á skipanina. Tá løgmaður nú ikki er maður fyri hetta, so má Løgtingið inn. Eitt eigur samgongan tó at vita, og tað er, at missir ein maður hvødið við eitt misálit, so er einki sum eitur come-back í landstýrinum [...] til hús vegna misálit. Hvat sigur Tjóðveldisflokkurin til alt hetta? Tað er løgið at flokkurin, sum hevur tikið patent uppá politiskt reinføri, ikki slær nevan í borðið. Tað er skeivt, tá formaður Tjó [...] Tjóðveldisfloksins sigur, at hetta er eitt problem hjá Fólkaflokkinum. Hetta er ein trupulleiki hjá samgonguni og Løgtinginum. Hett er ein trupulleiki hjá øllum Føroya fólki, tí skipanin verður undirminerað
Høvuðsspurningur hansara var, hvat eg hugsaði um og meinti við, tá eg í viðgerðini av fíggjarløgtingslógini, ið var um miðjan desember, úttalaði meg um nýggja sjúkrahúsbygningin. Áki hoyrdi meg tá siga [...] svaraði sjálvandi spurningi blaðmansins og øðrum hann spurdi um. Eg greiddi enn einaferð frá, at um samgongan ikki megnaði at loysa hendan grundleggjandi trupulleikan, ja so fór eg at lata upp til stjórn M [...] ikki hoyrdist eitt kis frá Jenis av Rana um hetta, tá atkvøtt varð um fíggjarlógina, og full semja er í samgonguni um hetta mál. Um einki kis hoyrdist frá Jenis av Rana hevði Áki Bertholdsen onga orsøk
og teir kortini halda saman, tá er bert at staðfesta, at hesir flokkar og leiðarar teirra hava gjørt av einaferð med alla, at teir skulu varðveita maktina, kosta hvat tað kosta vil - eitt, tvey ella trý [...] broytt nakað í samgonguni! Fyri Kallsberg og Hoydal er tað mest umráðandi at kunna varðveita maktina, og kann nakar siga teir ringar fyri tað! Jú. Tí tað er ikki í anda demokratisins bara at vilja halda fast [...] fast um maktina fyri maktina skuld, tá so nógv bendir á, at tað er ikki fyri landsins besta, at henda samgongan heldur fram. Tað hava vit sæð undir fíggjarlógarviðgerðini, og tað fara vit at síggja aftur
Vónirnar til, at samgongan heldur fram, eru ikki serliga góðar hjá fyrrverandi tingmanninum. ?Sjálvur trúgvi eg ikki, at samgongan heldur fram, sigur Jóanis Nielsen. Hann metir, at stevið nú er vorðið so mikið [...] Nielsen. Nú hann fer úr tinginum, so er Jóanis Nielsen avkláraður við støðuna. ?Hetta eru umstøðurnar hjá tingmonnum og serliga hjá varamonnum. Tú veitst ongantíð, hvat hendir í morgin, sigur Jóanis Nielsen [...] við samgonguni í somu løtu, sigur Jóanis Nielsen. Jóanis Nielsen er nú fyrrverandi tingmaður. Sjálvur roknar hann ikki við, at samgongan kann yvirliva hetta.
