Ferðaseðlaprísirnir hjá Strandferðsluni

? mugu ikki sleppa at vera við til at avtofta útjaðaran

Tað er undarligt at at sita og líta á meðan sitandi samgonga ? hendan samgongan sum hevur gingið undir sloganini at:
?Menna útjaðaran og -
?Geva útjaðaranum og útoyggjum kor soleiðis, at útjaðarin ikki er fyri prís- ella kappingaravlaðing orsakað av fjarstøðu síni.
Og hvat gera teir nú??
Júst tað øvugta ? teir eru við at:
? hækka allar prísir á ferðing og flutningi við strandferðsluni til og frá útjaðaranum við umleið 20% eins og teir lækka túratalið til t.d. Suðriar og gera hervið tað, at útjaðarin verður enn verri fyri, enn hann er, tí færri fólk ferðast, tá prísurin er ov høgur.
? Menningin innan vinnulív o.a. verður skerd orsakað av somu orsøkum sum nevnt omanfyri ? hon verður kappingaravlagað.
? Harafturat sum stein oman á byrðu, so skerja/minka teir allan flutningsstuðul har sund og firðir skilja og gera harvið vinnuni í útjaðaranum óbøtaligan skaða.
? so ikki kann sigast annað enn, at hendan samgongan, sum skuldi loysa føroyingin úr trælahaftinum hjá dønum og gera okkum nógv frælsari og dynamiskari er við at binda okkum niður og gera okkum til eina bananrepublikk ? tað sæst á øllum brøgdum ? vit kunnu bert skeita at skilinum í samgonguni.
Sambandsflokkurin kemur í næstu døgum at leggja uppskot fyri Løgtingið viðv. ferða - og farmagjøldunum hjá tí almenna SSL og vónar við tí uppskotinum at forða fyri, at útjaðarin verður tann, sum kemur at gjalda prísin fyri vanstýringini og ovurnýtsluni seinastu 4 árini undir sitandi samgongu.
Játtanin hjá strandferðsluni er ikki hækkað samsvarandi hækkandi lønum og rakstrautreiðslum ? tað er orsøkin til støðuna ? hetta er eitt politiskt mál, sum má loysast skjótast.