einføldu orsøk, at tað eru so fá børn í kommununi. Hann sigur, at í Lopra og á Økrum, sum eisini eru í kommununi, eru bara tvey børn undir skúlaaldur. Hvussu nógv eru afturat í sjálvum Sumba, er hann ikki greiður [...] Kommuna havt avtalu við dagrøktina í Porkeri um barnaansing. Dagrøktin í Porkeri er ikki fullsett og avtalan hevur verið, at børn úr Sumba hava kunnað verið í dagrøkt í Porkeri. Men bygdaráðsformaðurin ásannar [...] Tað eru nú nógvar kommunur í Føroyum, sum eru farnar at geva foreldrum tilboð um barnaansing. Hetta er helst ein ásanning av, at í fleiri og fleiri húskum eru tað bæði foreldrini, sum arbeiða úti. Nú er
gjøgnum sítt felag, Norway Seafarms. Vestlax og Laksaling hava umleið 25.000 tons av laksi í ringunum í Føroyum. Partarnir vóna at hetta kann økjast til millum 45.000 og 50.000 tons um tvey til trý ár. [...] Stjórin í Vestlax, Súni Durhuus, sigur sambært norska blaðnum, Aftenposten, at teir nú hava eina loysn, sum ikki brýtur føroyska lóggávu. Nýggja avtalan umfatar eisini virksemið hjá Vestlax í Danmark. [...] ir at fáa hendur á smoltum, øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyska arbeiðið Í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni
tingið uppskotið, so er í lagi, men samtykkir tingið ikki, so noyðist Landsstýrið at setast aftur. Tað áhugaverda er, um tingið góðtekur hetta, um tað gongur út yvir vælferðina í Føroyum. Tað haldi eg verða [...] fær sæti í nevndini. Tað var meðan hesar samráðingar fóru fram, at tosið fall á, hvørt Miðflokkurin var hugaður at kom í samgonguna. Eg orki ikki bert at siga nei ? Tað er ikki tað grundleggjandi í hesum [...] fara í samgongu ella ikki, men meira tað, at eg ikki orki at sita og siga nei til alt, sum Landsstýrið kemur í tingið við. Og kortini, gevur samstarvið okkum so frægt av ávirkan, so fara vit upp í samgonguna
teimum. Skeid er júst flutt upp í norsku Tippeliguna. Teir gjørdust nummar tvey í næstbestu norsku deildini og fluttu tí beinleiðis upp í bestu deildina. Leiðararnir í Skeid hava sæð videoupptøkur av teimum [...] saktans er dugur í føroyskum fótbóltsspælarum. Men tað eru ikki bara fyrimunir við at fara uttanlands at royndarvenja, tí í annaðkvøld skal StÍF spæla ímóti Kyndli í 1. deild hjá monnum í hondbólti og til [...] er stuttur og tí verður farið til sakina beinanvegin og í kvøld verða teir báðir føroysku landsliðsmenninir við í einum dysti, sum er fyriskipaður í sambandi við vitjan teirra. Ætlanin er eisini, at før
leita - elektroniskt - í øllum tilfarinum, sum hevur verið í Sosialinum seinasta árið. Í dátabásanum liggja gott og væl 7.400 greinar og tíðindastubbar, sum hesa tíðina hava verið í blaðnum - og talið økist [...] in bara er til føroyingar í útlegd. Blaðið er so sanniliga eisini til føroyingar í Føroyum, sum á henda hátt kunnu fáa tíðindini fyrr, men ikki minst til teirra, ið granska í gomlum bløðum. Skúlar o. o [...] hundratals lýsingarnar, sum eru í blaðnum hvønn dag 7.406 greinar á internetinum Í dátabásanum hjá Internet-Sosialinum í gjár lógu 7.406 greinar og tíðindastubbar, sum hava staðið í Sosialinum seinasta árið.
