áðrenn hesa bókaútgávuna, hevur hann ikki hugsað nógv um Madonnu, men tað var hugtakandi at uppliva, hvussu stórur áhugin var fyri hennara persóni. Alt snúði seg um hana. ? Áðrenn hon kom, varð nógv prátað [...] upp á hana. Hon spurdi, hvussu føroyskt mál var, og eg royndi sum frægast at greiða frá. ? So bað hon meg siga okkurt á føroyskum; tað gjørdi eg, og síðan var liðugt at taka mynd av okkum og næsti skuldi [...] mánadagin, bjóðaði Gallaway forlagið til gardenparty saman við Madonnu, har sjampanja og pinnamatur var boðið. Men hóast hon onkuntíð bara stóð ein metur frá, so bar ikki til at koma beinleiðis í prát við
rgaard. Hann sigur at landsstýrismálanevndin segði í niðurstøðuni um Jògvan S, at tað var sera ivasamt um tað var lógligt at loyva Jógvan S inn aftur í flotan aftur, eftir at ein ræðisavmarking varð skrásett [...] Men tá hendi tað, at hann varð keyptur aftur og fekk navnið Rasmus Effersøe. ? Niðurstøðan var, at tað var líka mikið um Snoddið varð keyptur ella okkurt annað skip, sum líktist honum, bara reiðarin hevði [...] at vita, hvør tingsins vilji er. Jacob Vestergaard sigur, at eitt annað mál, sum líkist hesum er, var málið um Rasmus Effersøe. Rasmus Effersøe er Snoddið, sum fór úr flotanum og summi hildu, at so kundi
heimadystirnir eru endaðir við tapi. TB var frammanfyri tvær ferðir leygardagin, men hóast leiðslurnar megnaðu teir ikki at vinna avgerandi dystin. Eins og seinast TB var á heimavølli fóru trý mál ígjøgnum [...] fyrsta málið javnaði Petur Hammer. Bergur Djurhuus sendi eitt hornaspark innfyri, og Petur Hammer var fyrst á bóltinum við aftaru stong og fekk beint hann í málið. NSÍ liðið fekk blóð á tonna eftir málið [...] spurdist einki burturúr. