Eiðis kirkja 120 ár

Ein seinkað kvøða til Eiðis kirkju á 120 ára degnum 18. september 2001

 

Fyri viku síðani, týsdagin 18. september 2001, vóru 120 ár liðin, síðani Eiðis kirkja varð vígd. Hetta má sigast at vera ein søguligur dagur í bygd okkara. Kirkjan er tann bygningur, sum á ein serligan hátt setir sín dám á bygdarlívið, kirkjan er andaliga heim okkara, har koma vit saman fyri at hoyra hvat Gud hevur at siga okkum hvørja ferð vit koma saman um orðið, bæði í gleði og sorg.

Tað hevur altíð ligið djúpt í fólki okkara at hava virðing fyri tí, ið heilagt er, tað veri seg á sjógvi ella landi, í bjørgum, í skorðum, eftir seyði, fugli, fiski ella grind. Alt hetta, sum eg her havi nevnt, varð gjørt fyri at lívbjarga sær og sínum í gerandisdegnum.

Umframt at hetta er bæði gagnligt og gott, so er hetta okkara mentan, eisini í dag. Men vit mega viðganga, at her er nógv broytt á øllum økjum tey seinastu árini. Men hóast hesa broyting, so er Gud við Jesusi Kristi tann sami, soleiðis sum skrivað stendur í Hebr. 13,8. Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.

Hvønn týdning hevur so kirkjan fyri hvønn einstakan av okkum í dag? Stendur hon bara sum eitt bygdarprýði, ella er hon bygningurin, sum savnar bygdarfólkið saman tá kirkjuklokkan kallar. Kirkjuklokkan er sanniliga eisini eitt amboð, sum Gud brúkar í tænastu síni; latum okkum tí takka Gud fyri, at vit í kirkjum okkara hava bæði klokkarar, deknar og urguleikarar, sum við gleði og ágrýtni gera henda týðandi gerning í Guds ríkis víngarði, soleiðis at Jesus verður neyðugur í lívi okkara, neyðugur fyri okkum øll, bæði stór og smá. Prædikustólurin, lesipulturin, minnir okkum á tað skrivaða orðið, sum verður prædikað av presti, dekni, sum lesur prædikur, sum ymiskir prestar hava skrivað okkum til lærdóms í kristinlívi okkara.

Doypifundurin, sum minnir okkum á at ein dag vóru vit borin til dópin, ja, longu á lívsins morgni vóru vit løgd í Guds almáttugu sterku hond, og har ljóðaðu hesi lívsælu orðini yvir okkum: »Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navn faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda«.

Altarborðið stendur har og vit verða øll boðin við til at eta Jesu likam og drekka hansara blóð til áminningar um at hann, sum læt lívið fyri okkum og stóð upp úr grøvini páskamorgun, hann er til staðar okkara millum, har sum orðið verður prædikað, børnini verða doypt, likam hansara verður etið, blóð hansara verður drukkið (breyð og vín).

Eg vil her undirstrika hvønn týdning hetta hevur havt og framvegis hevur fyri meg og mítt kristinlív. Hettta er kjarnin í kristindóminum, at Jesus verður neyðugur í lívi okkara.

Lat tað tí beinanvegin verða sagt, at kirkja og missión hoyra saman, at kirkja, sum ikki drívur missión, er ikki nøkur kirkja. Latum okkum tí gera brúk av kirkjuni sum andaliga heim okkara, og har ígjøgnum fáa ta somu andaligu føði, sum okkara forfedrar hava fingið gjøgnum øldir í bygd okkara og víða hvar um land okkara.

Eg vil tí til endans ynskja Guds signing yvir kirkju okkara og biðja um at Gud má senda okkum eina veking, soleiðis at bygdarfólk okkara hoyrir kirkjuklokkuna og gongur kirkjuvegin, sum forfedrar okkara hava gjørt undan okkum. Gud signi tykkum, sum gera tænastu innan kirkju okkara.


Kjartan Stakksund