taka ábyrgdina av teimum avleiðingum hetta fer at fáa fyri tey fólk, sum hava heimarøkt fyri neyðini, sigur Heimahjálparafelagið, sum samstundis heitir á avvaraðandi at gera vart við seg fyri at fáa polititikararnar at skilja, hvussu álvarslig støðan er.
- Vit noyðast at gera vart við okkum nú, tí vit síggja, hussu illa stendur til. Tað er syrgiligt at síggja, at gomul og hjálparleys fáa alt ov lítla hjálp. Tað verða tyngri og tyngri tøktarsjúklingar, sum vit skulu til, sigur nevndin í Heimahálparafelagnum, sum vit hava prátað við.
Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at sjúkrahúsini skrivað fólk út fyrr enn t.d. í 80-árunum, men tað tykist eisini sum, at kommunulæknarnir halda aftur við at leggja gomul inn. Alt økir um trýstið á heimarøktina.
- Vit noyðast at rópa varskó, tí tey gomlu fáa ikki hjálpina, tey hava fyri neyðini. Men sum felag noyðast vit eisini at mótmæla, tí mark má vera fyri, hvat limir okkara kunnu góataka. Arbeiðið er blivið so tungt bæði likamliga og sálarliga, at vit kunnu ikki góðtaka, at tað verður harðari enn, sigur nevndin.
Verri næsta ár
Og frægari verður ikki næsta ár.
Fíggjarætlanin hjá Heimarøktini næsta ár verður bara 602.000 krónur størri enn í ár. Tað fer ikki at ganga, tí lønirnar hækka og eitt sambýli kemur aftrat æsta ár, siga heimahjálpararnir.
- Tosað verður um at spara alla reingerð hjá teimum gomlu burtur, men vit loyva okkum at seta spurnartekin við, um tað er forsvarligt.
- Vit mugu minnast til, at tað eru heilt nógv eldri fólk, sum ongan avvarðandi hava at hjálpa sær m.a. við reingerð. So langt burturfrá øll hava ráð til at gjalda fólki at gera reint fyri seg. Tað er heilt meiningsleyst, um ikki skal gerast reint hjá teimum gomlu, serliga tá hugsað verður um, hvussu strong krøvini til reingerð eru á røktarheimunum.
Mugu sleppa upp
- Tosað verður eisini um, at í staðin fyri fýra ferðir skulu heimahjalpararnir baar fara tríggjar ferðir um dagin inn til tey, sum veikast eru. Tað eru nógv, sum mugu hava hjálp til bæði at koma upp úr songni og í songina. Verður talið av vitjanin hjá teimum skorið niður, verður avleiðingin, at tey mugu liggja í songini hálvan dagin, tí allan dagin orkar eingin at sita i sama stóli.. Kunnu vit bjóða teimum tað? spyr nevndin í Heimahjálparafelagnum.
- Samanleggingin var ein politisk avgerð, og taað má tí vera ein politisk skylda at gjalda meirkostnaðin, sum stóðst av samanleggingini.
Heimahjálparafelagið útpeikar ikki nakan syndabukk og krevur ikki, at høvd falla. Hvør hevur skyldina av tí stóra hallinum, viðkemur ikki teimum. Tær vilja bara hava skipanina at virka, at skipanin er forsvarlig, og at tær fáa frægari arbeiðsumstøður.
- Pengarnir mugu finnast onkrastaðni.
Tey rópa ikki
Nevndin í Heimahjálparafelagnum heldur tað vera skelkandi, at tey gomlu aftur skulu merkja sviðan av skerjingum.
- Hatta ættarliðið rópar ikki hart. Tey hava verið sparin og eru takksom fyri ta hjálp tey fáa. Hvussu munnu tey ikki kenna seg nú?
- Tað er so syrgiligt, tí fleiri teirra byrjaðu sítt vaksna lív vi at ansa eldra ættarliðnum. Nú tey eru gomul, verða tey slept upp á fjall, sigur nevndin.
Tær halda, at okkurt man vea galið, at tað knappliga nú verður so galið við fíggjarstøðuni hjá Heimarøktini. Burtursæð frá, at eitt sindur vantaði í í 1995 hevur borið til síðan 1990 at hildið seg innan fyri játtanina.
Mist útbúgvingarpengarnar
Heimahjálparafelagið átalar eisini tær 400.000 krónurnar, sum felagnum vórðu játtaðar til útbúgving næstu árini, sjalvt um nýggja útbúgvingin skuldi verið á veg, at teir pengarnir nú bara eru tiknir av fíggjarlógini.
- Øll mugu skilja, hvussu týdningarmikið tað er at útbúgva heimahjálparar javnan, tí arbeiðið broytist alla tíðina. T.d. skuldu heimahjálparar í byrjanini duga at seyma knappar í og gera alt vanligt húsligt arbeiði. Nú er langt síðan at vit gjørdu slíkt. Arbeiði okkara fevnir nú mest um persónliga røkt og sjúkrarøkt, sigur nevndin í Heimahjálparafelagnum.