fara í kríggj beinanvegin. Vit mugu fyrst royna at loysa málið í sátt og semju. Og eg haldi, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur ein góðan vilja at ganga vinnulívsmonnum í Suðuroynni [...] nú, at virkini í Suðuroynni noyðast at gevast at kalla á hálvum degi fyri at fáa fiskin av oynni. Ein annar trupulleiki er, at virkini í Suðuroynni noyðast at betala 41 oyru fyri kilo í frakt fyri at flyta [...] flyta fiskin úr Suðuroynni til Havnar og tað ger suðuroyingar nógv verri fyri í kappingini enn virkini aðrastaðni í Føroyum eru.Og ein triði trupulleiki er, at Smyril er hildin uppat at sigla til Vágs mikudag
at her stendur so væl til í okkara tónleikalívi, sum hendan konsert hevur verið tikin sum tekin um. Tað er gott, at Føroya Symfoniorkestur, flaggskipið í okkara tónleikaheimi, í samvinnu við útvarp, sjónvarp [...] konsertum. Eisini í donskum musikkskúlum eru dømi um sameining av professionellum musikaravirksemi og undirvísing. Tað man sostatt ikki vera nakað órímiligt hugskot, at vit her í Føroyum, sum so at siga [...] Gleði og gleimur í Norðurlandahúsinum og í stovum kring alt landið, soleiðis sum hetta serliga høvið er ætlað og býður til. Hjá okkum, sum bæði sluppu at hoyra konsertina seinnapartin og seinni at sita
gjørt eitt uppskot til, hvussu miðbýurin í Vági skal skipast í framtíðini. Vágs Kommuna hevur nú í eina tíð havt samstarv við arkitektin um, hvussu miðbýurin í Vági kundi verðið skipaður. Kommunan heldur [...] miðdepil í Vági. Har vóru stór arbeiðspláss fyrr og har gistu arbeiðsfólkið, sum tá á døgum kom úr øllum Føroyum til Vágs at arbeiða. Arkitekturin, Albert Isfeld, sigur, at tað hevur havt týdning í ætlanini [...] miðbýin øðrvísi, skal trivnaður verða í Vági. Men tað fer samstundis at gera møguleikarnar hjá handilsvinnuni og tænastuvinnuni at virka nógv betri. Tann parturin í Vági, sum kemur undir ætlanina, er strekkið
svarið er einfalt: Fleiri aliloyvi verða ikki givin í Føroyum, punktum. Verandi alarar skulu sostatt einsamallir hava ta ling, ið er, og ta aling, ið verður í framtíðini. Teir hava fingið hesi loyvi ókeypis [...] nøkrum fáum í eina tíð, har vit sum ongantíð fyrr hava fyri neyðini, at ungar, nýggjar kreftir sleppa framat. Mær rennur í huga eitt brot úr bók, har faðirin sigur við sonin: »Eg eri maður í meðal støðu [...] gið fer í søguna. Vit kunnu nevna nøkur dømi: Føroya Banki skal privatiserast, og latast gomlu eigarunum. Prísurin, ið nevndur er, er 500 mill. kr., hóast samfelagið enn skyldar 2,5 mia. kr. í honum. Hevði
. ? Í hesum sambandi skal nevnast, at tað er ein veruleiki, at alt fleiri reiðarar í Europa velja at byggja í Kina í dag. Sum dømi kann upplýsast, at tann danska stórfyritøkan A. P. Møller, P&O í Bretlandi [...] aðrar fyritøkur í Evropa byggja bæði størri og smærri serskip í Kina. ? Síðani 1995 hava vit konsentrerað okkum um skipasmiðjur í Kina. Vit hava í hesum sambandi fleiri ferðir verið í Kina saman við okkara [...] arkitekta, verkfrøðinga- og konsulentfyritøkuna í fiskiskipum »VS-Skipatækni« í Reykjavik. »Vik & Sandvik« í Noregi, sum er tann stórsta av sínum slagi í Skandinavia, eigur 49% av hesu íslendsku fyritøkuni