Vit menn mugu hava dirvi til at seta okkum til viks

Røða um javnstøðu, sum Arnbjørn Ó. Dalsgarð helt á árliga fólkafundinum á Føroya fólkaáskúlan á ólavsøku

Gott fundarfólk, góðu háskúlavinir, góðu ólavsøkugestir.

 

Stóri týski heimspekingurin Immanuel Kant, sum livdi í 1700-talinum, segði, at onki vakti størri undran hjá sær, enn stjørnuhimmalin yvir honum, og morallógin inni í honum.

 

Sanniliga vita vit í dag nógv meira um stjørnuhimmalin, alheimin, náttúrukreftir og fyribrigdi í fysiska umhvørvi okkara, enn tey gjørdu á døgum hansara. James Webb, nýggi spegilskikarin úti í rúmdini, letur okkum nú síggja 13,5 milliardir ár aftur í tíðina. Næstan heilt aftur til, tá fyrstu stjørnur og stjørnubreytir alheimsins vórðu til. Er tað ikki ótrúligt?

 

Vit kenna náttúrulógirnar so væl, at vit megna at forrita og broyta lívsins kotur. Við nýggjum tøkniligum frambrotum innan lívfrøðina, við so løgnum heitum sum CRISPR og mRNA, kunnu vit skjótt lekja og útrudda allar sjúkur. Er tað ikki eisini ótrúligt? Immanuel Kant hevði ivaleyst verið sera hugtikin, um hann sá, hvussu langt vit eru komin innan so at siga øll øki náttúruvísindanna.

 

Men hvussu stendur til við morallógini? Henni sum skal leggja okkum lag á, hvussu vit skinsamt skulu brúka alla hesa vitan, vit nú hava, soleiðis at hon verður øllum at gagni? Soleiðis at øll fáa eitt gott lív? Hava vit ment moralin í sama mun sum náttúruvísindini, ella eru vit heilt givin við at lata okkum undra av dýpdini og margfeldinum í morallógini? Uttan at vera moraliserandi, so tykir tað mær, at vit hava ikki flutt okkum eins langt á hesum øki.

 

Ein stórur partur av heiminum verður beint nú stýrdur av vittíggjum, sum ikki síggja ta einstaku menniskjuna sum eitt virði í sær sjálvari – ella sum eitt mál í sær sjálvari, soleiðis sum Immanel Kant orðaði tað. Hesi vittíggi síggja sínar medmenniskjur einans sum amboð til at berja sín vilja ígjøgnum, ikki petti annað.

 

*

 

Tá ið eg fyri stuttum var til próvhandan hjá Fróðskaparsetrinum uppi í Norðurlandahúsinum, legði ein av røðarunum – ein kendur maður í høgum almennum starvi – fyri við at siga, at hann hevði ein boðskap til tey nýútlærdu og teirra avvarðandi, meg og hini, sum vóru komin at lýða á; ein boðskap, sum hann fór at koma aftur til seinni í røðuni. Eg minnist ikki so nógv av tí, sum hann annars segði, tí eg var so spentur eftir at hoyra boðskapin, hann fór at koma við. Og langt um leingi fingu vit hann. Boðskapin. Hann var, at vit í Føroyum búgva í heimsins besta landi, og at hetta eiga vit at hjúkla um og verja.

 

Hóast boðskapurin var góður, má eg viðganga, at eg kendi meg ikki sørt nipnan. Gaman í er friður í Føroyum, meðan tað aðrastaðni er kríggj. Gaman í fáa vit mat í munnin, meðan fólk aðrastaðni svølta. Gaman í eru vit væl útbúgvin, meðan fólk aðrastaðni als ikki sleppa at ganga í skúla. Gaman í hava vit vælferðarskipanir, sum lofta teimum flestu av okkum, tá ið vit snáva, meðan fólk aðrastaðni mugu klára seg sjálvi. Gaman í er veðrið onki at reypa av, men kortini avgjørt at fyritrekkja fram um ekstrema veðrið, sum rakar fólk aðrastaðni, við skógareldum, orkanum og vatnflóðum. Og gaman í hava vit eitt sera framkomið og frælst samfelag, tøkniliga, vinnuliga og samferðsluliga, meðan fólk aðrastaðni ikki hava frælsi til at samskifta, handla og flyta seg sum teimum lystir. Jú, tað er sum so onki galið við øllum hesum, tvørturímóti. Føroyar eru heimsins besta land.

