Nú er tað næstan ikki vika, har ikki ein ella fleiri føroyskir fótbóltsspælarar eru uttanlands og royndarvenja. Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni eru í Onglandi og um dagarnar eru John Petersen og Allan Mørkøre farnir til Noregs at royndarvenja.
Teir báðir seinnu vera ikki so leingi burtur sum teir báðir fyrru, men hvør veit um ikki okkurt spyrst burturúr kortini.
Um vikuskiftið fingu John Petersen og Allan Mørkøre, sum báðir hava sáttmála við Nordplayer, boð um, at norska felagið Skeid vildi sleppa at hyggja nærri eftir teimum. Skeid er júst flutt upp í norsku Tippeliguna. Teir gjørdust nummar tvey í næstbestu norsku deildini og fluttu tí beinleiðis upp í bestu deildina.
Leiðararnir í Skeid hava sæð videoupptøkur av teimum báðum føroysku landsliðsleikarunum, men tað er sjálvsagt ikki nóg mikið til at kunna gera sáttmálar við teir og tí sendu teir boð eftir teimum at koma til Noregs.
Burtur í fýra dagar
Um middagsleitið í gjár fóru teir báðir tí avstað við flogfari til Danmarkar, haðani teir skuldu víðari til Noregs. Steðgurin er stuttur og tí verður farið til sakina beinanvegin og í kvøld verða teir báðir føroysku landsliðsmenninir við í einum dysti, sum er fyriskipaður í sambandi við vitjan teirra.
Ætlanin er eisini, at føroyingarnir skulu venja við restini av Skeid-hópinum eina ella tvær ferðir, men tað veldst um hvussu tað passar við tíðini.
Vit hava spurt John Petersen um hvussu vónirnar eru nú teir fara avstað:
? Eg veit ikki. Vit fara avstað við tí fyri eyga at gera okkara besta og tað fara vit sjálvandi at gera, báðir tveir, men vit kenna púrt einki til felagið, uttan at tað liggur mitt í norska høvuðsstaðnum, sigur hann.
? Sum vit hava skilt, so hevur venjingin í norska felagnum ikki verið so øgiliga hørð. Eg havi skilt á lagnum, at teir vandu ikki líka nógv, sum liðini í bestu deildini gjørdu, men hetta verður óivað broytt nú teir eru fluttir upp, leggur John afturat.
Men hvør er so munurin millum tað bestu norsku deildina og tað føroysku?
? Høvuðsmunurin er, at tað gongur so nógv skjótari enn tað ger í Føroyum. Annars er ikki so øgiligur munur á. Liðini eru eisini javnt sterkari, sigur John Petersen.
Fara um tilboðið
er nóg gott
Men er áhugin at fara uttanlands at spæla so stórur?
? Ja, tað er hann heilt vist, sigur John Petersen og leggur afturat, at hann kortini ikki er so stórur, at teir fara fyri ein og hvønn prís. Fyri tað fyrsta skal tilboðið vera nóg gott og fyri tað næsta skulu umstøðurnar eisini vera í lagi, sigur John Petersen.
Men tað er ikki so langt síðan at John Petersen var í Noregi og royndarvandi við fleiri feløgum. Spurdist einki burtur úr tí, ella hevur hann frætt aftur úr Noregi?
? Jú, eg havi frætt aftur, men alt er ikki endaligt enn, sigur John Petersen.
Bryne, sum var annað felagið hann royndarvandi við datt burtur í millum í uppflytingarstríðnum og tapti fimm ella seks teir seinastu dystirnar á rað og fluttu tí ikki upp. Av teirri orsøk datt tann avtalan niðurfyri. Kongsvinger, felagið hjá Julian Johnsson, var annað felag hann royndarvandi við, men haðani hevur hann ikki hoyrt nærri og nú væntar hann ikki at hoyra meiri frá teimum.
Men John Petersen hevur ikki mist móti av teirri orsøk. Nordplayer, sum hann hevur sáttmála við, arbeiðir við at finna honum eitt felag og tað gera teir bæði í Noregi og aðrastaðir við.
? Nordplayer arbeiðir eisini eitt nú í Onglandi, men tað er so øgiliga torført at marknaðarføra føroyskar spælarar í Onglandi, tí at eingin bretskur fótbóltsspælari kennir nakað til føroyskan fótbólt og føroyskar fótbóltsspælarar, sigur John Petersen.
Ikki við móti Kyndli
Nú eru teir báðir landsliðsspælararnir farnir avstað og í kvøld fara teir so á vøllin saman við hinum monnunum á liðnum hjá Skeid. Og tað er einki at taka seg aftur í at siga, at teir uttan iva fara at leggja doyðin í at vísa norðmonnum, at tað saktans er dugur í føroyskum fótbóltsspælarum.
Men tað eru ikki bara fyrimunir við at fara uttanlands at royndarvenja, tí í annaðkvøld skal StÍF spæla ímóti Kyndli í 1. deild hjá monnum í hondbólti og til tann dystin verða strandingar so noyddir til at klára seg uttan John Petersen.
? Ja, soleiðis er. Tað er sjálvandi keðiligt, at tað júst skuldi verða dystur hetta kvøldið, sigur John Petersen og leggur afturat:
? Men tað mugu vit bara finna okkum í. Eg rokni við, at teir fara at klára seg uttan meg allíkavæl, sigur hann.