Løngjaldingarnar øktust sjey prosent í fjør

Størsti vøkstur í løngjaldingum var at finna í fiskiskapinum, sigur Búskaparráðið í árligu frágreiðing síni og fyrstu mánaðirnar í ár er vøksturin enn størri

Í árligu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður staðfest, at tað í 1997 var ein vøkstur í lønútgjaldingum uppá 7 prosent í samfelagnum í fjør.

Størsti vøksturin, tá mált verður í krónum, er í fiskivinnuni. 79 mió. krónur meiri í lønum til fiskimenn enn árið fyri.

Í prosentum svarar hetta til ein vøkstur uppá 13 prosent og hann sær út til at halda fram í ár.

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru útgoldið 23 prosent meir í løn til fiskimenn enn somu mánaðir í fjør.

Fiskivinnan á landi hevði eina minking í lønútgjaldingum í 1997. Seks prosent minni enn í 1996, men tað gongur sambært upplýsingunum frá Búskaparráðnum betri í ár.

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár er útgoldið 12 prosent meria í lønum enn somu mánaðir í 1997.

Eisini í byggivinnuni er stórur vøkstur í løngjaldingunum.

Í 1997 var útgoldið 35 pst. meir enn í 1996 og fystu fýra mánaðirnar í ár er útgoldið 33 prosent meira enn somu mánaðirnar í fjør.

Men hóast hesa positivu gongd, so er enn eitt sindur áðrenn løngjaldingarnar koma á tað støðið, tá tær vóru uppá tað hægsta.

Eitt nú vóru í 1991 útgoldnar 738 mió. krónur í lønum til fiskimenn.