 

Hvat var tað so, sum bagdi? Hví kendi eg meg nipnan av boðskapinum?

 

Tí eg veit, at hesin boðskapur ikki er galdandi fyri øll. Hann er ikki galdandi fyri tey, sum mugu rýma av landinum, tí tey ikki finna nakað at búgva í. Hann er ikki galdandi fyri umhvørvið og náttúruna, sum vit fylla við plasti frá spreingileidningum og graslíkisvøllum, og dálking frá fossilum brennievnum, fyri ikki at tala um ljóðdálkingina. Boðskapurin er heldur ikki galdandi fyri kvinnur, sum vilja ráða yvir sær sjálvari, og hann er als ikki galdandi fyri kvinnur yvirhøvur, sum eru undirumboðaðar allastaðni, har sum veruliga valdið liggur. Her eru Føroyar langt aftan fyri flestu lond í frælsa heiminum, sum vit vilja samanberast við.

 

Føroyar eru ikki nakað paradís fyri onnur enn menn við stuttleikabátum, stuttleikabilum, stuttleikaferðum, stuttleikafestivalum. Menn við stuttleikafótbóltsvøllum, stuttleikastórhøll, stuttleikalanghylum, stuttleikagolf; menn við stuttleikaseyðahaldi, stuttleikaveltum, stuttleikagrinda- og springaradrápi, stuttleikatøkni, stuttleikateldu- og pengaspølum, suttleikaspekulatión. Jú, tað er stuttligt og gott av verður maður í Føroyum.

 

*

 

Hans Andrias Djurhuus, fólkaskaldið, skrivaði í heilsan síni til Føroya Fólkaháskúla í 1949, tá ið háskúlin fylti 50 ár, soleiðis um tíðina, tá ið hann sjálvur gekk á háskúlanum í Føgrulíð frá 1901-1902: "Vit sum tá vóru næmingar á háskúlanum høvdu, so ungir, vit vóru, varhugan av, at her var støðið gjørt undir teirri nýggju tíð, sum skuldi endurnýggja føroyskt fólkalív og mentan. Vit høvdu eisini kenslu av, at háskúlin fór at verða tann fasta borgin fyri hesum."

 

Í 1902 var uppskot frammi um at geva støkum kvinnum valrætt til býráðið her í Havnini. Tá mælti Júst Jacobsen, bóndi í Havn, frá at samtykkja uppskotið, við teirri grundgeving, at "føroyingar og serliga kvinnurnar her á landi eru nógv aftari, tá ræður um politikk, enn fólk aðrastaðni í kongsríkinum". Uppskotið varð tó samtykt í løgtinginum longu sama ár, og hetta slóðaði fyri, at kvinnur í øllum ríkinum fingu valrætt, fyrst til kommunuval í 1908, og síðan fullan valrætt til løgtingsval og fólkatingsval í 1915. Hetta lesa vit um í fimta bindi av  Havnarsøgu, eftir Nolsøe og Jespersen. Eg ivist ikki í, at tann andliga vekingin og framburðshugsanin, sum streymaði frá háskúlanum út í allar krókar samfelagsins, høvdu sína stóru ávirkan á hetta mál, eins og so mong onnur týðandi mál, eitt nú spurningin um føroyska málið.

