Kollveltið granskingina!

   

Samgongan manglar granskingarpolitikk
Samgonguskjalið manglar ikki føgur orð og stórar ætlanir um gransking og menning (G&M). Lesir ein orðingarnar úr samgonguskjalinum í talvu 1 sær ein, at tað er ikki hissini tankar politikarnir hava um gransking og menning í føroyska samfelagnum. Vit skulu bæði eitt og annað. Trupulleikin er bara hann, at mann hevur ilt við at síggja tann reyða tráðin í samgonguskjalinum, sum kundi líkst einum veruligur granskingarpolitikki, tí tað tykist, sum um tey ymisku málaráðini hava sínar serstaku tankar og ætlanir, sum ikki nýtast at sampakka við tað, eitt annað málaráð ætlar. Vandi er tí fyri, at orðingarnar av somu orsøk gerast innantómar og torført verður at seta veruliga kraft aftan fyri tann politiska viljan, sum liggur aftan fyri samgongskjalið.

Okkurt málaráð ætlar at byggja bygningar til stovnar, sum hava hølistrupulleikar, ella kanna møguleikar fyri hesum, okkurt annað ætlar at arbeiða við granskingarlóggávu og okkurt triðja at seta í verk framtøk í samstarvi við vinnuna osfr. Men øll eru kortini samd um, at miðast skal eftir at menna granskingina!

Heldur ikki aftaná at samgonguskjalið er orðað og samgongan er farin til verka, sæst stórvegis til eina ítøkiliggerðan av orðingunum í samgonguskjalinum, har sett verður út í kortið, hvat gerast skal. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 kemur heldur ikki nakað til sjóndar um, hvussu samgonguskjalið skal veruleikagerast á fíggjarliga økinum. Heldur ikki í minnilutauppskotunum. Men tað skal tó sigast, at í nevndarviðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum kom tó fram, at politikarar eru byrjaðir at seta ymiskar viðkomandi spurningar til G&M.

16 vitanarstovnar hava G&M virksemi
Vit hava fleiri álit um føroyska gransking. Felags fyri tey øll er, at tey tíverri ikki hava megna at evlt til tað kjak, sum er neyðugt og ynskiligt, í øllum førum ikki millum politikarar. Skal ikki koma nærri inn á hvat hesi álit greina út og mæla til uttan tað, at álitini royna at identifisera vísundaliga arbeiðið í ymsum stovnum og soleiðis royna at gera upp, hvør tað er, sum granskar og hvussu nógv ársverk verða nýtt í granskingini. Harvið kann ein gera eina meting av granskingarnøgdini, sum staðfestir, at okkara íløga í granskingina er rættiliga avmarkað, bæði sum partur av okkara bruttotjóðarúrtøku og í mun til onnur lond.

Tá ein roynir at identifisera granskingina eftir altjóða definitiónum, til tess at fá til vega sambærligt tilfar við onnur lond, hendir tað, at tølini fyri granskingina kunnu virka okkum eitt sindur fremmand. Tí ein er noyddur at sundurskilja fleri av okkara stovnum fyri at fáa eyga á og tøl fyri granskingina og tað ger tilfarið lítið brúkiligt í føroyskum sambandi, uttan sjálvandi tað, at vit kunnu samalíkna okkum við onnur á einum almennum støði.

Eg havi tí valt at hyggja eitt sindur øðrvísi uppa føroysku stovnarnar, sum á ein ella annan hátt hava G&M-virksemi og stovnarnir, sum varða av hesum. Á ein sindur pragmatiskan hátt - ikki bert granskingina í avmarkaðum vísindaligum týdningi, men stovnin sum heild. At taka allar hesar stovnar undir eitt, skuldi so givið okkum eina heildarmynd yvir íløgurnar, føroyska samfelagið ger, har G&M virksemi er.

Føroyar líkjast frá øðrum londum á tann hátt, at fleiri føroyskir stovnar, sum hava nakað við gransking og menning at gera, eru ofta kombineraðir stovnar, har mann í størri samfeløgnum ofta hevur hetta í fleiri stovnum. Her heima eru ráðgeving, røkt av søvnum, eftirlit, undirvísing osfr ofta kombinera við G&M virksemi, sum hevur til endamáls at framleiða neyðugu vitanina og menna fakliga førleikan stovnurin og onnur hava brúk fyri.

Til dømis hevur Fornminnisavnið til endamáls at røkta okkara fornminnir, men harumframt granskar stovnurin eisini í fornfrøði. Fiskirannsóknarstovan hevur ráðgevarauppgávur fyri landsstýrið og eisini her fer týdningarmikið granskingarvirksemi fram. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlits- og ráðgevingaruppgávur fyri landsstýrið, men hevur eisini eitt ávíst G&M virksemi.

