Prinsessulótir

Samgongan heldur uppá, at Føroyar hava ikki ráð at taka sær av teim gomlu og veiku

 

Herfyri hevði Løgtingið orðaskifti um paraduuppskot landsstýrisins, har knæfallið fyri heimastýrislógini verður staðfest., nevnt Yvirtøkulógirnar. Í Javnaðarflokkinum vóru vit so heppin, at hetta orðaskifti í stóran mun kom at snúgvar seg um valuppleggið, sum Javnaðarflokkurin samtykti á landsfundinum í Vestmanna.

Framsøgumaður Tjóðveldisfloksins og formaðurin í uttanlandsnevndini legði fyri. So at siga øll hansara røða var ein súr illsinnisviðmerking um okkara valupplegg. Um, hvussu dýrt og oyðileggjandi tað er. Um, hvussu Javnaðarflokkurin roynir at sabotera loysingina, tí vit vilja hækka pensjónirnar. Um, hvussu loysingarfíggindaligt tað er, at Javnaðarflokkurin vil byggja minst 160 ellis- og røktarheimspláss í komandi valskeiði. Um, hvussu undirgravandi tað er, at Javnaðarflokkurin vil betra heimarøktina, skúlaverkið og heilsuverk-ið. Framsøgumaður Tjóðveldisfloksins eigur tøkk uppibornað fyri, at hann á henda hátt var við til at venda hesum orðaskifti til at snúgva seg um valuppleggið hjá Javnaðarflokkinum, heldur enn sjálvsmótsigandi og illusorisku yvirtøkulógirnar hjá samgonguni.


Trúnfylgjari á pall

Sum dagur leið, komu alt fleiri samgonguumboð á pall og kunngjørdu, at við teirra politikki vóru ikki ráð at fremja tær ábøtur, sum Javnaðarflokkurin vil.

Ein teirra var Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum. Hon ásannaði, at korini hjá teim gomlu og veiku vóru út av lagi. Og hon vildi "virkuliga ynskt" at bøtt kundi verið um hetta. Men, vísti hon á, um ellis- og røktarheimsplássini blivu bygd, so høvdu vit ikki megna at goldi fyri raksturin. So hon kundi heldur ikki taka undir við at fremja hesar ábøtur. Segði nakar kynisma?

Tað er vert at leggja merki til at tað var Rúna Sivertsen, sum boðaði frá hesu. Tí hennara leiklutur er serligur í Fólkaflokkinum. Lutvíst skal hon vera "sosiala andlit" floksins og lutvíst er hon týðuliga krúnprinsessan í Fólkaflokkinum. Hon er greitt set á uppalingarbonkin hjá gráu eminensunum í flokkinum at verða eitt møguligt leiðaraevni. Sum slík er tað eisini hennara uppgáva at verða tann, sum meldar út, tá leiðari floksins annars ikki kann.

Sostatt hevur eisini Fólkaflokkurin greitt boðað frá, at hann heldur fast um, at samfelagið skal frásiga sær alla ábyrgd fyri teim veiku í okkara samfelag.

Ikki tí, hetta kemur ikki óvart á okkum. Men var nakar, ið hevði latið seg tøla av retorikkinum, so má nú allur ivi verða burtur: Fólkaflokkurin tvíheldur um trælanýpupolitikkin.


Moyrt kitt

Støðu sjálvstýrisfloksins er ikki neyðugt at viðgera. Nóg mikið at minna á orðini hjá landsstýrismanninum um at stendur valið ímillum valferð og loysing, velja tey loysing.