Javnaðarfelag samtykti eisini eina lógarbroyting, sum ber í sær, at felagið hevur eina sokallaða »standandi uppstilling« til løgtingsval. Hetta ber í sær, at seinasti listin er galdandi, so leingi tey, sum [...] Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Dánjal Joensen, Kollafjørður, formaður. Birgir Waag Høgnesen, Vestmanna næstformaður. Niels Petersen, Hvalvík, skrivari. Hjørleif T. Hansen, Tjørnuvík, Jógvan Mørkøre [...] um nýtt navn/nøvn til listan. Eftir hesi samtykt, eru teir sokallaðu uppstillingarfundirnir farnir í søguna.
onga viðmerking hava í løtuni. Hann heldur tó, at nú danir hava valt ikki at leggja seg út í føroyskan politikk, so eiga føroysku umboðini á fólkatingi heldur ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk [...] Müller Fíggjarnevndin í danska fólkatinginum samtykti hósdagin avtaluna millum Føroyar og Danmark, dagin eftir at sama avtala varð samtykt av einum einmæltum løgtingi. Men samtyktin í donsku fíggjarnevndini [...] okkum føroyingum eina góða avtalu. -Men í hvønn mun hevur tín lutur sum fólkatingsmaður stuðlað undir krøv føroyinga? -Tað er sjálvandi ringt at máta. Men eg ivist ikki í, at hetta hevur hjálpt. Vit síggja
nakra meining í, at sendingar sum Fimla og vikugamlir Gekkar, skulu fylla ein stóran part av tilfarinum, ið sent verður. Útvarpið: Útvarp Føroya er helst tann mest fjølbroytta útvarpsstøð í heiminum, men [...] skeita í hesi tíðindi, áðrenn teir blaka tey frá sær. Tað, ið ynskt verður, eru stutt heimatíðindi har ímillum veðurlagið, fiskiskapur, fiskaprísir, ítróttarúrslit o.a. Bygdanavn manglar sum oftast í and [...] at hava gyltar dagar í føroyskum politikki. Her eru nøkur mál, ið settu dám á valpropagandaina. 1. Man skal stilla krøv um líkt og ólíkt, sum ikki hevur nakað sum helst grundarlag í veruleikanum. Ítøkiligar
hjá nýggja bátinum, og tað gjørdi tað. Hannis Joensen er formaður í RSF. Hann róði nógv í síni tíð, og hann hevur í mong, mong ár fylgt væl við í kappróðri. ? Eg havi eisini hoyrt hatta prátið, og tað er [...] kappróðrarhugað tosa níogv um í hesum døgum. Á teimum fyrstu trimum stevnunum var málið hjá tíggjumannaførunum tvey túsund metrar, og tá vann Eysturoyingurin sera sannførandi. Í Vági var málið eitt túsund [...] gurin hevur róð einastandandi væl í ár, og tað sæst aftur á úrslitunum. Okkurt annað árið hava aðrir bátar verið væl fremstir á øllum stevnunum, t.d. Havnarbáturin í síni tíð og eisini Skálabáturin. Avrikið
higartil í ár, men eg skal ikki dylja yvir, at vit høvdu gott mót, tá vit fóru suður. Tað er Anfinn Gærdum, formaður í róðrarfelagnum á Strondum og høvuðsmaðurin í felagnum síðani tað varð stovnað í 1989, [...] vunnu vit FM bæði í 1991 og í 1992, og tá var mesta tosið á Strondum summarmánaðarnar um kappróður. Í fjør gekk hampuligt hjá Stráluni, sum í FM kappingini endaði á øðrum plássi og sum í onkrum róðrum, t [...] ára gamlir, og teir flestu hava ikki roynt seg í kappróðri áður. ? Róðursmaðurin í fjør rør við í ár, og ein annar av manningini frá í fjør er við aftur í ár, meðan alt hitt er nýtt fólk. Hvat roknar tú
