Norskur kapitalur í Vestlax

Sambært norskum miðlum keypir Pan Fish helvtina av Vestlax í komandi viku

Jógvan Hugo Gardar, Oslo


Vestlax og Pan Fish, sum høvdu avtalu klára fyri fáum vikum síðani, men sum Landstýrið havnaði, eru nú við at koma á mál við eini nýggjari avtalu.

Eigararnir rokna við, at framleiðslan kann økjast við millum 20 og 30 prosentum av samstarvinum.

Upprunaliga ætlaðu Pan Fish og Vestlax leggja saman, men eftir at føroysku myndugleikarnir søgdu nei, hava partarnir leitað eftir eini loysn, sum hóskar føroysku lóggávuni.

Stjórin í Vestlax, Súni Durhuus, sigur sambært norska blaðnum, Aftenposten, at teir nú hava eina loysn, sum ikki brýtur føroyska lóggávu.

Nýggja avtalan umfatar eisini virksemið hjá Vestlax í Danmark. Sambært Aftenposten selja Súni Durhuus og Jógvan Durhuus 50 prosent av partabrøvunum í Vestlax til norska Pan Fish. Hetta verður gjørt fyri at fáa betri atgongd til marknaðin og fyri at fáa eitt betri samstarv við Laksaaling, sum Pan Fish eigur gjøgnum sítt felag, Norway Seafarms.

Vestlax og Laksaling hava umleið 25.000 tons av laksi í ringunum í Føroyum. Partarnir vóna at hetta kann økjast til millum 45.000 og 50.000 tons um tvey til trý ár. Einasta forðingin fyri at náa málinum skal vera møguleikarnir at fáa hendur á smoltum, øll eru hjartaliga vælkomin.


Føroyska arbeiðið

Í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Før. gudstænasturnar

í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.

(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09

fax. 32 58 61 49

e-mail:

kristnastova@get2net.dk

Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.

Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.

Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals


Føroyingafelagið

í Esbjerg

Danmarksgade 25,

6700 Esbjerg, tlf. 75132747

Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.


Føroyskt

barnamøti

Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Heimamissiónin

Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.


Føroyingarfelagið

í Aalborg

Lille Kongens Gade 10 B.

Tel. 98136330

Húsið er opið soleiðis:

Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00

Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 33 23 15 87

Fax 33 23 15 18

Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Heimasíða:

www.faroehouse.dk

E-mail:

postur@faroehouse.dk

Upplatingartíðir:

mánadag?fríggjadag:

kl. 16.00?19.00.

28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.

28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D

8000 Århus C

Telefon og fax: 86180604

Teldupostur:

aarstova@teliamail.dk

Heimasíðan:

welcome.to/aarstova

Áarstova er opin soleiðis:

Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18

Føroysku bløðini liggja frammi.

Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03

Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.

Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:

MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.

Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).

Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).

Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.

Ítróttartiltøk:

Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.

Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.

Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.


Føroyingafelagið

Vesturskin,

Bergen

Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.


Føroyingar

í Noregi

E-mail:

foroyar@norden.no

Heimasíða:

www.norden.no/foroyar

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.


Føroyingafelagið

í Reykjavík

Ølduslóð 27

220 Hafnafjørður, Ísland

Tlf. 565 4883

E-mail: forrek@visir.is