Atlantsljómur

North Atlantic Choir Festival fyrstu konsertina í Norðurlandahúsinum í kvøld

Stór tónleikastevna við luttøku av kórum úr Íslandi, Føroyum og Noregi og symfoniorkestri úr Danmark, hálvttriðja hundrað luttakandi tónleikafólk tilsamans, fer sum áður fráboðað fram í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, og í kvøld kl. 19.30 verður fyrsta konsertin at hoyra í Norðurlandahúsinum.

Tað verða tey trý gestakórini Kammerkoret F.I.K.S. og Øystre Slidre Sanglag úr Noregi og Langholtskirkjukórinn úr Íslandi, sum í kvøld trína fram á pallin. Kammerkoret F.I.K.S., lítil úrvaldur sangbólkur upp á bert 14 sangarar úr Oslo, sum á Føroyaferðini í egnari skrá hevur lagt høvuðsdentin á kirkjuliga sangskrá, ið verður at hoyra í Fuglafjarðar kirkju í annaðkvøld, ger stytri av í kvøld við lættari festligari skrá upp á 15 minuttir.

Øystre Slidre Sanglag, 40 sangarar, kemur úr Valdres, økinum kring býin Fager-nes. Teirra stavnhald er at arbeiða miðvíst við sanghugaðum fólki í norskum bygdasamfelag fram móti fjøltáttaðum, dygdargóðum framførslum við denti á klassiskt og fólkatonalt kórtilfar. Valdres er eitt tað øki í Noregi, har fólkatónleikur hevur livað sterkast og ríkast frá eldri tíð og fram til okkara dagar. Tí teljast fleiri kendir fólkatónleikarar við í kórinum, og skráin í kvøld í Norðurlandahúsinum fer umframt fólkatónar í tradiotionellari og nútímans kórseting og klassiskan kórsang sum t.d. kenda Våren eftir Grieg og Vinje eisini at umfata instrumentalan fólkatónleik við hardingfele, munnharpu, seljefloytu og kvøðing.

Størsta luttakandi kórið á NACF-stevnuni er Langholtskirkjukórið úr Reykjavík, sum telur seksti sangarar. Kórið, sum tann í Føroyum so væl kendi Jón Stefánsson stjórnar, var upprunaliga kirkjukór burturav, men legði fyri 20 árum síðan á tann bógv bæði at hava kirkjutænastu og konsertvirksemi sum sítt stavnhald. Umframt konsertferðir kring um í Íslandi hevur kórið eisini ferðast uttan-lands til Eysturríkis, Italiu, Ísraels og Onglands, har serliga minnirík var ferðin til London, tá kórið saman við English Chamber Orchestra framførdi sjálva H-moll Messuna eftir J. S. Bach í gitnu konserthøllini Barbican Centre. Við í íslendska ferðaliðinum er ein hin kendasti komponisturin í Íslandi í dag. Tað er Þorkell Sigurbjørnsson, sum í heyst fyllir seksti ár, og sum Langholtskirkjukórið ynskir at heiðra á hendan hátt við at hava hann sum heiðursgest við á ferðini og í teirra sangskrá at halda seg til kórtónleik eftir hendan margbroytta tónlistamann, sum hevur lagt yvir 300 tónaverk úr hondum frá einføldum barnaløgum upp í kór- og symfonisk verk. Þorkell Sigurbjørnsson hevur útbúgvið seg og virkað í londum víða hvar í Europa, í USA og aðrastaðni í heiminum. Í starvi sínum innan ríkisútvarpið hevur hann havt serliga týdning fyri kunning um nútíðar tónlist. Þorkell hevur verið formaður í Tónskáldafélagi Íslands og er nevndarlimur í kongliga svenska tónlistar-akademiinum.