Sannleikin fer altíð at roynast drúgvastur!

Mánadagin h. 06.01 varð eg ringdur upp av blaðmanninum Áka Bertholdsen.

Høvuðsspurningur hansara var, hvat eg hugsaði um og meinti við, tá eg í viðgerðini av fíggjarløgtingslógini, ið var um miðjan desember, úttalaði meg um nýggja sjúkrahúsbygningin. Áki hoyrdi meg tá siga, og hetta var ikki fyrstu ferð, at eg droymdi ikki um at bygningurin fór at standa tómur, tá hann var liðugur. Um so varð metti eg meg at hava ein trupulleika, og fór eg tí at taka støðu til framtíð mína í politikki.
Eg svaraði sjálvandi spurningi blaðmansins og øðrum hann spurdi um. Eg greiddi enn einaferð frá, at um samgongan ikki megnaði at loysa hendan grundleggjandi trupulleikan, ja so fór eg at lata upp til stjórn Miðfloksins at avgera, um eg skuldi taka meg úr politikki, ella um Miðflokkurin skuldi velja at fara úr samgonguni.
Í sosialinum h. 10 januar hevur samgongufelagi fingið ilt av orðum mínum ? tað hevur hann sjálvsagt loyvi til. Men, grundarlagið undir øði hansara tykist m. a. vera, at: ikki hoyrdist eitt kis frá Jenis av Rana um hetta, tá atkvøtt varð um fíggjarlógina, og full semja er í samgonguni um hetta mál.
Um einki kis hoyrdist frá Jenis av Rana hevði Áki Bertholdsen onga orsøk havt at ringt til undirritaða h. 6. januar! Nettup tí at eg, enntá fleiri ferðir, royndi fáa menn at viðgera spurningin um hóttandi tómu bygningarnar, ringdi blaðmaðurin, hann lurtaði nevniliga eftir orðaskiftinum! Men hetta lýsir tíverri nógv stórsta trupulleikan í politikki ? menn fyrnast ikki fyri at brúka lygnina.
Sannleiksstøðið í tí, at full semja er í samgonguni um tómu bygningarnar liggur tíverri á sama støði sum fyrri pástandur løgtingsmansins.