Vit liva frameftir

Wanja Petersen var fimtan ára gomul 5. desember í 1971, tá hon bleiv móður- og faðirleys. Foreldrini Jóhanna og Árni Petersen, sum vóru miðskeiðis í tríatiárunum, doyðu í ferðsluvanlukku. Hon og systkini, átta í tali, í aldrinum tvey til tjúgu ár, sótu eftir. Seks gentur og tveir dreingir

Tá í 1971 gekk eg í 3. real í Stranda skúla, og eg minnist væl hesa syrgiligu van­­lukku. Fólk tosaðu um hana - ringt er at missa mammu ella babba, men at missa bæði…
Seinni kom eg at kenna Wanju. Vit gingu trý ár í flokki saman í Hoydølum. Glaða og fyrikomandi gentan, sum eg hitti fyrstu ferð í 1974, er í dag sama blíða og vinarliga Wanja.
Nú jólini eru í hondum, og bæði vaksin og børn gleða seg til at halda jól-ini heima, havi eg hugsað um, hvussu tað var hjá Wanju at koma ígjøgnum jólini og tíðina aftaná uttan foreldrini, sum eru tey, vit sum børn savnast um. Tá eg so spurdi, um hon helt meg vera nærgangandi at spyrja um hetta, svar­aði hon: Nei, als ikki! Góða, kom heim til mín hóskvøldið, so kunnu vit tosa um tað.
Meðan vit sótu í hugnaligu stovuni hjá Wanju við vælkryddaðum kaffi og kleynum og vaniljukransum afturvið, fingu vit eitt deiligt kvøld, har vit eisini vendu nógvum av lívsins viðurskiftum. Eg lati Wanju orðið:
– Tað verður eitt risastórt tómrúm, tá tú missir foreldrini og tú verður ong­­an­tíð liðug at fylla hetta tómrúmið. Tú velur sjálv, hvat tú fyllir í tað – um tað er við góðum minnum, hendingum og øðrum. Lívið er stutt, og tí er tað týdning­armikið hjá mær at minnast alt tað góða og at liva lívið. Og eg havi nógv at vera takksom fyri.
– Eg minnist, tá fólk spurdu meg, hvørji foreldur míni vóru, tá plagdi eg heldur at siga teimum, hvørji mínar ommur og abbar vóru. Hetta segði eg fyri spara tey, tí ofta vistu tey ikki, hvussu tey skulu reagera og hvat tey skuldu siga. Nú eg eri vorðin tilkomin, havi eg hugsað nógv um, at eg ikki hava havt sama frælsi at tosa um míni foreldur, sum doyðu ung, á sama hátt sum onnur tosa um síni foreldur. Tí-betur er nógv broytt til tað góða. Nú er tað gerandiskostur at tosa og skriva um tey, ið eru farin.
– Eg hevði og havi eitt gott lív. Hóast tú hevur mist nógv, kann lívið vera gott, og tað havi eg eisini sannað í mínum arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur, har eg havi møtt fólki við nógvum ymiskum lagnum.
– Eg kann sjálvsagt bara tosa fyri meg, men eg minnist onki trist. Jú, sjálv­andi var tað trist at missa for­eldrini. Men familjan var stór í báðar ættir. Mamma og tey vóru seks systkin, hjá babba vóru tey tólv. Vit høvdu abbar og ommur. Øll tóku um endan, har mamma og babba sleptu. Góvu okk­um umsorgan og kærleika. Minnist at ein pápasystir og eg gingu langar túrar í øllum veðri, har vit fingu nógv góð prát.
Onkur helt, tá tey smáu systkini beist­aðust, at tey áttu ikki at leika so í, tí tað hóskaði ikki, nú foreldrini stóðu undir børu, men tá segði onkur skila­góður: lat tey endiliga spæla. Sjálv fór eg í skúla sum vanligt.
– Familjan er trygdarnetið og trygd­ar­­netið hjá okkum hevði ógvuliga smá­ar meskar. Tað vóru nógv góð fólk um okkum. Hugsi eisini at tað er tí, tú hevur familju. Familjan, vinir og kenn­ingar hava ómetaliga nógv at týða fyri meg.
– Tvær tær elstu systrarnar arbeiddu í Danmark tá. Omma og abbi í Klaksvík fluttu til Havnar til okkum at búgva. Tey vóru hjá okkum í eitt ár. Abbi, sum var maskinmaður, fekk arbeiði á Skipasmiðjuni, og omma gekk heima. Árið eftir fluttu mostir mín Jónvá og Karl inn til okkum við fýra børnum. Sum tíðin gekk mentust vit og gjørdust sjálvbjargin,
– Heimið í Brøttulíð var ein basi hjá systkjunum. Í dag eiga næstyngsta systir mín og maður hennara húsini.

