Føroyingar bora nú eftir olju

Hósdagin ?spuddaði? ? setti Sovereign Explorer fyri aðru ferð í heyst borin í føroysku undirgrundina. Hesaferð fyri samtakið ?Faroes Partnership? við Amerada Hess sum operatøri ? fyristøðufelag ? og við tí føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni sum ein av partnarunum.

 

 

Oljuleiting

 

 

 

Hósdagin 20. september kann gerast ein týðandi dagur í føroyskari oljusøgu. Henda dagin var eitt føroyskt oljufelag fyri fyrstu ferð við til at seta borin í føroysku undirgrundina. Atlants Kolvetni, eisini kent undir heitinum Atlantic Petroleum, er ? hóast bert evarska lítil partur ? við í oljusamtakinum ?The Faroes Partnership?, sum nú er farið undir triðju boringina á landgrunninum, eftir Statol og BP. Operatørfelag í hesi triðju boringini er Amerada Hess, sum nú í fleiri ár hevur havt skrivstovu í Havn og hevur fyrireikað seg til hesa fyrstu boringina. Hini útlendsku feløgini í samtakinum eru Dong og British Gas, so talan er um eitt fleirtjóða samtak við einum føroyskum, einum donskum, einum bretskum og einum amerikonskum oljufelag, ið eru við í hesi rættiliga spennandi boringini.

 

 

 

Ben Arabo, stjóri hjá Amerada Hess í Føroyum sigur, alt hevur gingið sum ætlað og er hann sera fegin um, at teir nú hava fingið byrjan á. Tað er serstakliga týdningarmikið við góðum veðri í tí mest avgerandi partinum av boringini, tá akkerini skulu fáast uppá pláss og borurin setast í.

 

 

 

Boripallurin Sovereign Exploerer, sum verður leigaður frá heimsins størsta borifelag, Transocean, kom tíðliga í vikuni á boristaðið Marjun skamt frá markinum. Hann var togaður frá boristaðnum hjá Statoil longur norðuri. Ikki færri enn fýra stór supplyskip, teirra millum tveir sera væl útgjørdir Mærskbátar tóku sær av ankringini av pallinum.

 

 

 

Boringin av Marjunbrunninum er mett at taka einar tveir mánaðir. Tvs. at vit fáa neyvan nakað at vita um úrslitið av boringini fyrr enn í einaferð í november mánað. Sosialurin skilur, at Amerada Hess skal bora á leið 4000 metrar ella nakað stytri enn Statoil. Tað er ikki møguliga at fáa upplýst, hvussu mong mál eru á veg niður eftir og hvar tey eru. Men tað skilst, at Amerada Hess hevur gjørt eitt sera neyvt og stórt forarbeiði og at høvuðsmálið er sera vældefinerað og greitt. Talan er um ein sera stóran struktur, helst á stórum dýpi, sum kann goyma ein elefant, ið á oljumáli er eitt stórt oljufelt sum eitt nú Schiehallion.

 

 

 

Serfrøðingar í oljuleiting eru rættiliga bjartskygdir um boringina hjá Amerada Hess samtakinum. Hóast Statoil ikki fann olju, og tað eftir øllum at døma er nógv, sum bendir á, at BP heldur ikki hevur funnið nakað nevnivert, so eru boðini uppá eitt stórt fund í Marjunbrunninum rættiliga høg. Víst verður á, at brunnurin liggur tættari oljufeltunum í bretskum øki, hann er longri burtur frá basaltfláum og sillum í føroyskum øki, og málið, sum Amerada Hess fer eftir, er eisini av øðrum slag enn tey hjá bæði Statoil og BP. Herfyri segði royndi norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang við Sosialin, at eitt oljufund eigur at verða gjørt í einum av teimum trimum brunnunum, sum verða boraðir í ár. Hann metti eisini júst møguleikarnar í teiginum hjá Amerada Hess at verða góðar. Hóast oljufeløg arbeiða við ymsum leitimodellum og hava ymiskar metingar og meiningar um møgulig oljufelt, so vilja flestu jarðfrøðingar og geofysikarar, sum blaðið hevur tosað við og sum hava hollan kunnleika til føroysku undirgrundina, vera við, at besta boð uppá eitt oljufund í hesum trimum fyrstu boringunum er tað hjá Amerada Hess.

 

 

 

Umleið 7 føroyingar eru við Sovereign Explorer, nú hann er farin undir sína aðru boring í føroyskum øki. Flestu teirra arbeiða í galluni og við reingerð. Harumframt er eisini ein sjúkrasystur umborð. Føroysk heilsøla letur eisini allan proviantin til hesa tveir mánaðar drúgvu verkætlanina.

 

 

 

Nú triðja boringin á landgrunninum er farin í gongd eru tað helst mong, sum spyrja, hvussu man gangast hjá BP og Shell. Tað einasta vit vita við vissu er, at tað framvegis verður borað. Sunnudagin eru tveir mánaðir síðani, at West Navion setti borin í. Vanliga verður sagt, at ?No news are good news?. Í hesum førinum er møguleiki fyri at vit fara at sanna tað øvugta, nevniliga at ?No news are bad news?. Tó so ? keldur vilja vera við, at tað, sum BP er komið fram á er áhugavert ? góð oljuspor, sum kunnu hava stóran týdning fyri víðari leitingina í Gullhorninum og harvið vónirnar til at gera fund í hesum øki fyrr ella seinni.