Vit koma ongantíð á mál

- Vit koma ongantíð á mál!

Hetta er seinastu boðskapurin frá Ingeborg Vinther, nú hon leggur frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðarfelag um eina lítla løtu. Samstundis endar eitt tíðarskeið í søguni hjá felagnum, tí í næsta mánað eru heili 31 ár síðani, at hon varð vald til forkvinnu í meginfelagnum hjá føroysku arbeiðararørsluni

Hon sigur, at hóast nógv er hent hesi árini, er nógv eftir enn, áðrenn vit hava ein nøktandi sáttmála og nøktandi kor fyri verkafólkið.

- Eitt stríð, ið stendur fyri framman, er at vinna øllum verkafólkum ein góðan

fastlønarsáttmála. Vit hava sett sjøtul á, men nógv skal til, áðrenn komið er á

mál og tað verður ein uppgáva hjá nýggja formanninum, leggur hon afturat.

Hon ásannar, at tað hevur verið strævið, men gevandi at vera forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Men hon staðfestir, at tað er tann dyggi stuðulin, sum hevur fingið hana at føla seg sum eina sterka forkvinnu.