Eg kallið hesar stovnar "vitanarstovnar". Stovnar sum framleiða vitan á vísindaligum støði til onnur og sín sjálvan at gera nýttu úr. Til tess av avmarka hugtakið, havi eg valt ikki at taka við sjálvt undirvísingarverkið, almannaverkið og heilsuverkið, tó undantikið heilsugransking. Hinvegin havi eg tikið við stovnar, sum á ein ella annan hátt varða av G&M virkseminum, tí hesir eru partar av samfelagsligu íløguni í G&M virksemi (Menningarstovan og TK-stovan).

Hyggja vit at vitanarstovnnum eftir nevndu lýsing eru teir eini 16 í tali. Talva 2 vísur hvørjir stovnarnir eru. Skal ikki kom nærri inn á, hvat hvør einstakur stovnur ítøkiligt fæst við. Uttan iva eru endamálini hjá stovnunum kend.

11 "grunnar" fíggja G&M virksemi
Umframt nevndu 16 stovnarnar hava vit eisini "leysar" játtanir, sum eru til gransking og menning, 11 í tali. Hesar játtanir liggja uttanfyri stovnarnar og peningurin er sostatt ikki institutialiseraður. Hesar játtanir, sum eru rættiliga ymiskar í endamáli og stødd kalli eg undir einum "grunnar". Fyristitingarliga hoyra "grunnarnir" til málaráðini. Talva 2 vísir hvørjir grunnarnir eru.

Virkisøkini og endamálini hjá hesum "grunnum" er so ella so at stuðla undir gransking og/ella menning á fleiri týdningarmiklum samfelagsøkjum. Ofta er hetta í verkætlanarformi, har ein fyritøka, felag, stovnur ella einstaklingur fær eina ávísa upphædd til eina verkætlan.

Ein kann siga, at hesar játtanir birta lív í hugskot og ætlanir, sum liggja í umráðnum millum stovnarnar og til dømis vinnulívið, har eitt samstarv millum tað almenna og privata er ynskiligt ella neyðug.

125 milliónir til Vitanarstovnar og 55 milliónir til "Grunnar"
Tey 16 stovnarnir hava á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 eina útreiðslujáttan uppá slakar 125 milliónir krónur til at fremja sítt virksemi, sí talvu 3. Tað eru tilsamans 288 ársverk knýtt at hesum stovnum og støddin á stovnunum er frá einum ársverkið upp til 43 ársverk. Teir 11 "grunnarnir" hava eina samlaða játtan uppá góðar 55 milliónir krónur.

Hyggur ein víðari eftir talvu 3 sæst, at tey ymisku málaráðini hava als ikki somu pengar til G&M, hvørki til stovnar ella "grunnar". Mentamálaráðið, Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið hava bæði pengar til vitanarstovnar og "grunnar". Hesi trý málaráðini ráða yvir 81% av stovnsjáttunum og 77% av "grunna"játtanunum, meðan Fíggjar- og Oljumáaráðini ráða yvir minni upphæddum og Løgmannsskrivstovan, Trivnaðarmálaráðið og Løgmálaráðið als ikki hava eitt klovið oyra til gransking og menning. Hóast tey bæði seinast nevndu málaráðini eru nýggj, tykist tað løgið, at ongir pengar eru settir av til vitanarframleiðslu á hesum økjum, tí teir trupulleikar og avbjóðingar hesi øki standa framman fyri, eru kendar og stórar.

Vit síggja eisini, at ávísur munur er á "játtanarmentan" málaráðini ímillum. Mentamálaráðið hevur institutinaliserað sína vitanarframleiðslu við at hava seks stovnar, sum varða av hesum, meðan Fiskimálaráðið bert hevur tann eina stovnin. Hinvegin hevur Fiskimálaráðið fleiri "grunnar" enn Mentamálaráðið hevur. Hví hetta er so, kann hava nakað at gera við, at fiskivinnusektorurin livir eina meira turbulenta tilveru við stórum broytingum yvir ár enn undirvísingar- og mentunarsektorurin ger.

Núverandi bygnaður er søguliga treytaður
Tað at føroyska samfelagið hevur 27 skipanarligar eindir sum varða av gransking og menning skal síggjast í søguligum samanhangi. Stovnar er upprættaðir antin av nýggjum ella við at stovnar eru klovnaðir. Ein "grunnur" er komin fyri og annar eftir, alt eftir tí tørvi og politiska møguleika, sum var galdandi, just tá hetta hendi. Hetta er søguligur útviklingur yvir eini 30 - 50 ár. Í flestu førum hevur hetta verið skilagott og talið av eindum er náttúrliga vaksið við almennu amfelagsmenningini.