árini eru mentanarmálini komin alt meira í fokus. Hetta er gott og positivt. Tað, sum er enn meira gleðiligt er, at tað tykist sum breið politisk semja er, um at landið eigur at stuðla mentan, máli og list [...] mál fer at hvørva, tí málið er sterkt. Men hinvegin skerst ikki burt, at vandin serstakliga frá enskum er har, og verður hetta ásannað í grannalondum okkara, har svarið er ein sterkur mentanarpolitikkur [...] Vit føroyingar klandrast um mangt og hvat og sundurlyndið í fólkinum er tíverri stórt. Men vit eiga nøkur felags virði. Hesi felags virði eru okkara mál og mentan. Landsins stýri hevur skyldu til at menna
ða settar í verk. ?Hetta er ikki ein avleiðing av vánaligari leiðslu. Hetta er ein avleiðing av, at samgongan játtar Strandferðsluni ov lítið av peningi. ? Tí er tað samgongan, sum hevur ábyrgdina av støðuni [...] Suðuroyarsiglingin ? Hetta er fullgott prógv um at alt tos í Landsstýrinum um at menna útjaðaran, er tómt tos. ?Jóannes Eidesgaard heldur lítið um avgerðina hjá Strandferðsluni um at hækka prísirnar, umframt [...] 144 krónur, hvønn veg. Hetta er ein hækking upp á 20%. ?Sostatt fer ein ferðaseðilin aftur og fram ímillum Havnina og Suðuroynna við persónbili at kosta 288 krónur. Tað er 100 krónur dýrari enn tað kostar
undir sitandi samgongu. Játtanin hjá strandferðsluni er ikki hækkað samsvarandi hækkandi lønum og rakstrautreiðslum ? tað er orsøkin til støðuna ? hetta er eitt politiskt mál, sum má loysast skjótast. [...] Tað er undarligt at at sita og líta á meðan sitandi samgonga ? hendan samgongan sum hevur gingið undir sloganini at: ?Menna útjaðaran og - ?Geva útjaðaranum og útoyggjum kor soleiðis, at útjaðarin ikki [...] ikki er fyri prís- ella kappingaravlaðing orsakað av fjarstøðu síni. Og hvat gera teir nú?? Júst tað øvugta ? teir eru við at: ? hækka allar prísir á ferðing og flutningi við strandferðsluni til og frá ú
politikararnar, hvør meiningin er við tí heila. Pleniklipparin, sum jú er einasta politiska instrument samgongan tykist at hava tøkt, er farin at klippa niður í svørðin, nú onki gras er eftir. Tað sveið í fleiri [...] aftaná at samgonguskjalið er orðað og samgongan er farin til verka, sæst stórvegis til eina ítøkiliggerðan av orðingunum í samgonguskjalinum, har sett verður út í kortið, hvat gerast skal. Í fíggjarlóg [...] k. Er til dømis tørvur á, at játta pengar til teir sektorarnar, sum onga játtan hava? Er tað rætt og rímilig, at G&M-játtanirnar eru líka stórar fyri allar sektornarnar, ella hvar er jávnvágin?. Er lutfallið
Aftaná hálsfevndust teir. Síðani sigur vágatingmaðurin, at samgongan fer at slitna. Hann útilokar ikki hevnd. Hvørjum skal Føroya fólk trúgva? Er slíkt politiskt pingpong, ið hevur eyðkent hesa og undanfarnu [...] undanfarnu samgongu, ikki við til at undirgrava demokratiið og álitið til politisku skipanina! Er eitt landsstýri ikki meira virðismikið og tignarligt enn, at tað skal vísa seg fram sum tongul í brimi! Hevur [...] fyri at hava víst myndir av "sjónleikinum" áttu fólk at spurt, hví Fólkaflokkurin fór í tingið og hvat Tjóðveldisflokkurin hevur lovað Fólkaflokki afturfyri at verða noyddur (Signarmálið spøkir jú enn)
politikararnar, hvør meiningin er við tí heila. Pleniklipparin, sum jú er einasta politiska instrument samgongan tykist at hava tøkt, er farin at klippa niður í svørðin, nú onki gras er eftir. Tað sveið í fleiri [...] aftaná at samgonguskjalið er orðað og samgongan er farin til verka, sæst stórvegis til eina ítøkiliggerðan av orðingunum í samgonguskjalinum, har sett verður út í kortið, hvat gerast skal. Í fíggjarlóg [...] k. Er til dømis tørvur á, at játta pengar til teir sektorarnar, sum onga játtan hava? Er tað rætt og rímilig, at G&M-játtanirnar eru líka stórar fyri allar sektornarnar, ella hvar er jávnvágin?. Er lutfallið