Men Fólkaflokkurin vildi jú hava hesa tingviðgerðina. Taktikkur um tú vil. Hann sá sær ein møguleika fyri fáa sympati við nettupp at lata miðlarnar verða til steðar. Varð hetta ikki gjørt fyri at tryggja sínum manni eina politiska framtíð! Og eydnaðist tað ikki til fulnar! Varð tað ikki nettupp tað, sum hendi, at maðurin vann sær sympati! Var hetta ikki bara ein týðandi leikur við einum komandi vali fyri eygað! Fólk, sum ilskast inn á pressuna, kundu tí sett spurningin: var hetta tilætlað og væl tilrættalagt av strategi Fólkafloksins, Óla Breckmann! Var hetta ikki bara ein sjónleikur, har ÓB bæði hevði skrivað leikrit og sjálvur varð høvuðsleiki, og har bíbliumyndamálið varð amboðið: Krossfest, Barabas, Pilatus osfr!
Vit hoyrdu fólkafloksmenn siga, at hetta var ein avrætting framd av Tjóðveldisflokkinum, og at tað fór at fáa fylgjur. Aftaná hálsfevndust teir. Síðani sigur vágatingmaðurin, at samgongan fer at slitna. Hann útilokar ikki hevnd. Hvørjum skal Føroya fólk trúgva? Er slíkt politiskt pingpong, ið hevur eyðkent hesa og undanfarnu samgongu, ikki við til at undirgrava demokratiið og álitið til politisku skipanina! Er eitt landsstýri ikki meira virðismikið og tignarligt enn, at tað skal vísa seg fram sum tongul í brimi! Hevur Føroya fólk ikki krav uppá, at tey fólk, sum bjóða seg fram at stýra, virka við virðing fyri skipanini og hvørjum øðrum!
Skulu vit nú til at bíða í spenningi og angist, hvørja ferð Tjóðveldisflokkurin leggur mál fram - um Vágatingmaðurin (við ÓB sum sufleuri) fer at at hevna seg móti teimum, ið hann sigur stungu seg í ryggin! Omaní alt hetta hoyrist, at Fólkaflokkurin í loyndum tosar við Sambandið um nýggja samgongu. Tøkk fyri seinast til Tjóðveldisflokkin ella bara nervakríggj! Hinvegin veit Fólkaflokkurin eisini, at hann í longdini kann ikki bæði blása og hava mjøl í munninum. Hóast hann heldur seg eiga løgmansembætið, tørvar honum eisini meiriluta aftanfyri seg. Og fer helst at fáa hann framhaldandi. Tí Tjóðveldisflokkurin, sum hevur fingið í posa og sekk, hevur væl ráð til at slaka í ella ofra nøkur av sínum hjartamálum afturfyri avhøvdingina av JN og fyri harvið at varðveita valdið! Heldur enn at havast at miðlunum fyri at hava víst myndir av "sjónleikinum" áttu fólk at spurt, hví Fólkaflokkurin fór í tingið og hvat Tjóðveldisflokkurin hevur lovað Fólkaflokki afturfyri at verða noyddur (Signarmálið spøkir jú enn) at avhøvda JN.
Sosialurin










