Oddagrein·Løgmaður út um mark

At seta ein kanningarstjóra er eitt anboð hjá Løgtinginum, og tí er tað eisini Løgtingið, ið eigur at gera av, um spurningar skulu setast, eftir at ein kanningarstjóri er komin til eina niðurstøðu. Løgmaður er ikki tann rætti at seta spurnartekin við eina slíka kanning. Ger hann tað, so setir hann seg yvir Løgtingið. J Fr. Øregaard sáli plagdi at siga, at Landstýrismenn vóru húskallar hjá Løgtinginum. Henda mynd er ikki av leið, og hevur Anfinn Kallsberg gott av at minnast til hetta.

Tað rætta í hesum málinum var, at Jørgen Niclassen sjálvur legði frá sær, tí hann ikki kundi livað við ivanum, ið sáddur var. Serliga nú tað er komið fram, at umsitingin av hesum málinum var óruddilig. Hann kundi gjørt sum Anders Fogh Rasmussen gjørdi á sinni. Hesin legði sjálvur frá sær sum ráðharri fyri síðani at venda aftur sum forsætismálaráðharri. Vil landstýrismaðurin ikki fara sjálvur, so eigur løgmaður at koyra hann frá, fyri at endurskapa álitið á skipanina. Tá løgmaður nú ikki er maður fyri hetta, so má Løgtingið inn. Eitt eigur samgongan tó at vita, og tað er, at missir ein maður hvødið við eitt misálit, so er einki sum eitur come-back í landstýrinum, tí hvørjir samgongufelagar fara í framtíðini at ganga við til at seta ein landstýrismann, ið tingið koyrdi til hús vegna misálit.

Hvat sigur Tjóðveldisflokkurin til alt hetta? Tað er løgið at flokkurin, sum hevur tikið patent uppá politiskt reinføri, ikki slær nevan í borðið. Tað er skeivt, tá formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at hetta er eitt problem hjá Fólkaflokkinum. Hetta er ein trupulleiki hjá samgonguni og Løgtinginum. Hett er ein trupulleiki hjá øllum Føroya fólki, tí skipanin verður undirminerað, um ikki rætt verður farið fram.

Er tað so livandi galið, at krampaktiga takið um valdið í einari heimastyrissamgongu av teimum minni yvirtøkuhugaðu søguligani sæð, ger at Tjóðveldisflokkurin kann venda blinda eygað til í hesum malinum? Tá tað týddi so nógv fyri leiðsluna í Tjóðveldisflokkinum at fáa Signar á Brúnni at fara frá fyri at fáa politiskan frið í samgonguni, so mátti hon eisini víst sama hugburð í hesum málinum. Tað vil tíðin so vísa, um hon ger.

Vónandi vísa politikarar seg sum politikarar í hesum málinum, óansæð hvønn flokk teir hoyra til. Skaðin er hendur við at Løgmaður sáar iva um ein kanning, ið Løgtingið hevur umbiðið, áðrenn Løgtingið hevur sagt nakað um hesa kanning. Nú ræður um klinka sum frægast, eftir framferðina hjá Løgmanni fyri at endurskapa álit aftur á politisku skipanina.

Sosialurin