Er tað manningin, ella er tað nýggi báturin, sum er orsøkin til, at tað gongur so framúr væl hjá nýggja tíggjumannafarinum, sum NSÍ eigur.
Hetta er nakað, sum kappróðrarhugað tosa níogv um í hesum døgum. Á teimum fyrstu trimum stevnunum var málið hjá tíggjumannaførunum tvey túsund metrar, og tá vann Eysturoyingurin sera sannførandi. Í Vági var málið eitt túsund metrar, og so var spurningurin, um tað fór at hilnast eins væl hjá nýggja bátinum, og tað gjørdi tað.
Hannis Joensen er formaður í RSF. Hann róði nógv í síni tíð, og hann hevur í mong, mong ár fylgt væl við í kappróðri.
? Eg havi eisini hoyrt hatta prátið, og tað er altíð hugaligt at tosa og gera sær sínar metingar. Eg dugi ikki at gera nakra avgjørda niðurstøðu um handa spurningin. Báðir bátarnir, sum Sámal Hansen hevur smíðað ? Kjølur og Eysturoyingur ? eru snøggir og góðir bátar, og tað sigur seg sjálvt, at nýggir bátar eru lættir og harvið góðir at rógva. Hetta hevur nógv at siga, men eg rokni við, at manningin hevur nógv størta týdningin, sigur Hannis Joensen, og so heldur hann fram:
? Tá feløgini fáa sær nýggjar bátar, so vísir tað seg ofta at áhugin økist, og tá tað so gongur væl, verður áhugin uppaftur størri. Eysturoyingurin hevur róð einastandandi væl í ár, og tað sæst aftur á úrslitunum. Okkurt annað árið hava aðrir bátar verið væl fremstir á øllum stevnunum, t.d. Havnarbáturin í síni tíð og eisini Skálabáturin. Avrikið hjá Eysturoyinginum higartil í ár vísir hinum manningunum, at tær mugu gera uppaftur meiri við tað, um tað skal eydnast teimum at taka hann, men hetta er ein torførur spurningur, tí eg havi ikki skilt, at teir umborð á Eysturoyinginum fóru so ógvuliga tíðliga undir venjingina. Eg haldi meg hava hoyrt, at teir flotaðu bátin flaggdagin, men eg veit, at aðrir fóru undir venjingina nógv fyrr enn tað, so har er ivaleyst eitt samanspæl av ymsum orsøkum, heldur formaðurin í RSF, Hannis Joensen.
Bara kapping um
annað plássið
Tað var eingin ivi um vinnaran á jóansøku, men tað var stór kapping um annað plássið.
Suðuroyingar mannaðu fýra tíggjumannafør, og teir vóru so mikið gestablíðir, at teir tóku sær av fýra teimum aftastu plássunum. Ormurin Langi og Vágbingur høvdu manning úr Vági, og meiri enn seksti ára gamli Suðuroyingur og Tvørábáturin vóru mannaðir á Tvøroyri.
Vágbingur, Kjølur, Nólsoyingur, Havnarbáturin og Vestmenningur kappaðust allir um næstfremsta plássið.
Gula kortið á lofti
Tað gekk sum eftir ánni at avgreiða róðrarnar, men hjá 10-mannaførunum var neyðugt at starta tvær ferðir. Suðuroyingurin leyp avstað, tá dómarin rópti ?klárir?, og hinir løgdu aftaná honum, og tað gekk ein løta, áðrenn teir varnaðust, at dómarin hevði skotið róðurin av, sum hann ongantíð hevði latið startskotið av fyri. Suðuroyingurin fekk gula kortið fyri tjóvstartin.