Suðuroyarsiglingin
? Hetta er fullgott prógv um at alt tos í Landsstýrinum um at menna útjaðaran, er tómt tos.
?Jóannes Eidesgaard heldur lítið um avgerðina hjá Strandferðsluni um at hækka prísirnar, umframt at aðrar sparingarverða settar í verk.
?Hetta er ikki ein avleiðing av vánaligari leiðslu. Hetta er ein avleiðing av, at samgongan játtar Strandferðsluni ov lítið av peningi.
? Tí er tað samgongan, sum hevur ábyrgdina av støðuni og við hesum prógvar hon, at als onki býr aftanfyri lovorðini um ein virknan útjaðarapolitikk, hóast tey bæði hava sett landsstýrismann og fulltrúa í útjaðaramálum, sigur formaður javnaðarfloksins.
? Tað, sum hendir nú, er ikki annað enn at nú fara avleiðingarnar fíggjarlógini fyri í ár at merkjast.
?Nú prísirnir hækka, fer ein ferðaseðilin við bili um Suðuroyarfjørð at dýrka úr 120 krónur upp í 144 krónur, hvønn veg. Hetta er ein hækking upp á 20%.
?Sostatt fer ein ferðaseðilin aftur og fram ímillum Havnina og Suðuroynna við persónbili at kosta 288 krónur. Tað er 100 krónur dýrari enn tað kostar at fara aftur og fram gjøgnum Vágatunnilin við ongum avslátri.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tingfólk úr samgonguni kunnu ikki skjóta seg innundir, at tey vistu ikki av hesum, tí tað varð hart og týðiliga fráboðað undir fíggjarlógarviðgerðini.
Rakar útjaðaran meinast
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, sum nú hendir í Strandferðsluni, serliga fer at raka útjaðaran.
?Eitt eru vanligu ferðaseðlaprísirnar. Men tað, sum hevur minst líka stóran týdning er, at hetta fer at gera kappingarførið hjá vinnuni í útjaðaranum enn verri, tí farmagjald fyri fisk og annað tilfar, sum skal flytast til og frá virkjum, fer upp.
Men harumframt er eisini tað hent, at flutningsstuðulin til fisk er skerdur eina millión, so tað ávirkar tvær ferðir so hart.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tí fer javnaðarflokkurin at gera, hvat hann kann fyri at forða fyri, at prísirnir á strandferðsluni hækka.
?Hetta fer ikki afturvið borðinum, tí tað er heilt greitt, at vit fara at taka tað upp, Hvussu tað verður gjørt, vita vit ikki, men ein møguleiki er at leggja uppskot fyri tingið um at játta Strandferðsluni hægri játtan.
Frammanundan hevur eisini sambandsflokkurin fer at leggja uppskot fyri tingið við tí endamálið at forða Strandferðsluni at hækka prísirnar.