Støðan í dag er heilt øðrvísi fyri granskingarstovnarnar. Vit eru nú komin í vitunarsamfelagið, har vitan á høgum støði meira enn nakrantíð er ein treyt fyri kappingarført vinnulív og vælvirkandi almennar stovnar. Vitanarstovnarnir og "grunnarnir" fáa nú eina samfelagsliga uppgávu av heilt øðrum dimensiónum enn vit fyrr hava sæð. Vísund, gransking og førleikamenning eru lyklaorð, sum føroyska framtíðin í stóran mun kemur at byggja á. Tað tykist at verða breið semja í føroyska samfelagnum um, at vit eiga at gera nakað heilt alvorligt við føroyska gransking og menning. Tað er í hesum perspektivi, at tað er neyðugt at hyggja nærri at tí, vit í gjøgnum eini 30 til 50 ár hava bygt upp.

Tað er vanligt at býta samfelagið upp í sektorar og soleiðis eisini tað føroyska. Vit kunnu tosað um mentunarsektorin, fiskivinnusektorin, heilsusektorin og so framvegis. Ein sektorur inniheldur allar aktørar, sum fáast við sama fakøki, tað verið seg t.d fyritøkur, almennir stovnar, feløg og brúkarar/einstaklingar.
Vit hava eisini eitt nokk so prinsipielt uppbýti í granskingingini, millum fróðskaparsetur á einari síðu og sektorstovnar á hinari. Eitt Fróðkaparsetur (universitet) er ein sjálvstýrandi stovnur og hevur tað mann kallar "fría" gransking. Tað er Setrið sjálvt, sum ger av, hvørjum granskast skal í. Tí vil tað altíð verða áhugin hjá tí einstaka granskaranum, sum í stóran mun kemur at gera av, hvørji granskingarevnini verða.

Ein sektorgranskingarstovnur hevur sítt granskingarvirksemi avmarkað til evnir, sum eru sektorinum viðkomandi. Tað er ein ávísur munur á, hvussu universitetsgransking og sektorgransking er skipað bygnaðarliga og innihaldsliga. Ein sektorstovnur hevur ikki "fría" gransking. Tað eigur at verða aktørarnir í sektorurin, sum gera av, hvør tørvurin er og hvørja granskingarleið sektorstovnurin skal ganga. Stovnurin er heldur ikki sjálvstýrandi, hann hevur eitt stýrið, har týðandi aktørar í sektorinum hava ábyrgd fyri og ávirkan á skipan og rakstur stovnsins. Soleiðis áttu sektorstovnar at havt rímiligan legitimitet og uppbakking í sektorunum.

Talva 3 setir fram nakrar grundleggjandi politiskar spurningar í sambandi við okkara framtíðar granskingar og menningarpolitikk. Er til dømis tørvur á, at játta pengar til teir sektorarnar, sum onga játtan hava? Er tað rætt og rímilig, at G&M-játtanirnar eru líka stórar fyri allar sektornarnar, ella hvar er jávnvágin?. Er lutfallið millum stovnspengar og "grunna"-pengar rætt og rímiligt? Hava vit ikki í so nógvar stovnar og "grunnar"? Hvussu við lutfallinum millum fróðskaparsetur og sektorstovnar? Hevði mann ikki kunna samskipa nógv av hesum "grunnunum" ella kanska lagt stovnar saman og so framvegis. Haldi at politikarnir eiga at grava seg niður í materiuna ella at fáa onkran at gera tað fyri seg. Hetta skal so gera ein føran fyri at hyggja kortini væl í gjøgnum og leggja kabalina av nýggjum.

Meira fyri tað sama?
Líka so stór sum semjan er um, at framtíðin í stóran mun verður bygd á gransking og menning, líka so stór er semjan um, at menningin av G&M kostar landskassanum pengar. Tað er væl ongin sum væntar, at mann kann spara sær til eina framfýsna gransking. Men hinvegin kennist eitt ávíst fíggjarligt afturhaldni frá politiksari síðu, sum kanska hevur nakað at gera við, at politikararnir hava trupult við at síggja heildina og smálurirnar í granskingar og menningarumhvørvunum. Hetta afturhaldni førur við sær ikki sørt av handlingsloysi.

Fyrsta stigið er at kanna tað sum er, er tað gott nokk ella kunnu vit broyta nakað her, sum vónandi hevur við sær nakrar betringar, rationaliseringar og sparingar, sum kunnu verða nýttur betur onkra aðara staðni í granskingini.

