Men hvar eru vit føroyingar og tey, sum skulu varða av okkara mentan og søgu, okkara fornminnum og okkara samleika? Hví sita vit í Føroyum “altíð” og bíða, til onnur taka sær um reiggj at brúka okkara tilfeingi? Vit hava sæð tað í ílegugranskingini, og nú síggja vit okkara mentanararv og søgu fara til fremmant land at tulka og arbeiða við.
Filmmiðilin er ein spennandi og týdningarmikil miðil, bæði til undirhald og lærdóm, og vit føroyingar hava síðan byrjan verið eins hugtikin og onnur av hesum fantastiska møguleika: at lata okkum føra inn í ævintýr og kunnandi frásagnir. Styrkirnar, ið filmmiðilin hevur, eru fram um aðrar miðlar at hugfanga og evna okkara tilvitan, og tí er tað eisini ein miðil, vit skulu fyrihalda okkum kritiskt til og læra okkum at brúka.
Føroyar hava eins og onnur lond eina ótømandi keldu av tilfari, tað veri seg innan mentan og samtíð, ið kann nýtast í filmi. Vit hava listafólk, ungdómar og fróðarfólk, ið øll uttan iva rúma hópin av tilfeingi til filmmiðilin, men í Føroyum eru stórt sæð ongar umstøður ella møguleikar at gera nakað við hetta tilfeingi.
Hví føroyska samfelagið og politiska skipan okkara ongantíð hevur stuðlað undir ella sæð tørvin og møguleikan í at uppala, at eggja til og at seta í verk møguleikan at brúka filmmiðilin, er ilt at siga. Eg loyvi mær at gita meg til tríggjar orsakir. Ein er fíggjarlig, tí hesin miðil ber orð fyri at vera kostnaðartungur. Sum tað næsta er hetta ein miðil, ið ikki hevur verið mettur sum “stovureinur” sæð í mun til okkara mentan, eins og føroyski dansurin og onnur mentan ikki hevur verið mett sum hóskandi, og sum tað triðja kann talan vera um undirskot av tjóðarkenslu ella samleikafatan. Her kunnu vit nevna dømi um, at vit í sera lítlan mun í skúla og mentan hava brúkt orku uppá at arbeiða við okkara egnu søgu og samtíð, at vit í sera lítlan mun hava brúkt pening og orku uppá at skráseta og verja okkara fornminni og mentanararv, og sum heild - eisini í dag - brúka lítla orku uppá at skapa kunning og innlit í okkara egna samfelag.
Í Føroyum hava vit tørv á einum Filmskúla. Hesin filmskúli kann gerast partur av Listaskúlanum, ið verður bygdur í næstu framtíð. Vit skulu leggja orku í at fáa henda miðil á føtur so skjótt, sum til ber, saktans í samstarvi við filmskúlar í okkara grannalondum. Stundin er komin, at vit, eins og øll onnur framkomin lond, kunnu bjóða ungdóminum møguleikan at brúka henda fantastiska hugfangandi miðilin, eins og vit kunnu brúka hann í okkara tjóðarbygging.