 

Vit kunnu sostatt siga, at vit í ár hátíðarhalda 120-ára dagin fyri, at fyrstu ítøkiligu stigini vórðu tikin til at geva kvinnum valrætt í Føroyum. Og eg undirstriki geva, tí tað vóru menn, sum 17. september í 1902 góvu kvinnunum hendan sjálvsagda rætt, tá ið ein sera tepur meiriluti í løgtinginum samtykti uppskotið. Vert er at geva gætur, at hetta var eitt heilt ár fyri, at suffragette-rørslan kyknaði í Stórabretlandi og Írlandi – rørslan sum slóðaði fyri, at kvinnur í hesum londum eisini, men ikki fyrr enn í 1928, fingu fullan valrætt, og sum í dag stendur sum sjálv ímyndin av stríðnum fyri politiskum rættindum til kvinnur um allan heim.

 

At vit í Føroyum soleiðis hava verið undangongufólk í spurninginum um javnstøðu í valrætti og valbæri, eri eg sum føroyskur maður errin av. Men vit mugu tíverri ásanna, at javnstøða í valrætti ikki av sær sjálvum sæst aftur í valdsbýtinum í samfelagnum. Fyrsta kvinna tók ikki sæti í løgtinginum fyrr enn í 1964, næstan 50 ár eftir, at kvinnurnar fingu valrætt. Tað var Malla Samuelsen, sum varð vald fyri Sjálvstýrisflokkin. Hon hevði eisini gingið á háskúla sum ung, eins og Hans Andrias Djurhuus.

 

Men eru vit so komin nakað longri í dag? Vit kundu sagt jú, tí í løtuni eru 10 av 33 løgtingslimum kvinnur, men heilar sjey teirra sita í andstøðu og hava tí ikki vald til at broyta nakað stórvegis. Ongin kvinna telist millum teir sjey landsstýrismenninar, og vinnulívið er í stóran mun framvegis stýrt av monnum. So nei, vit eru komin alt ov stutt. Ráðandi hugburðurin tykist enn at vera tann sami, sum tá Júst Jacobsen, bóndi, í 1902 mælti frá at geva kvinnum valrætt. Tíverri.

 

*

 

Eru Føroyar so heimsins besta land? Kanska. Fyri summi: heilt vist! Men sæð ígjøgnum javnstøðubrillur og fólkaræðisbrillur, síggi eg kortini, at tað er pláss fyri batum, ikki bara í politisku skipanini. 61% av lønunum í Føroyum fara til menn. Hvussu ber hetta til, tá ið menn bara telja 51% av fólkinum? Og hvussu var tað nú, tað var statt við pensjónunum hjá kvinnunum? Tær hava spart sær minni upp í pensjón enn menninir, tí tær hava fingið minni í løn, sjálvsagt, og oman á tað hava tær ikki kunnað spart sær upp, tá ið tær hava verið í barnsburðarfarloyvi. Hvør hevur hevur funnið upp á, at tað skal vera soleiðis? Tosaði nakar um trælahald? Er hetta nakað sum sømir seg heimsins besta landi? Og hvat við røktar- og umsorganarstørvunum? Yvirhøvur sonevnd kvinnustørv. Hvussu bleiv við lønarlagnum og arbeiðstíðini hjá teimum? Hava hesar kvinnur sømiligar arbeiðsumstøður í heimsins besta landi?

 

Tað, sum vit kortini kunnu fegnast um, er, at vit í Føroyum kunnu gera nakað við hesi viðurskifti. Vit hava frælsi til at gera tað. Vit hava frælsi til at kritisera, og vit hava frælsi til at broyta og bøta um støðuna. Tað er ikki allastaðni, fólk hava tað. Men vit mugu eisini tora at gera tað, og vit mugu sum menn eisini tora at lata onnur gera tað, nú vit so illa megna tað sjálvir. Onnur er í hesum føri fyrst og fremst kvinnurnar. Men eisini tey ungu, tey sum als ongan lut eiga í øllum teimum skeivu, vánaligu ella hálvvánaligu loysnum, avgerðum og skipanum, sum fyrst og fremst vit menn hava funnið upp á og sett í verk.