Sum nevnt frammanundan hava vit sekstan vitanarstovnar. Sjey av teimum fáast við lívfrøðiligt granskingarvirksemi. Her átti ein ella onnur rationalisering kunna farið fram, so vit í øllum førum minkaðu munandi um talið av stovnum, sum fáast við lívfrøði. Í ein radius av umleið 100 metrum finnast tríggjar starvsstovur á Debesartrøð. Eisini her átti tað latið seg gjørt at funni saman um okkurt samstarv øllum til fyrimunar. Partar av lívfrøðiligari gransking gongur fyri seg í partafelagnum Fiskaaling. Haldi, at granskingarvirksemi kundi verður lagt innum aftur tað almenna og so kundi partafelagið fingist við forrætning. Er tað ómøguligt at leggja savnsfunktiónirnar hjá Landsskjalasavninum og Landsbókasavninum eins og Forngripasavninum, Náttúrugripasavninum og Jarðfrøðisavninum saman onkursvegna?

Hetta eru bert nøkur dømir uppá hvat ein kundi kannað. Men mest týðandi er at skapa ein dialog og eitt klima sum ger, at stovnsgarðarnir kunnu verða brotnir niður og nýggir møguleikar skaptir.

Teir 11 "grunnarnir" hava eina fyrisiting, sum er ov stór og óhóskandi til játtanirnar. Tað undrar ikki, um eini 50 fólk vellast í fyrisitingini av teimum, summi við løn, onnur hava eitt bein at gnaga, meðan uppaftur onnur gera arbeiðið ókeypis. Trupulleikin er, at tað eru ov nógvar slíkar játtanir og at játtanirnar hvør sær eru ov smáar. Tað kostar umleið tað sama í fyrisiting, um "grunnurin" hevur eina ella tíggju milliónir at arbeiða við. Samskipan ella samleggingingar eiga at kjakast ígjøgnum.

Ikki minst er tað ein eyðsýndur tørvur á, at hyggja nærri at endamálunum við hesum "grunnum" og tann praksis, sum er í fyrisitingini av teimum. Endamálini eru ofta so mikið breið og leystliga orðað, at tað er trupult at fáa eygað á, hvat tað er mann veruliga vil við játtanini. Tann formligi bygnaðarurin og mannagongdirnar fyri játtanirnar eru alt ov veikar. Hetta førir so til tað óhepnu støðu, at í fleiri førum verður landsstýrismaðurin drigin inn í málsviðgerðina. Hetta ger skipanirnar veikar yvir fyri politiskum trýsti.

"Grunnarnir" eiga tó sín týdningarmikla leiklut í G&M-virkseminum í framtíðini, ongin ivi um tað. Teirra ómetaligi týdningur liggur í, at júst "grunnarnir" eru við at byggja brýr millum t.d. privata vinnulívið, almennu granskingarstovnarnar, feløg og einstaklingar. Í gjøgnum G&M-programm fyri "grunnarnar" kunnu politikarar førka menningina í tann rætning, politiski myndugleikin er sannførdur um er tann rætti. Tað vil siga, at politikararar hava størri møguleikar at dríva granskingarpolitikk við "grunna"-pengum enn við stovnsjáttanum.

Vendið Setrið á høvdið!
Fróðskaparsetrið hevur til endamáls at veita útbúgvingartilboð á akademiskum støði og at fremja viðkomandi gransking. Granskingarliga haldi eg, at Setrið hevur eina stóra avbjóðing, tí eftir mínum tykki er Setrið í dag meira ein undirvísingarmiðstøð heldur enn eitt granskingarlokomotiv! Havi eina hóming av, at undirvísingin drenar í alt ov stóran mun granskingina fyri arbeiðskraft.

Haldi somuleiðis, at vit eiga at fáa kjak um útbúgvingarpolitikkin hjá Setrinum. Ein viðkomandi spurningur er, um Setrið bjóðar út útbúgvingar, sum eru samfelagnum viðkomandi, ella um útbjóðingin er tengd av teimum frøðingum Setrið til eina og hvørja tíð hevur tøkar. Ella eru útbúgvingartilboðini treytað av, at fígging fæst til útbúgvingarnar? Ongin ivi eigur at verða um, at útbúgvingartilboðini eiga at hava støði í einum samfelagsligum tørvi og raðfesting, men tað er ikki so eyðsýnt ídag.

Útbúgvingarætlan Setursins er í fyrstu atløgu at framleiða bachelorar, sum eftir loknan lestur kunnu verða slúsaðir út í samfelagið at arbeiða. Alt gott um tað, men spurningurin er um vit ikki gera samfelagnum eina strategiska dáragerð, tí ein kann ímynda sær, at ein størri ella minni partur av teimum verða "hangandi" í arbeiðslívinum og ikki fara undir víðari lesnað, tí nú hava teir kanska fingið sær maka, børn, hús osfr. Hesir koma hervið at forða fyri, at fólk við hægri útbúgvingum og kanska eisini arbeiðsroyndum uttanlanda kunnu koma heimaftur, tí størvini eru "upptikin".