virkað í londum víða hvar í Europa, í USA og aðrastaðni í heiminum. Í starvi sínum innan ríkisútvarpið hevur hann havt serliga týdning fyri kunning um nútíðar tónlist. Þorkell hevur verið formaður í Tóns [...] Messuna eftir J. S. Bach í gitnu konserthøllini Barbican Centre. Við í íslendska ferðaliðinum er ein hin kendasti komponisturin í Íslandi í dag. Tað er Þorkell Sigurbjørnsson, sum í heyst fyllir seksti ár [...] luttakandi tónleikafólk tilsamans, fer sum áður fráboðað fram í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, og í kvøld kl. 19.30 verður fyrsta konsertin at hoyra í Norðurlandahúsinum. Tað verða tey trý gestakórini Kammerkoret
til Føroya er heldur minni í byrjanini av 1998, so er fráflyting minkað uppaftur meira. Arbeiðsloysið er í mai gjørt upp til 8% móti 10% um somu tíð í fjør. Gongdin sæst aftur í skatta- og avgjaldsinntøkum [...] møguligum bakkøstum í prísum og veiði. Tað er ein grundleggjandi trupulleiki, at rentabiliteturin í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi ikki er ikki nóg góður. Í brotinum um kappingarførið í frágreiðingini [...] higartil í 1998 benda á at meira verður virkað í Føroyum. Hagtølini benda eisini á, at prísmun urin millum fisk landaður í Føroyum, ogh fisk, sum fer óvirkaður av landinum, er minkaður rættuliga nógv. Í viðgerðini
tað vert at vísa á, at føroyska lønarkappingarførið er batnað munandi í nítiárunum. Produktiviteturin er eisini batnaður. Gongdin í virkngini av fiski bendir eisini á positiva bógvin. Hóast tekin sostatt [...] høvuðsorsøkum. 1. Avkastið í stórum pørtum av fiskivinnuni bæði á sjógvi og á landi, er ov lítið til at kunna endurnýggja framleiðslutólini. 2. Fiskastovnarir undir Føroyum verða í løtuni troyttir til tað [...] at tryggja, at stovnsrøktin verður nóg góð. At enda verður í frágreiðingini víst á, at hóast afturgjaldingin av landskassaskuldini nú er komin í eina fasta legu, og skuldin og rentuútreiðslurnar eru minkaðar
klokkan eitt í kvøld í sambandi við dansin í Virkinum. Samstundis verður mótasýning við Kallkyni, Seytjan og Klædnabúðini í Skálavík Tað er ungmannafelagið Virkið á Sandi, sum skipar fyri stevnuni hesuferð [...] framsýning í Norðaru Koytu og myndaframsýning í skúlanum. Klokkan trý verður fótbóltsdystur ímillum 2. deild hjá B 71 og 1. deild hjá Sumbingum. Aftaná dystin verður súkklukapping inni í dalinum, har í súkklarar [...] tiltøkum á skránni, líka frá í dag til sunnukvøldið. Eitt tað mest forvitnisliga tiltakið er, at fríggjakvøldið fer heimsins prúðasti maður í 1995 at vísa seg og sínar vøddar fram í ungmannafelagshúsinum Virkinum
Í árligu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður staðfest, at tað í 1997 var ein vøkstur í lønútgjaldingum uppá 7 prosent í samfelagnum í fjør. Størsti vøksturin, tá mált verður í krónum, er í fiskivinnuni [...] mánaðirnar í ár er útgoldið 12 prosent meria í lønum enn somu mánaðir í 1997. Eisini í byggivinnuni er stórur vøkstur í løngjaldingunum. Í 1997 var útgoldið 35 pst. meir enn í 1996 og fystu fýra mánaðirnar [...] enn somu mánaðir í fjør. Fiskivinnan á landi hevði eina minking í lønútgjaldingum í 1997. Seks prosent minni enn í 1996, men tað gongur sambært upplýsingunum frá Búskaparráðnum betri í ár. Fyrstu fýra