Tað eru nú nógvar kommunur í Føroyum, sum eru farnar at geva foreldrum tilboð um barnaansing. Hetta er helst ein ásanning av, at í fleiri og fleiri húskum eru tað bæði foreldrini, sum arbeiða úti.
Nú er eisini Sumbiar Kommuna farin at bjóða sínum borgarum barnaansing. Kommunan hevur søkt í bløðunum, at eru foreldur, sum hava tørv á barnaansing, so kunnu tey siga kommununi frá. Tey, sum vilja hava børní ansing, skulu hava sagt kommununi frá hálvan august.
Jacob Vestergaard, bygdaráðsformaður í Sumbiar Kommunu, sigur, at ætlanin við lýsingini í bløðunum er mest fyri at kanna tørvin.
Hann sigur, at av og á eru graml at hoyra um, at foreldur sleppa ikki til arbeiðis, tí tey fáa ikki børnini ansað.
Men nú skal so hendan kanningin vísa, um hetta bara er prát, ella um tørvurin er veruligur.
Og vísir tað seg, at tørvur er á ansingarplássum, er kommunan sinnað at skipa fyri ansing til tey børnini.
Ætlanin er ikki at byggja barnagarð, men at útvega dagrøktarpláss til børnini, sum hava brúk fyri ansing.
Sjálvur heldur Jacob Vestergaard ikki, at tørvurin er serliga stórur.
Tað er av teirri einføldu orsøk, at tað eru so fá børn í kommununi.
Hann sigur, at í Lopra og á Økrum, sum eisini eru í kommununi, eru bara tvey børn undir skúlaaldur.
Hvussu nógv eru afturat í sjálvum Sumba, er hann ikki greiður yvir, men helst eru tey færri enn 10.
Annars hevur Sumbiar Kommuna havt avtalu við dagrøktina í Porkeri um barnaansing. Dagrøktin í Porkeri er ikki fullsett og avtalan hevur verið, at børn úr Sumba hava kunnað verið í dagrøkt í Porkeri. Men bygdaráðsformaðurin ásannar, at hetta er nakað óhøgligt, tí ætlar Sumbiar Kommuna sjálv undir dagrøkt.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....