Tað er kanska ongastaðni í heiminum at so fáir næmingar eru fyri hvønn frøðing sum á Setrinum. Onkur hevur í skemti kallað undirvísingarháttin "hondálegging" av somu orsøk. Ein spurningur er um ikki bachelorútbúgvingar fáast væl bíligari í øðrum londum.

Kanska áttu vit at vent Setrið á høvdið, við at niðurlagt alla undirvísing á bachelor stigi og soleiðis leysgeva arbeiðskraft til miðvísa gransking í staðin. Undirvísingarparturin kundi verið vegleiðarauppgávur fyri høvuðsfaklesandi og PHd-lesandi og okkurt viðkomandi skeiði fyri hesi.

Takið av fróðskaparfelagið!
Fróðskaparfelagið varð stovnað fyri fimmti árum síðani. Endamálið var at birta undir føroyska gransking og at fáa eitt fróðskaparsetur á stovn. Vit kunnu staðfesta, at arbeiði teirra hevur borið ávøkst, vit hava staðsett gransking í Føroyum á fleiri økjum og Fróðskaparsetrið er stovnað. Fróðskaparfelagið stendur eisini sum útgevari av Fróðskaparrit, sum er einasta føroyska vísundaliga tíðariti. Tað tykir mær heldur løgið, at útgáva av vísundaligum tilfari framleitt í almennum stovnum er uppgáva hjá einum privatum áhugafelag. Hetta eigur sjálvsagt at verða eitt av aðalendamálum Setursins. Spurningurin er, um Fróðskaparfelagið eigur at takast av ella fáa heilt aðra uppgávu, enn at verða verjugarður fyri granskingarumhvørvið. Eldhugi limanna er framvegis kærkomin.


Sterka sektorgransking!
Tað er nú einaferð so, at føroyska samfelagið hevur avmarkaðar nøgdir av pengum at leggja í gransking og menning. Tí verður spurningurin altíð um hvussu vit brúka pengarnar á bestan hátt. Vit eru noydd at velja og serstakliga ivasama leiklutin at vel frá. Eftir mínum tykki eiga vit fyrst og fremst at byggja upp gransking á teimum sektorum, sum eru av størsta týdningi fyri okkara samfelag.

Vit eiga at satsa uppá sektorstovnarnar, har brúksrætta gransking gongur fyri seg í neyvum samstarvi við sektoraktørarnar.

Ein sera týdningarmikil liður í sektormenningini er, at pengar verða settir av á fíggjarlógini til at stuðla undir menningina. Hetta eru "grunna"-játtanirnar. Aktørnarnir í sektorinum eiga at hava ávirkan á, hvørji fakøkir verða raðfest og hvussu peningurin verður veittur. Fakliga verður hetta gjørt í einum G&M-programmið fyri "grunnarnar", sum stingur út í kortið, hvønn veg sektorin sjálvur og politiski myndugleikin er samdur í menningin skal fara. Tað, sum er sermerkt fyri játtanirnar er, at øll hava rætt at søkja stuðul til eitthvørt hugskot, sum liggur innanfyri útmeldaða programmið. Hetta ger, at kapping verður millum umsøkjaranar, tí vituligt er, at tað eru fleiri umsøkjarar enn tað eru pengar til. Henda støða ger so, at tey bestu verkætlanaruppskotini vinna frama.

Tann politiski myndugleikin er sjálvandi eisini stórur kundi hjá sektorgranskingarstovnum. Tørvurin er ómetaligur. Stovnarnir liggja inni við fakligum førleika til at gera ymiskar greiningar til landsstýrið og løgtingið at brúka í politiska arbeiðnum, at gera ráðgevingar og vegleiðingar til málaráðini ofr. Og ikki minst at granska í avleiðingum av politiskum inntrivum á ymiskum økjum.

