Várharra altíð rationerað nógv við, eisini í Føroyum. Henda gávan hevur í serligan mun skortað á føroyska parnassinum, og ger tað kanska allarmest í dag. Summir vilja í dag taka málið frá fólki og patentera [...] Brú er nú ein institutión! Teir skullu nú báðir gerast salonfähig eisini hjá fyrrverandi herviligum andstøðingum. Hvussu kvalir borgaraskapið ein fyrrverandi fígginda? Jú, tað er einfalt: - Í sukursleiskari [...] táið hálvørir tjóðveldisgarpar í 1959 brutalt skræddu vinmann hansara, javnaðarmannin Poul Petersen, lærarafelagsformann niður av røðarapalli í kommunuskúlagarðinum í Havn bara tí, at hann vildi brúka
droyma okkum burtur í fremmand lond. Ella vit spældu »Korn« við garðin hjá Dunga Betty, bygdu hús úr sandi ella leitaðu eftir »leika« í ánni og goymdu hesi fínu postalínsbrotini í hjallinum. Inni hjá Miu [...] og síðani missir tað, tað er sum ein partur fer av tær sjálvum. Vit gingu í flokki saman og nutu fyrstu ungdómstíðina saman. Síðani kom vaksnamannalívið og vit fóru í hvør sína ætt. Sambandið mistu vit [...] Elisabeth til seinasta hvíldarstað hennara, og vøkru orðini hjá presti í kirkjuni fara ikki frá mær. Tað er so, at tú saknar orð í slíkum stundum. Eg fari tó at royna at siga eitt sindur um systkinabarn
Oljuleiting Hósdagin 20. september kann gerast ein týðandi dagur í føroyskari oljusøgu. Henda dagin var eitt føroyskt oljufelag fyri fyrstu ferð við til at seta borin í føroysku undirgrundina. Atlants Kolvetni [...] partur ? við í oljusamtakinum ?The Faroes Partnership?, sum nú er farið undir triðju boringina á landgrunninum, eftir Statol og BP. Operatørfelag í hesi triðju boringini er Amerada Hess, sum nú í fleiri ár [...] og greitt. Talan er um ein sera stóran struktur, helst á stórum dýpi, sum kann goyma ein elefant, ið á oljumáli er eitt stórt oljufelt sum eitt nú Schiehallion. Serfrøðingar í oljuleiting eru rættiliga
liggja nátt í Oynni, tá ið teir loystu frá landi í Hvalba í dýrdarveðri tíðliga mikumorgunin. Tilsamans vóru 34 mans uppi í oynni og tað er nakað lítið, tí tað er nógv og tungt arbeiði at gera. Tá í teir komu [...] spentir uppá at fara í Lítlu Dìmun eftir slakti. Í ár var spenningurin serliga stórur og tað av tveimum orsøkum: Onnur orsøkin var, at fyri veður eydnaðist tað ongantíð í fjør at sleppa í Oynna, sum Lítla [...] Lítla Dímun verður nevnd á mannamunni í Hvalba og í Sandvík. Hin orsøkin er, at tað nú er so nógvur vargur í Oynni, at teir hava sett sær fyri at fáa tiknan av og at fáa nýtt slag sett út. Tí høvdu teir gjørt
urin tann triði í fimm kappingarár. Tær vunnu í 1997, í fjør og aftur í ár. At ein stórur partur av spælarunum hevur spælt í fleiri ár og framvegis er eldhugaður og leggur nógv fyri í venjing og dystum [...] apin. Lyklaspælararnir Í fleiri feløgum hevur í summar verið at hoyrt um nógvar útskiftingar í kvinnufótbóltinum, og í fleiri av liðunum, sum hava tikið lut í bestu deildini, hava spælararnir verið heilt [...] Leygardagin var stórur dagur hjá fótbóltskvinnunum í Klaksvík. Í síðsta dystinum fingu tær onga mótstøðu frá HB. KÍ vann 11?1, men onkur var kanska eitt sindur kløkkur í fyrsta minuttinum. Tá fekk KÍ