Tey fyrstu árini
– Vit búðu fyrstu árini í Klaksvík. For­eldrini bygdu hús á Biskupstøð. Mamma gekk heima og babba sigldi. Fyrst í trýssunum fluttu vit til Havnar. Babba bygdi okkum húsini í Brøttulíð. Fór í læru sum timburmaður, og hevði sjey børn at forsyrgja. Sum ung arbeiddi mamma á vaskarínum og reinsarínum í Klaksvík. Tá vit vóru flutt til Havnar, plagdi Reinsaríið í Havn at ringja eftir henni, tá teimum tørvaði arbeiðsmegi. Hugsa tær, hvussu djørv og røsk tey vóru.
– Eitt stuttligt minni frá tíðini í Klaks­vík, er tá vit systkin fingu barnasjúkur sum meslingar ella reydlingar. Tá fluttu vit inn til ommu á Lítlubrekku, vórðu »inn­løgd« á loftinum hjá henni og har fingu vit alvorliga góða røkt við malt­øli og øllum góðum. Bæði abbi og babba sigldu, so tað var so sjálvsagt, at mamma fór við okkum til ommu at vera.
– Babba lærdi meg at svimja í sjó­num har norðuri í Klaksvík. Tá vit fluttu til Havnar bleiv tað ein vani at fara í svimji­hylin sunnumorgnar. Heimaftur komin fingu vit góða køku, sum mamma hevði bakað leygarkvøldið.

Mínar fyrimyndir
– Hóast foreldur míni fingu eitt stutt lív, so livdu tey, meðan tey livdu. Eg lærdi nógv av teimum. Tey eru ein natúrligur partur av mínum gerandisdegi, hóast ikki í likamligum líki. Ígjøgnum lívið hevur tú nógvar fyrimyndir, og foreldur míni eru ein av teimum.
– Ein spurningur, ið eg havi fingið gjøgnum árini, er: »Saknar tú ikki for­eldrini?« Havi hugsað nógv um henda spurning. Hvussu kanst tú sakna nakað, ið tú ikki hevur? Sum eg segði, so eru foreldrini ein natúrligur partur av mínum gerandisdegi. Vit liva ikki aftureftir, men frameftir.
----


FAKTA
• Útbúgving sum sjúkra­røktar­­frøðingur á Sjúkra­systraskúla Føroya í 1984
• Arbeiddi á Barnadeildini á Landsjúkrahúsinum frá 1984-95
• Arbeitt í heimarøktini, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, á Hvíldarheiminum Naina og Samsøe Sjúkrahúsi
• Leiðari í Tilhaldinum í Tórsgøtu frá 1997-
• Rithøvundur: »Frá Diakonissuni til sjúkrasystrina« 1998
• Leiðsluútbúgving 2005
• Arbeiðir við lista­hand­verki og hevur havt bæði sjálvstøðugar fram­sýningar og saman við øðrum í Føroyum og úti í heimi
----

Wanja er ein fjølbroytt og litrík dama. Í báðar ættir hevur Wanja arvað síni skapanarevni og -gleði. Omman og abbin í Fuglafirði vóru Martina og Sámal Petur av Viðareiði. Í Klaksvík vóru tey Annelena og Luddi í Gøtu.
Wanja fæst við alt møguligt handverk. Heim hennara er sera vakurt og hugnaligt. Pyntað við livandi ljósum og hennara estetiski sansur sæst aftur í hvørjum smáluti. Í hesum døgum er jólaprýðið funnið fram og hvørt einasta rúm í húsinum er skrýtt. Nógv av jólapyntinum hevur eina søgu. Wanju minnist, hvør hevur skapað ella keypt hetta ella hatta