Vit kunnu ikki gera eina íløgu til "forventet fangst"

Kári P. Højgaard, formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu, heldur tað vera rættiliga náttúrligt, at alternativa havnin hjá Norrønu verður í Saltangará.
<DPTAB>    - Í fyrsta lagi er Skálafjørðurin tryggasta havnin, sum er, og her er gott pláss. Íløgan, sum skal gerast, er lutfalsliga lítil, sigur hann

Atløga

Kári P. Højgaard, sum er formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu, sigur, at býráðið avgjørt er sinnað at viðgera málið positivt, um eitt ynski kemur um at brúka Runavíkar havn sum alternativa havn til Norrønu
Hann heldur ikki, at neyðugt er við teimum stóru íløgunum, um verandi rampi verður breiðkaður, soleiðis at Norrøna eisini kann brúka hann.
- Men um áhugi er at gera eina íløgu á havnalagnum til "forventet fangst", ivast hann í.

Tryggasta havnin

Kári heldur tað annars vera rættiliga náttúrligt, at alternativa havnin hjá Norrønu verður í Saltangará.
- Í fyrsta lagi er Skálafjørðurin tryggasta havnin, sum er, og her er gott pláss. Eingir trupulleikar eru at bakka skipið móti rampanum, og gongst ógvuliga illa, er langur vegur yvir á vesturarmin á Skálafjørðinum. Haraftrat kemur, at íløgan, sum neyðug er at gera, er lutfalsliga lítil.
Hann vísir á, at allar ættirnar, sum eru tær ringastu í Havn, eru tær bestu við havnalagið í Saltangará.
- Høgættin kann vera eitt sindur harðbalin viðhvørt, men hon liggur beint úteftir fjørðinum, og tí er hon heldur eingin trupulleiki hjá Norrønu.
Kári vísir á, at við fleiri árum ímillum, kann útnyrðingurin gera eitt sindur um seg, men tað er undantakið og tí heldur eingin trupulleiki.
- Tað er nógvur aktivitetur á havnalagnum í Saltangará, men tá ið oljuhavnin liggur still, eru rættiliga stór fríøki.
Hann vísir á, at tá ið North Atlantic Fish Fair varð hildin í síðstu viku, gekst av tí allarbesta at skipa bilaferðsluna og parkeringsviðurskiftini, hóast eitt ótal av bilum vitjaði í økinum.

Dekningur

Kári sigur, at skal Runavíkar kommuna fara undir at fyrireika eina atløgu til Nørrønu, er neyðugt, at ein ávísur dekningur verður.
- Eg skilji væl, at skiparin á Norrønu stúrir fyri atløguviðurskiftunum í Havn á vetrardegi, tí umframt lítla spælirúmið, sum er inni við Bursatanga, er nógv skipaferðsla á Havnarvág.
Hann heldur, at tað er meira óheppið, at Norrøna ikki hevur eina alternativa havn enn, at vit ikki hava ein alternativan flogvøll.
Kári P. Højgaard endurtekur, at havnanevndin í Runavíkar býráði fer at viðgera eina møguliga umsókn um alternativa havn positivt, um ein slík kemur.
- Men skulu vit taka nøkur ítøkilig stig, mugu vit vita, hvørjum vit kunnu rokna við, sigur hann.