Hin 27. september var ein stórur dagur úti á Sevmýri, henda dag fylti Albinius Johannesen 90 ar. Tað at hann nú í nógv ár hevur búð á Sevmýri er væl skiljandi, tí støðufastari áskoðara hjá TB bæði til [...] minnist ikki tá hann javnan tók harmonikuna fram, og var hetta ein háttur at lætta sinni eftir ein mangan tungan og strævnan dag. Tá ein fær loyvi at liva so leingi, og vera so byrgur sum hann er, tá leita [...] og enntá sum høvuðsstuðlar á landsliðið okkara. Eisini eigur hann langabbadøtur ið gera seg galdandi í fremstu røð innan sveimjingina,bæði innanlands og til oyggjaleikar. Tá hann var ungur, vóru ikki umstøður
nevnt Yvirtøkulógirnar. Í Javnaðarflokkinum vóru vit so heppin, at hetta orðaskifti í stóran mun kom at snúgvar seg um valuppleggið, sum Javnaðarflokkurin samtykti á landsfundinum í Vestmanna. Framsøgumaður [...] serligur í Fólkaflokkinum. Lutvíst skal hon vera "sosiala andlit" floksins og lutvíst er hon týðuliga krúnprinsessan í Fólkaflokkinum. Hon er greitt set á uppalingarbonkin hjá gráu eminensunum í flokkinum [...] ður Tjóðveldisfloksins og formaðurin í uttanlandsnevndini legði fyri. So at siga øll hansara røða var ein súr illsinnisviðmerking um okkara valupplegg. Um, hvussu dýrt og oyðileggjandi tað er. Um, hvussu
henda vakra týsmorgunin, hvussu stóran týdning hesin dagur fór at fáa fyri Føroya framtíð: Týsdagurin 6. oktober 1992. Í Sjóvinnubankanum í Húsagøtu í Havn varð reikað fyri stórari móttøku, tí hendan dagin [...] oktober 1992 er ein hornasteinur ? ikki bara í svárastu kreppu føroyinga í nýggjari tíð ? út frá honum skaptist nýggja politiska grundarlagið hjá einum flokki, sum frá at verða komin í eina »Gamla Sjá [...] fólkum høvdu sitið í forsætismálaráðnum hjá Poul Schlüter og samráðst um at bjarga Sjóvinnubankanum, sum var komin í fíggjarligt óføri. Skelkur ? Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað í gjár frættist, at
ár liðin, síðani Eiðis kirkja varð vígd. Hetta má sigast at vera ein søguligur dagur í bygd okkara. Kirkjan er tann bygningur, sum á ein serligan hátt setir sín dám á bygdarlívið, kirkjan er andaliga heim [...] vit koma saman um orðið, bæði í gleði og sorg. Tað hevur altíð ligið djúpt í fólki okkara at hava virðing fyri tí, ið heilagt er, tað veri seg á sjógvi ella landi, í bjørgum, í skorðum, eftir seyði, fugli [...] sami, soleiðis sum skrivað stendur í Hebr. 13,8. Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. Hvønn týdning hevur so kirkjan fyri hvønn einstakan av okkum í dag? Stendur hon bara sum eitt
loysa ein av verstu heilsutrupulleikum í fólki okkara. Null-hugsjónin er ein skilvís fylgja av ferðslutrygdarendamáli tjóðarinnar um, at tølini á teimum, ið doyggja ella verða álvarsliga skadd í ferðsluni [...] hesum stevnumiði er tí tann, at, sum árini ganga, skal einaferð rísa tann dagur, at einki menniskja skal doyggja ella verða skatt í ferðsluni. Spurningurin er tí, á hvørjum øðrum øki vit høvdu góðtikið eina [...] vanlukkur henda á vegum okkara. Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvardsen, starvsnevndarformanni í RFF