Vit kundu ikki sita bundin

Í barnaheiminum í Pedda við Stein gøtu í Havn er aftur leikur og gleimur av børnum. Súsanna, vaksna dóttirin í húsinum, er heima í barnsburðarfarloyvi við døtrunum báðum. Møðgurnar, Poulina og Súsanna Slættanes lata í hesi grein upp dyrnar og minnast aftur á lagnutunga dagin beint undan jólum í 1986, tá húskið var við í bussinum, sum bóltaði av vegnum undir Valaknúkum í Eysturoy

– Vit fingu brádliga hugskotið at fara norður við jólagávum til skyldfólk í Klaksvík hend­an sunnumorgunin. Veðrið var so vakurt, hóast kalt og eitt sløð av kava lá. Nógv hevði verið gjørt burtur úr jól­unum fyri børnum í bæði sjónvarpi og útvarpi, og eg hevði skrivað ein jólasjónleik, sum var væl móttikin í nunnu­skúlanum nakrar dag­ar framm­an­undan. Jóla­mans­búnin var eisini í við­før­inum. Hann ætlaði eg mær í umborð á Ternuni, fyri at gleða børnini í granna­lagnum á Biskupsstøð. Hetta var samanumtikið ein ljósur »stytsti« dagur, sum vit øll gleddu okkum til, greiðir Poulina Slættanes frá.
Vónrík
21. desember 1986 var Súsanna Slættanes trý ár. Hon var spent at sleppa til Klaks­víkar við foreldrunum og 13 ára gamla beiggjanum, Páll, at vitja systkinabørnini í Klaks­vík. Hon var í reyð­um sokka­buksum og kálvaskinsfeldi. Seks ára gamli beiggin, Rani, vildi heldur vera heima, tí tey eru grannar hjá Barna­heim­inum, og hetta var dagurin, har tyrlan fór at lenda har við jóla­manninum. Sum siður var, vóru børnini í granna­lagnum vælkomin á Barna­heimið hendan dagin.
– Bussurin fór frá Auto klokkan 10:30. Fleiri børn úr hond­bóltsfelagnum Neistanum ætlaðu sær við buss­inum. Tey høvdu ikki fing­ið boð­ini um, at dysturin, tey skuldu leika, var avlýstur, tí tey mangl­aðu dómara. Buss­før­arin gav teimum boðini, so tey ikki fóru til fánýtis, og tí­betur tað, greiðir Poulina Slættanes frá. Hon hevur verið lærari í Sankta Frans skúla í meiri enn ein mans­aldur.
– Vit fara so við bussinum niðan eftir Oyggjarvegnum, sum gjørt varð tá, niðan í kuldan. Hálkan kom sum eitt skot. Eingin gav sær far um annað enn ein øðrvísi jóla­ligan og stuttligan sunnudag. Vit skuldu geva gávur, hitta sysktkinabørn, eta góðan døg­urða og so heim at halda jóla­frí.
– Tá vit koma norður á Norðskála, kemur ein kona upp í bussin, sum vit kendu. Hon skuldi eisini til Klaks­víkar við jólagávum, men hon vann ikki vegin fram. Vit sótu høgru megin í bussinum, mað­ur mín, Steinbjørn, við Súsonnu dúrandi í fanginum. Páll sat vinstrumegin.

Hvat hendir nú?
Í útvarpinum vóru hugna­ligir jólasálmar frá eini guds­tænastu – í menniskjum var góður tokki. Klokkan var 11:50. Nú kemur ein mót­koyr­andi bussur, sum skuldi framvið okkara bussi. Mann hev­ur nú fingið varhugan av, at vegirnir eru ógvuliga hálir.
Um nakar heldur tað vera óneyðugt at sita í trygdar­belti, tí mann klárar at halda sær føstum í einum akfari, sum fer bóltandi, vil Poulina fegin vera við til at avlíva ta mýt­una:
– Eg náddi bara at hugsa, »Hvat hendir her?« So var alt rumbul og ruðuleiki, og eg visti ikki, hvat vendi upp og niður. Tú fellur ikki í óvit, men missir skilið fyri javnvág, og fært einki gjørt at stýra støðuni. Centrifugalmegin er øgilig, og vit vórðu slongd úr buss­inum, minnist Poulina.
– Hvat hendi? Hví siti eg her? Eg var ísakøld og føldi, at tað var galið við háls­inum og nakkanum. Skógv­ar­nir vóru vekk. Lastikkið um hesta­halan var vekk. Stein­bjørn var næstan kvaldur í slipsaknútinum. Vit høvdu øll djúp bløðandi sár, skeinir og skursl fleiri staðni. Eg var skelkað, og tað er ilt at seta orð á. Páll fann eg bein­an­vegin, og Steinbjørn var eis­ini har. Men hvar var okkara lítla genta? Vit vóru frá okk­um sjálvum.

