Føroysk tíðindatænasta og vallyftir

Vit, ið balast á fjarleiðum, ein stóran part av árinum gleðast altíð yvir, at hoyra nýggjheitir heimaífrá, tað verður seg frá skilfólkið, sjónvarpið og útvarpið. Hetta fløvir og stimbrar í dagligdegnum.

Sjónvarpið: Sjónbondini við degi og viku o.a. føroyskar sendingar eru sera áhugaverdar, men vit duga ikki at síggja nakra meining í, at sendingar sum Fimla og vikugamlir Gekkar, skulu fylla ein stóran part av tilfarinum, ið sent verður.

Útvarpið: Útvarp Føroya er helst tann mest fjølbroytta útvarpsstøð í heiminum, men tey tíðindi, ið verða send á fax, eina ferð um vikuna, eru sera turr og einstáttaði. Tað seinnu tíðina hevur bankamálið og okkurt annað turt mál fylt 80 procent av tilfarinum. Hetta førir við sær, at teir flestu bert skeita í hesi tíðindi, áðrenn teir blaka tey frá sær.

Tað, ið ynskt verður, eru stutt heimatíðindi har ímillum veðurlagið, fiskiskapur, fiskaprísir, ítróttarúrslit o.a. Bygdanavn manglar sum oftast í andlátsyvirlitinum.


Vallyftir

Nú er nakað síðani, at fólkatings/ og løgtingsvalið fór aftur um bak. Tað hava helst ongantíð áður verið givin so nógv tóm vallyftir sum hsaferð.

Vit hava hugt væl at sjónbondum við valsendingm, og bløðini hava verið gjølla lisin.

Tað er eitt orðatak, ið sigur, at ein statsmaður hugsar um komandi ættarlið, meðan ein politikkari hugsar bert um komandi val.

Tað er eisini eitt annað orðatak, ið sigur, at marknaðarføra ein politikkara sum ein havragrýnspakka, er ein stór háðan ímóti demokratiinum.

Henad cylicon kenda amerikaniseraða valpropaganda sær út til at hava gyltar dagar í føroyskum politikki.

Her eru nøkur mál, ið settu dám á valpropagandaina.

1. Man skal stilla krøv um líkt og ólíkt, sum ikki hevur nakað sum helst grundarlag í veruleikanum. Ítøkiligar skilaloysnir, á teimum ymsu málsøkjunum, eru ringar at fáa eyga á.

2. Pensionistarnir verða brúktir sum kastibløkur og hildnir fyri tað turrasta spott, við følskum vallyftum. Á henda hátt kunnu politikkarnir tokkast hesum ættarbólki og harvið fáa teirra atkvøður.

Hví ikki gevast við hesum uttanumtosinum, men her og nú syrgja fyri at gera lívskvøldið hjá hesum ættarliðið so høgligt sum gjørligt, tí sum orðatakið sigur, betur er handatak manni livandi, enn lov tá ið látin er. (Giv mig en blomst mens jeg lever).

Tit kunnu byrja við at gera pensiónina skattafríða, allur bati bøtur.

Skal tann vanligi borgarin vinna nakrar sum helst sømdir í samfelagnum, skal honum feila okkurt, ella latast sum um tú hevur okkurt brek, hann skal tvingast at hanga uppi í tí sosialu boppuni, sum stórur partur av føroya fólki eru gjørdir trælir av. Orðatakið hjá Kenney forseta, spyr ikki hvat lan títt kann gera fyri teg, men spyr heldur hvat tú kann gera fyri land títt, er burturdottið úr tí føroyska orðaskiftinum og hugaheiminum.

4. Fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum Dia Højgaard sáli, tók einaferð soleiðis til, at ein fiskimaður skuldi iki hava lon, men eina úrtøku burtur úr tí hann veiddi. Orðið úrtøka sær eisini út til at verða burturdottið, nú snýr alt seg um lonir, um tú gert nakað til nyttu ella ikki. Tað er líka mikið.

Um føroyingum skal verða lív lagað, so má hugburðurin broytast. Fiskurin er í sjónum, ein gáva frá skaparans hond. Henda gáva er tað vit skulu liva av. Vinnutøl á sjógvi og landi skulu útbyggjast, so tey eru tíðarhóskandi. Í Løtuni eru vit afturúrsigldir á flestu økjum, ikki minst tá tað snýr seg um vørumenning. Her verða vit sammett við lond í 3. heiminum. Tá ið vit eru komnir uppaftur á tað støði, har vit hoyra heima, skuldi tað ikki verið nakrir trupulleikar hjá politikkarum at hildið ein part av tí teir hava lovað. Í øllum førum livilig kor fyri tey minni mentu og pensionistar.


Fiskimenm á fjarleiðum