Í samfelagskjakinum kemur týðun fram, at meira eigur at gerast við at framleiða vitan um tað ella tað øki og evni. Eitt dømi. Finnbogi Ísakson hevði nakað fyri jól eina grein í Fregnir um sparingarnar á fíggjarlógini. Hann nevndi, at skuldi sparast av týdningi, so slapp mann ikki undan at hyggja efti trivnaðar-, heilsu- og undirvisingarøkjunum, tí hesi standa fyri 75% av fíggjarlógini. Kjartan Hoydal viðmerkti, at ein trupulleiki við hesum er, at vit hava yvirtikið skipanir á hesum økjum, sum eru seymaðar til samfelag, sum er 100 ferðir størri enn okkara. Tað er eyðsæð, at vit her hava ein so stóran trupulleika, at politikarnir standa meira og minni ráðaleysir, tí tað, sum gerast skal, er stórt og torgreitt. Haldi, at í slíkum førum áttu granskingastovnar at fingið til uppgávu, at greina út alternativar strukturar og fyrisitingarhættir og eisini hvussu avleiðingarnar av teimum merkjast í samfelagnum og ikki minst hjá einstaklinginum. Enn er tað soleiðis, at politikarnir bert kenna til plenuklippara- ella salamimetodurnar, tá tað um sparingar ræður. Men tað er samstundis ongin, sum heldur hesar metodir verða serliga skilagóðar uppá longri sikt og tí er tað alneyðugt at aðrir mátar síggja dagsins ljós.

Tað er rímiligt, at málaráðini hava ein posa av pengum til at menna vitanina um sektorin og kunnu gera langtíðaravtalur við granskingarstovnar um nærri lýstar uppgávur. Men hinvegin er ikki sagt, at hvørt málaráð skal hava sín stovn. Málaráðini eigi ikki at verða bangin fyri at gera avtalir við stovnar, sum annað málaráð varðar av, tí tað er øll grund til at royna at fasthalda, at sama granskingarøki ikki er deilt á fleri stovnar. Til dømis er onki forgjørt í, at Trivnaðarmálaráðið letur Granskingardepilin hjá Mentamálaráðnum gera ávísar kanningar fyri seg um hesin er skikkaður at gera arbeiði.

Fleiri vinnubollar í suppuna!
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í bóklinginum "Vinnusjónarmið" drigið samanum nakrar áskoðanir um gransking í Føroyum. Høvuðsboðskapurin er, at tørvur er á at endurskoða granskingrumhvørvini, har hugt verður eftir endamálið, bygnaði og hvussu vit kunnu koma framá. Hesar áskoðanir eru sera viðkomandi og áhugaverdar og eiga at verða tiknar til eftirtektar.

Hinvegin eru ?Vinnusjónarmið" heldur veik, tá tað umræðir hvat vinnan sjálv vil og kann á granskingar- og mennikngarøkinum. Tað verður staðfest, at vinnan ikki er serliga nógv við í G&M virksemi og tað tykist líka sum, at vinnan orsakar sín afturhaldandi leiklut í hesum við, at fyritøkurnar eru ov smáar og peningaligar veikar. Passiviteturin hjá vinnuni verður eisini forkláraður við, at tað almenna sjálvt setir ikki so nógvan pening í granskingina.

Haldi, at tað eiga at koma nýggir bollar í suppuna. Nógvar føroyskar fyritøkur er peningaveikar sammett við fyritøkur uttanlanda, tað kann verða nakað um tað. Hinvegin hava vit tó nakrar størri fyritøkur innan fyri fiskivinnuna og alivinnuna, sum kunnu gera nakað munagott, um viljin er til tess.

At fyritøkur eru smáar og peningaveikar er eisini heldur veikt argument fyri afturhaldni, tí júst tað, at fyritøkurnar eru smáar og peningavekar eigur at vera eitt sterkt argument fyri at at herja á framtíðina. Her eiga branchuskipanir sum til dømis Ráfiskakeyparafelagið og Havbúnaðarfelagið sín náttúrliga leiklut sum kveikjarar og sambindingarlið.

Í hvønn mun vinnan skal luttaka í fíggingini av granskingar-og menningarvirksemi er eitt evnið, sum er til kjak í øllum londum. At vinnan skal verða við so ella so, er ongin ivi um, tí tað er eisini vinnan, sum skal heysta av tí íløgu, sum verður gjørd í G&M-økið. Okkara vinnufeløg (í øllum førum innan fiski- og alivinnuna) eiga at umhugsa gjølla, at kanna møguleikan fyri at seta gongd á egið G&M-virksemi. Á hvønn hátt hetta kundi verið gjørt, verður upp til vinnuna. Tað kundi verið ein G&M-grunnur sum til dømis tann norski. Ein slíkur grunnur hevði havt ómetaliga stórt virði í G&M menningini og ikki minst sum politiskt signalvirði til myndugleikarnar um at taka alt G&M-øki til politiska endurskoðan.

Endi
Í kjalarvørrinum av fíggjarlógarviðgerðini kom fram frá fleiri síðum av, at fólk eru farin at spyrja seg sjálvan og politikararnar, hvør meiningin er við tí heila. Pleniklipparin, sum jú er einasta politiska instrument samgongan tykist at hava tøkt, er farin at klippa niður í svørðin, nú onki gras er eftir.