 

Ein høvuðsboðskapur mín í dag skal tí vera, at vit mugu hava veruliga javnstøðu, allastaðni, men serliga har, tær stóru avgerðirnar verða tiknar. Tá ið eg síggi skeivleikarnar her heima, og neyðina úti í heimi, ivist eg als ikki í, at støðan hevði verið nógv betri, um hin helvtin av íbúgvum heimsins, kvinnurnar, høvdu havt verið við til at taka tær stóru avgerðirnar, sum formaðu framtíðina – okkara nútíð. Higartil hava vit menn tikið avgerðirnar. Tað hevur ikki verið nøkur stór succes. Hygg at umhvørvisdálkingini og veðurlagsbroytingunum. Hygg at ójavnanum millum rík og fátæk. Hygg at menniskjahandlinum, narkoídnaðinum, krígsídnaðinum og vápnahandlinum og øllum tí, sum hetta elvir til: kríggj, yvirgangsatsóknir, vitleysar skottilburðir, avskeplað menniskjasýn, flóttafólkastreymar. Hygg at krígnum í Ukraina.

 

*

 

Vit hava langan veg eftir á mál, eisini í Føroyum. Vit síggja 13,5 milliardir ár aftur í tíðina, men vit megna ikki at síggja, at grannin, sum býr til láns, ella starvsfelagin, sum hevur eitt barn við serligum tørvi, ongan góðan eigur í heimsins besta landi. Vit lata eyguni aftur og blunda, tá ið vit hoyra, at tríggir teir ríkastu føroyingarnir eiga virði fyri næstan 8 milliardir krónur, samstundis sum vit siga okkum ikki hava ráð til at geva teimum, sum eru illa sperd, betri og rættvísari sømdir. Vit síggja 13,5 milliardir ár aftur í tíðina, men síggja ikki út um okkara egna dunnuhyl, tá ið tað ræður um etiskar spurningar. Morallógina.

 

Eg havi leingi verið sannførdur um, at grundin til hetta er tann, sum eg longu havi nevnt, at kvinnur ikki hava verið og ikki eru við til at avgera, hvørjar skipanir vit skulu hava. Alt frá átrúnaði til marknaðarbúskap, nationalismu, fyri so vítt eisini fólkaræði, er uppfunnið av monnum eftir idéalum og idéum, sum menn hava uppfunnið. Hava teir tikið hædd fyri, at kvinnur menstruera? Ella at tær við barnsburði og bróstgeving fara ígjøgnum eina kropsliga broyting, ofta pínufulla, sum menn ongan sum helst kjans hava at seta seg inn í ella ímynda sær? Mítt svar er eitt greitt nei.

 

Vit tøknifikseraðu menn, sum elska pengar og rokniørk og at vísa øðrum, hvussu ríkir og raskir vit eru, duga væl at hugsa um kvinnur. Men hava vit dugað at hugsað sum kvinnur, tá stóru avgerðirnar hava verið tiknar? Nei, sjálvandi ikki. Men vit hava heldur ikki viljað latið kvinnurnar sleppa framat, so at betri javnvág kundi verið fingin í avgerðirnar. Um ein vil tað ella ikki, so hava næstan ongar kvinnur verið millum tey fólkini, sum hava havt avgerandi valdið her í heiminum, toppleiðarar í politikki og vinnulívi, har allar týðandi avgerðir verða tiknar. Tað er har, treytirnar fyri okkara gerandisdag og okkara møguleikar í lívinum, verða settar.

 

Nei, tað er ikki nóg mikið bara at geva kvinnum valrætt og siga, at nú hava vit javnstøðu. Flest øll vita, sum eg longu havi nevnt, at menninir sita tungir á øllum leiðandi sessum av týdningi, eisini í politikki, og tí aftra fólk seg við at velja kvinnur. Veljarin veit, at kvinnur fáa ikki vald, hóast tær verða valdar. Hygg bara at teimum fólkavaldu, sum nú sita: antin eru tær í andstøðu, ella eru tær skúgvaðar til viks, bæði í lands- og kommunupolitikki. Hesin trupulleikin hevði verið minni, um vit til dømis søgdu, at helvtin av løgtinginum skal vera kvinnur, og at veljarin skal velja ein mann og eina kvinnu á løgtings- og kommunuvali. Hví finna vit okkum í grundini í, at kvinnurnar, sum eru helvtin av øllum fólkum í verðini, ikki eisini eru helvtin av teimum, sum hava valdið? Er tað ikki beinleiðis ómoralskt?

