Albinius Johannesen, Tvøroyri 90 ár

Hin 27. september var ein stórur dagur úti á Sevmýri, henda dag fylti Albinius Johannesen 90 ar.

 

Hin 27. september var ein stórur dagur úti á Sevmýri, henda dag fylti Albinius Johannesen 90 ar.

Tað at hann nú í nógv ár hevur búð á Sevmýri er væl skiljandi, tí støðufastari áskoðara hjá TB bæði til dystar og venjingar tann tíð tað var skal leingi leitast eftir, og er hetta heldur ikki løgið, tá hugsað verður um, at bæði synir og abbasynir hava verið trúgvir TB spælarar og enntá sum høvuðsstuðlar á landsliðið okkara.

Eisini eigur hann langabbadøtur ið gera seg galdandi í fremstu røð innan sveimjingina,bæði innanlands og til oyggjaleikar.

Tá hann var ungur, vóru ikki umstøður hjá honum at luttaka á fótbótlsvøllinum, tá Albinius hevur verið sjómaður alt sítt lív. Og vit sum kenna umstøðurnar minnast frøðina, tá dekksbáturin »Kunoy« kom inn eftir fjørðinum, tá setti hesin útróðrarmaðurin fótin á egið dekk.

Eitt, ið hevur eyðkent Albinius er hansara altíð lætta lyndi, ja hvør minnist ikki tá hann javnan tók harmonikuna fram, og var hetta ein háttur at lætta sinni eftir ein mangan tungan og strævnan dag.

Tá ein fær loyvi at liva so leingi, og vera so byrgur sum hann er, tá leita tankarnir til hann sum øllum ræður.

Eitt so langt lív vil altíð innihalda bæði gleði og sorg, tí eisini hevur sorgin vitjað, men tí var vunnið á, tí undir lið hansara hevur hann haft konuna Karolinu, og hevur hon verið honum ein stórur stuðul nú tey hava haft gullbrúdleyp.

Men at Albinius hevur búð á Sevmýri er rætt, tó má ikki gloymast at hann er VALARI av rætta slagnum, og sum slíkur støðufastur politiskt, sum granni og vinur, ynski eg tykkum eitt blítt lívskvøld.


Sverre