Tað sveið í fleiri støðum innan tað almenna - eisini í G&M-økinum. Til dømis var tann reella minkingin av "grunna"játtanunum til Fiskimálaráðið sløk 40 % í mun til játtanina fyri 2002.

Hetta bendir á, at kjakið um innihaldið í G&M í føroyska samfelgnum hevur størri týdning nú enn nakrantíð, tí so leingi sum innihaldið í G&M er so veikt, er jú lag á manni hjá fíggjarnevndini at gera seg inn á karmarnar.









TALVA 1. Orðingar um Gransking og Menning úr Samgonguskjalinum


Úr samgonguskjalinum fyri sitandi samgongu:

Heilsumál
Lóggevast skal um ílegu- og biotøknigransking í Føroyum.

Fiskivinnumál
Framtøk skulu gerast innan útbúgving og gransking í samstarvi við vinnuna til at økja um úrtøkuna og at eggja ungfólki at starvast í hesi vinnu í menning.

Vinnumál
Miðast skal eftir, at kunningartøkni, bio- og gengransking verða hornasteinar í bú-skapinum, har samanrenning millum vitan, samskifti og kunningartøkni verður ásin, sum framburðurin á økinum melur um.

Byggjast skal starvsstova, har sjúkrahús, apotek, Heilsufrøðiliga Starvstovan, Elek-tron, aðrar teldu-fyritøkur og privatir íleggjarar samstarva á felags palli innan gen-gransk-ing, lívfrøði og evnafrøði.

Kynsbót, eftirlit og sjúkufyribyrging verður stuðlað í sama mun sum hjá okkara kappingarneytum. Virkast skal fyri, at menna gransking og aling av øðrum fiska-sløgum.

Mentamál
Miðvísar íløgur í vitan, kunnleika og skapandi evnir eru neyðugar í føroyska samfelagnum komandi árini.

Fróðskaparsetrið skal hava hóskandi karmar og hava møguleikar at geva fleiri útbúgvingartilboð.

Útbyggingarætlan fyri Fróðskaparsetrið verður kannað.

Útbúgvingarnar, sum liggja millum miðnám og hægri lesnað, verða umskipaðar til hægru útbúgving-arnar.

Virkað verður fyri, at útbúgvingarmøguleikarnir hjá føroyskum lesandi úti í heimi verða støðugt styrktir.

Umhvørvismál
Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøkum, ið minka um dálkingina, menna umhvørvisverndina og økja um burðardygdina.



Talva 2. Yvirlit yvir vitanarstovnar og "Grunnar"

Stovnar

"Grunnar"


Fróðskaparsetrið

Granskingargrunnurin

Biofar

Mentunargrunnurin

Økismenningardepilin

Granskingarætlanir

Føroya Landskjalasavn

Hvalagransking

Føroya Fornminnissavn

Fiskivinnuroyndir

Føroya Náttúrugripasavn

Fjølbroyttur floti

Fiskirannsóknarstovan

Fiskivinnumenning á landi

Royndarstøðin

Kanning av djórasjúkum

Menningarstovan

Havbúnaðarroyndir

TK stovan

Vinnuframagrunnurin

Heilsfrøðiliga Starvsstovan
Umhvørvisverndartiltøk

Jarðfrøðissavnið




Skógrøkt landsins




Deildin fyri arbeiðsheilsu




Búskaparráðið




Hagstovan





TALVA 3. Stovnsjáttanir og og "Grunna"játtanir býttar eftir málaráði


Uppskot til fíggjarlóg fyri 2003




Ráð
tal af
játtan
tal av
játtan
íalt


stovnum

"grunnum"



Fiskimálaráðið
1
23.634.000
5
21.837.000
45.471.000

Vinnumálaráðið
4
37.842.000
3
20.672.000
58.514.000

Mentamálaráðið
6
40.169.000
2
10.778.000
50.947.000

Heilsumálaráðið
1
4.123.000
0
0
4.123.000

Trivnaðarmálaráðið
0
0
0
0
0

Oljumálaráðið
2
11.670.000
1
1.900.000
13.570.000

Fíggjarmálaráðið
2
7.358.000
0
0
7.358.000

Løgmálaráðið
0
0
0
0
0

Løgmannsskrivsst.
0
0
0
0
0


17
124.796.000
11
55.187.000
179.983.000






Ávegisstøða 2008.

Soleiðis kundi støðan viðvíkjandi menningini av G&M verið í 2008??.