 

*

 

Tá ið eg leiti eftir grundgevingum, kann eg ikki lata vera við at hugsa, at tað at síggja til altíð er okkurt annað, onkur onnur dagsskrá, sum trokar burtur ella forpestar hetta sjálsagda krav um javnstøðu millum kvinnur og menn í valdsmiklastu sessunum. Tað er eins og liggur ein duld megi í sjálvari samfelagsskipan okkara, tilvitað ella ótilvitað, stýrd av monnum, sum altíð syrgir fyri, at onnur mál fylla meira í miðlum og í almenna rúminum, enn sjálvsagdi spurningurin um javnstøðu, og ikki minst javnstøðu í toppleiðsluni í politikki og vinnulívi.

 

Hvørji mál fylla meira, kundi ein spurt? Røðin er nærum óendalig av málum, sum fyri alt í verðini mugu loysast, áðrenn kvinnur kunnu sleppa fram at valdinum: stættarmunur, óavmarkað vinnufrælsi, samferðsluútbyggingar, tjóðarfrælsi, grønt orkuskifti og so framvegis. Seinnu árini hava vit so harafturat fingið valdsmiklar heimsumfatandi rørslur, sum duga sera væl at seta dagsskránna – rørslur sum yvirhøvur virka fyri góðum endamálum til frama fyri rættindi hjá minnilutum av øllum møguligum slag, men sum við síni ofta einoygdu framferð eru við til at teppa tosið um javnstøðu, ja ikki sjáldan elvir framferð teirra til beinleiðis kvinnuhatur og útihýsing av klókum fólkum, sum ditta sær at perspektivera kjakið. Eg havi hoyt røddir vilja vera við, at hesi rák í dag í stóran mun verða stýrd av monnum, pengasterkum monnum, sum hava funnið snildisligar mátar at tjena pengar burtur úr teimum. Nógvar pengar. Gefundenes Fressen, kundi ein freistast at sagt, ikki minst fyri multinationalar fyritøkur, sum orða politikkir fyri politiska korrektheit, og fjala yvirskotið í onkrum skattaskjóli, soleiðis at tað ikki kemur fjøldini til góðar.

 

Søgan endurtekur seg, tíverri.

 

*

 

Vit síggja 13,5 milliardir ár aftur í tíðina, men síggja ikki út um okkara egna dunnuhyl, tá tað ræður um rættvísi og javnstøðu millum kynini, antin dunnuhylurin eitur nationalisma, sosialisma, liberalisma, postkolonialisma, átrúnaður – ella fyri alt tað ítróttur, gongd í haga ella grindadráp.

 

Hevði verðin sæð betur út, um kvinnurnar høvdu havt minst líka stórt vald sum menninir? Ja, vit kunnu fyri fyrst hyggja at, hvussu verðin sær út í dag. Vit standa á gáttini til bæði heims- og atomkríggj, og ein verðurlagsbroyting av dimensjónum, sum vit higartil ikki hava kunnað ímyndað okkum, gerst fyri hvønn dag meira og meira ræðandi sjónlig. Eg eri sannførdur um, at høvdu kvinnurnar havt nakað at skula sagt, høvdu vit ongantíð verið endað her, sum vit eru endað. Tí tey flestu av omanfyri nevndu málum høvdu langt síðan verið loyst.

