Búskaparráðið gevur í dag út frágreiðing um búskapin. Hetta er onnnur frágreiðing sitandi ráð gevur út. Tann fyrra kom út fyri júst einum ári síðani.
Frágreiðingin er í fýra pørtum:
1. Konjukturmeting
2. Kappingarføri
3. Fiskiveiða, fiskavirk- ing
4. Javni mótvegis útland- inum
Í konjukturmetingini verður staðfest, at hagtølini fyri búskapin vísa framgongd. Tey hagtøl, sum skifta við framleiðslugongdini ,vís á positiva gongd: lønargjaldingar, veiða, fiskaprísir, rakstrarúrslit hjá fiskiflotanum, aling, útflutningur, innflutningur av vørum til framleiðslu o. s. fr.
Eisini hagtøl, ið lýsa eftirspurningin vísa vøkstuyr: Nýtsluinnflutningur, lønargjaldingar innan byggivirksemi, innflutningurin av byggitilfari.
Hóast tilflytingin til Føroya er heldur minni í byrjanini av 1998, so er fráflyting minkað uppaftur meira. Arbeiðsloysið er í mai gjørt upp til 8% móti 10% um somu tíð í fjør.
Gongdin sæst aftur í skatta- og avgjaldsinntøkum landskassans. Inntøkuskatturin hjá landskassanum er øktur í 1997, hóast ein ávís skattalækking er farin fram. Eisini kommunurnar hava fingið størri skattainntøkur.
Tann almenna skuldin minkaði í 1997 fyrst og fremst tí fleiri kommunur nýttu høvið til at gjalda skuld aftur. Avtalan, sum landsstýrið gjørdi við stjórnina, hevur tó minkað munandi um landskassans skuld og landskassans rentuútreiðslur, ávikavist 900 miljónir krónur og knappar 190 miljónir krónur. Landskassin fær tó sambært avtaluna frá 1999 eina nýggja avdráttarskyldu upp á góðar 120 miljónir krónur.
Roknað verður bæåði í 1997 og í 1998 við einum gjaldsjavnaavlopi upp á umleið eina miljard krónur. Hetta hevur við sær, at nettouttanlandsskuldin við árslok 1998 verður um 1 miljard krónur. Skuldin minkar tó uppatur meira, tí skuld landskassans til statin er lækkað við 900 miljónir og ábyrgdarpeningur statsins í framtaksgrunninum upp á 99 miljónir krónur eisini er efturgivið sum lán. Føroyar fara t´æi helst onga nettouttanloandsskuld at hava við árslok 199. Hetta nettotal fjalir tó yvir tann veruleika, at almenni sektorin hevur eina uttanlandsskuld, ið er oman fyri 5 miljardir krónur, meðan privati sektorin hevur eina samsvarandi ogn uttanlands.
ÚTLIT
Búskapargongdin tykist sostatt sera positiv. Framgongdin setends fyrst og fremst av betri fiskaprísum og størri veiði undir Føroyum og er sostatt grundað á eitt betri framleiðslugrundarlag, og ikki sum fyrr er hent á lántøkur, alment virksemi, vøkstur í órentablar íløgur og nýtslu o. a.t. Hinvegin eru batin í fiskaprísum og veiðu ikki viðurskifti, sum ikki eru batnað av okkara egnu ávum. Í frágreiðingini verða viðgjørdar grundleggnadi framleiðslufortreytir, sum hava stóran týdning fyri framhaldandi menning av føroyska búskapinum, og fyri at búskapurin kann vera førur fyri at standa móti møguligum bakkøstum í prísum og veiði.
Tað er ein grundleggjandi trupulleiki, at rentabiliteturin í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi ikki er ikki nóg góður. Í brotinum um kappingarførið í frágreiðingini verður tó víst á, at føroysku arbeiðsmannalønirnar nominelt bert eru øktar fá prosent í níti árunum, meðan lønirnar bæði í Íslandi og Skotlandi eru øktar meira enn 20% sama tíðarskeið. Okkara kappingarføri mótvegis hesum báðum kappingarneytum um feska fiskin er tískil bøtt munandi. Gongdin í kursinum á bretska gjaldoyranum í 1997 hevur eisini bøtt um okkara kappingarføir. Produktiviteturin í fiskaídnaðinum er sambært fiskaframleiðarum somuleiðis batnaður. Hagtølini fyri útflutningin av óvirkaðum fiski, fyrst og fremst av toski, higartil í 1998 benda á at meira verður virkað í Føroyum. Hagtølini benda eisini á, at prísmun urin millum fisk landaður í Føroyum, ogh fisk, sum fer óvirkaður av landinum, er minkaður rættuliga nógv.
Í viðgerðini av fiskiveiðini verður staðfest, at avkastið hjá feskfiskaflotanum undir Føroyum framvegis er ov lítið til at tryggja eina endurnýggjan av flotanum. Fiskidagaskipanin hevði ikki baraa til endamáls at verja fiskastovnarnar undir Føroyum, men eisini at bøta um avkastið hjá flotanum, ið fiskar undir Føroyum, við at gera tað møguligt hjá teimum best riknu skipinum at keypa fiskidagar frá teimum verri riknu skipunum. Men skipanin virkar ikki eftir ætlan av fleiri orsøkum. Í frysta lagi er dagatalið sett so høgt, at bert línuskipini fara at brúka tillutaða dagatalið upp fyri inniverandi fiskidagaár. Í øðrum lagi er umsetiligheitin í skipanii - sum bert fær veruligan týdning um dagatalið er avmarkandi - so avmarkað, at tað ikki eru møguligt hjá vælriknum skipum at keypa onnur skip út. Og í triðja lagi kann skipanin ikki verja tað einstaka fiskaslagið. Sostatt tryggjar fiskidagaskipanin ikki samfelagnum størst møguligt búskaparligt avkast av fiskiskapinum. Fiskiskapurin verður ikki framdur, so størst møguligt virði fæst av hvørjari kostnaðarkrónu. Heldur ikki er skipanin við til at minka um árinini, sum skiftandi náttúruviðurksifti hava á búskapin. Og at enda forðar skipanin fyri, at stovnarnir verða ovtroyttir.