Føst undir bussinum
So síggja tey hendan bussin, og har inni var eitt stórt kaos.
– Steinbjørn gjørdi alt sum stóð í hansara makt at finna Súsonnu. Hann finnur hana undir afturendanum á bussinum, har motorurin er. Motorurin var framvegis í gongd. Hon liggur næstan øll undir í sjógvi, og tað var fløð­andi sjógvur. At fáa hana leysa var ógjørligt. Tó fekk hann trýst eina tasku undir høvdið á henni. Hon var uttan vit. Tá verður beinanvegin sagt, at krani mátti til, fyri at fáa lyft bussin, tí hon kundi ikki hálast undan.
Tað gekk skjótt, at forbí­koyrandi bilar vóru á stað­num. Men hetta var áðrenn fartelefonirnar, so tann, ið kom fyrst, mátti koyra til bensin­støðina í Skálabotni at ringja eftir hjálp.
– Tað er løgið, sum mann rea­ger­ar, tá mann fær skelk. Minnist, at eg trættist við Jógvan Esmar Ósá, sum var ein av løg­reglu­monn­unum á stað­num, at eg mátti sleppa norður við jóla­­gáv­­unum. Fór jú úr Havn í jóla­hýri við jóla­­gávum og føð­ingar­­dags­gávum frá familjuni á Argjum, fastr­ini hjá okk­um í Havn og okkum sjálv­um. Hevði hesi ørindi at av­greiða fyri so nógv av skyld­fólk­unum her. Skilji tað ikki í dag – tað er sum at eg noktaði at finna meg í hesi broyttu støð­uni. Hetta skuldi vera ein stutt­ligur dagur!
– Tvær tyrlur komu á stað­ið, og har var so mikið hált, at mann ikki fekk staðið á bein­unum. Rajani skurð­lækni, sum var til eina jarð­ar­ferð úti í Runavík, varð skjótt boðsendur, tí allar lækna­kreftir máttu stíga til. Hann fór við Steinbjørn og Súsonnu á Landssjúkrahúsið við aðrari tyrluni. Tað galt um at gera skjótt av, tí lær­legg­urin var illa brendur, og har vóru trý opin beinbrot í vinstra beini.

Mín revsing
Poulina slapp ikki við tyrl­uni, men koyrdi suður við ein­um frá tilbúgvingini á Skálafjørðinum.
– Koyrirtúrurin av van­lukku­staðnum til Havnar, er eitt tað ringasta, eg havi verið úti fyri. Páll og eg fylgdust til Havnar. Hann hevur havt tað ringt, tí eg vildi alla tíð­ina hoyra útvarpið, men før­arin, sum helst var ein skála­maður, royndi at dempa. Guds­tænastan var avbrotin av van­lukkuni. Eg var greið um, at tað stóð illa til við Súsonnu, og væntaði tað ring­asta. Hann, sum koyrdi okk­um til Havnar, hevur helst óttast fyri, at deyðsboð komu um Súsonnu umvegis út­varpið. Hann royndi tað, hann kundi at leiða tankar­nar aðrastaðni, at tað nokk fór at ganga. Eg minnist, at telefonkervið brendi saman sum so ofta, tá okkurt álvars­lig hendir í okkara lítla sár­bæra samfelagi.
– Eg kendi tað sum, at hetta var mín revsing, at eg skuldi vera so býtt og fara norð­ur at spæla jólamaður á vetrar­degi. Eg hevði sæð, hvussu bussurin lá, og hvussu hann hevði skrætt eyr, steinar og flag oman við sær. Eg var fyrireikað uppá, at Súsanna var deyð – eg var ikki í iva um tað, minnist Poulina.

Hon livir!
Tá tey nærkaðust Lands­sjúkra­húsinum, tordi Poulina ikki at fara inn at fáa dómin. Teir báðir læknarnir, Anders Harboe Ree, systkinabarn Poulinu, og Erik Norderø, sáli, sum var giftur systkinabarni hennara, stóðu fyri henni við koyristóli. Hon var ikki væl fyri, hevði bløðandi sár, og nakki og hálsur høvdu fing­ið løst og skelkurin var meinur.
– Eg hugsaði, at mann helst tilvitað hevði sett júst teir báðar at taka ímóti og siga mær frá, at vit høvdu mist Súsonnu, líkasum fyri at gera tað eitt sindur eirinda­samt.
Vinstra bein var álvarsliga meiðslað. Men teir søgdu, at tamar­hald var á støðuni, men at hon var sera álvarslig. Tað var ein ovurhonds stórur uggi.

Tríggjar konur doyðu
Sjálv fekk Poulina staðfesti brák í nakka og hálsgeisla. Steinbjørn hevði brotið fleiri riv og fekk pentur seymaðar í lær og legg. Páll hevði eitt stórt sár í beininum, sum hann mátti skurðviðgerast fyri. Øll 13 fólkini, sum yvirlivdu, vóru flutt á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.
– Onnur sluppu nógv verri frá vanlukkuni enn vit. Buss­van­lukkan travdi trý mannalív. Tríggj­ar konur doyðu. Tvær teirra vórðu slongdar út gjøgnum rútarnar og lógu undir bussinum. Tær sótu í somu síðu sum vit. So vit kenna okk­um sjálvandi takksom at sleppa við lívinum.
Skadd fyri lívið
Beinið á Súsonnu var so mikið illa farið, at hon mátti til Danmarkar at fáa viðgerð. Beinið var illa brot­ið og brent, og hon hevði mist stórar partar av vøddum og húð. Sjálv var Poulina ikki ment at fara, tí hon var illa fyri og hevði kraga um hálsin.
– Systir mín og táverandi svág­urin fóru niður við Súsonnu ann­an jóladag. Sjálv fór eg niður á Ríkis­sjúkrahúsið til Súsonnu dagin fyri nýggjársaftan. Tá var tað, sum gekk tað upp fyri mær, at hetta fór at ganga, tó at beinið var illa farið.