 

Tað gevur eftir mínum tykki lítla meining at tosa um frælsi, rættvísi og javnstøðu í mun til stættir, rasu, tjóðir, vinnulív, átrúnað, kynsligar minnilutar o.s.fr., tá helvtin av heimsins íbúgvum framvegis ikki hevur sama vald í heiminum sum hin helvtin, einans tí at hesir íbúgvar hava eitt annað kyn. Hetta er fyri meg so sera einfalt at skilja, og tað átti ikki at elvt til nakað høvuðbrýggj, hvørki hjá monnum, kvinnum ella teimum, mitt ímillum.

 

*

 

Árvakni áhoyrarin hevur langt síðan hugsað: nú hevur hann tosað í eina góða løtu um, at menn skulu lata kvinnunum tað vald, sum tær av røttum eiga lut í. Men er hann ikki sjálvur ein maður, og bara enn eitt dømi um ein mann, sum stendur og sigur, hvussu heimurin skal síggja út? Til tað svari eg: jú. Men eg vil leggja afturat, at eg haldi tað vera altavgerandi, at menn eisini byrja at tosa hesa søk, tí hon viðkemur okkum øllum. Hondina á hjartað, so kemur tað næstan ikki fyri, at menn klúgva í tvey, tá tað viðvíkur javnstøðu. Tað valdar ein tigandi semja millum menn, sum hava vald, um, at javnstøða er nakað, sum kvinnur kunnu fáast við. Tað viðkemur ikki teimum.

 

Og søgan sigur okkum eisini, at kvinnustríðið fyrst og fremst hevur verið ført við kvinnum á odda, og eisini, at hetta stríð hevur vunnið kvinnum – og okkum øllum – stórar sigrar. Malla Samuelsen varð vald í bæði kommunustýri og løgting, og hetta var ikki minst kvinnunum sjálvum og teirra stríði fyri javnstøðu at takka, tá ið tær stovnaðu kvinnufeløg og kvinnufylkingar. Valrætturin er ein av hesum sigrum, rætturin til barnsburðarfarloyvi við løn er ein annar. Men søgan vísir, at menn sita á valdinum so leingi sum teimum lystir, bæði í politikki og vinnulívi. Hví? Tí teir hava valdið til at gera tað. Sera einafalt. Tí mugu eisini menn bera fram slíkar hugsanir, soleiðis at aðrir menn kanska fara at hugsa eitt sindur meira um, hvussu rættvíst tað er ella ikki at útihýsa helvtina av íbúgvum heimsins frá veruligum valdi, einans vegna teirra kyn. Tí tað er um nakað ómoralskt, soleiðis sum eg síggi tað.

 

Men hvat sigur so morallógin inni í okkum? Immanuel Kant hevði eina trúgv upp á, at menniskjan er serstøk, og at hvør einstøk menniskja, kvinna sum maður, uttan mun til húðarlit ella uppruna, er før fyri at gerast fræls og eydnurík, hevur hon neyðuga amboðið til at gera tað við. Sapere aude. Hav dirvi til at brúka títt vit og skil. Hesi vóru hansara vísu orð, og amboðið, hann sipar til, er upplýsing. Tað er millum annað haðani, tankin um tann upplýsta borgaran í einum upplýstum fólkaræði stavar.

 

Vit vita, at kvinnur eru minst líka væl skikkaðar sum menn til hægstu størvini, ofta betur. Okkum monnum manglar ikki upplýsing. Men vit mugu hava dirvi til at brúka okkara vit og skil. Dirvi til at seta okkum til viks, soleiðis at valdið verður javnt býtt millum kynini. Dirvi til at lata frá okkum vald, hóast vit onga hóming hava av, hvat tað leiðir til. Dirvi til eisini at lata kvinnurnar sleppa at brúka sítt vit og skil í fremstu røð. Dirvi til at lata kvinnurnar vera við til at leggja støðið undir eina nýggja tíð, sum skal endurnýggja ikki bara føroyskt, men alheims fólkalív og mentan. Hvør veit, um ikki háskúlin og háskúlarørslan eisini fer at vísa seg sum tann fasta borgin fyri hesi endurnýggjan?

 

Takk fyri, og góða ólavsøku.