Eitt granskingarálit er skrivað, sum mælir til at fara radikalt til verka. Álitið hevur verið til samfelagsliga hoyring og aðalorðaskifti hevur verið í tinginum. Drúgt orðaskifti stóðst av álitinum. Stór undirtøka fyri álitinum og serliga fiski- og alivinnan viðmælti tí.

Kjak og broytingar eru innan almennu stovnarnar. Fleiri garðar eru rapaðir og aðrir eru á veg. Fleiri stovnar eru lagdir saman og aðar samanleggingar eru á veg, so roknað verður við, at málið, um í minsta lagi at halverað talið av stovnum verður nátt innan 2010. Endamál stovnanna er endurskoðað í mun til granskingarálitið og saman við spardu krónunum, sum samanleggingarnar hava givið, er okkurt granskingarøki komið afturat.

Fýra granskingarøkir eru við at vera staðsett, men enn eru barnasjúkur at fáast við.
Havfrøðiga økið, har marina lívfrøðin , streymur og oceanografiin er samlað. Fiskirannsóknarstovan, Náttúrvísindadeildin og Biofar eru longu samanløgd
Sjómatur og heilsa. Hetta øki er ma ein samanrening av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Heilsugransking og Apoteksverkinum.
Okkara mentuararvur. Hetta sentrið er ein samarenning av teimum fýra søvnunum, Føroyamáls- og Siðsøguligu deildunum á setrinum.
Samfelagsliga og búskaparliga økið. Samfelagsliga deildin á Setrinum og Økismenningardepilin eru samarunnin. Hetta økið hevur fingið flest pengar av teimum, sum spardir eru aðrastaðir.

Stovnsjáttanirnar eru framvegis á 125 milliónum. Ein samlað evaluering skal gerast av stovnunum í ár, so ein fær at síggja, um mælt verður til størri ella minni granskingarjáttan til vitanarstovnarnar. Enn er eitt sindur av turbulensi í stovnunum orsakað av niðurløgdum granskingarøkjum, samanleggingum og ikki minst, tí ein nýggj jávnvág skal finnast millum G&M-virksemi og tað stovnarnir harumframt fáast við.

Setrið eru fyri størstu broytingini. Tað hevur fingið heilt nýggjar uppgávur og aðrar eru lagdar niður og/ella fluttar. Granskingaruppgávurnar eru lagdar út til sektorstovnarnar og Setrið er nú vorði ein skipanarligur paraplystovnur fyri allir sektorstovnarnar við tí, sum har í hongur. Setrið tekur sær formliga av øllum hvøuðsfak og PhD lestrunum, skeiðvirksemi í hesum sambandi og tekur sær allari útgávu av tí framleiðslu, sum sektorstovnarnir lata úr hondum til útgávu í Føroyum.

Eisini eru rembingar í Heilsfrøðilgu Stavsstovuni. Kjakað verður um hvørvítt eftirlitsuppgávurnar skulu leggjast saman við líknandi virksemi á øðrum stovnum til eina tekniska fyristing . Harafturat verður kjakað um, hvussu tey meira vinnuligu granskingarøkini kunnu staðsetast á stovninum.

Fiskivinnan og Alivinnan hava megnað at seta ein G&M-grunn á stovn, har eitt ávísur prosentpartur av útflutningsvirðinum verður settur í. Seinastu tvey árini hevur innskotið í grunnin ligið um 25 milliónir árliga.

Tað almenna "Grunna"kompleksið er endurskoðað. Endurskoðanin viðførdi, at grunnarnir gjørdust meira málrættaðir í sínum endamáli, og einstáttaðir í fyrisiting. Fyribils er ein grunnur fyri hvørt málaráðið, tað vil siga at Fiskimála-, Vinnumála- og Mentamálaráðini hava lagt sínar játtanir í ein grunn hvør og hini málaráðini hava stovnað hvør sín Eitt grunnahús er stovnað, har fyrisitingin av øllum grunnajáttanunum er samlað.

Stórt kjak stóðst um grunnarnir og hvørja játtan teir skuldu hava. Men eftir at vinnan hevði gjørt sín grunn kom glið á málið. Grunnajáttanin er nú komin upp á 100 milliónir tilsamans, har Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið tó standa fyri helvtini. Ætlanin er at fáa játtanina til gunnarnar upp á 150 milliónir innan trý ár.

Stórt kjak hevur verið um vit skulu hava eitt nýggjan stovn ella fyritøku til vinnurættaða gransking og menning í framleiðslutøkni, veiðitøkni, biotøkni, KT og øðrum. Talan hevur verið um, at bæði vinnulív og tað almenna skulu seta pening í hesa fyritøku. Framtaksgrunnurin er eisini inni í myndini í sambandi við stovnsetanini av hesari fyritøka.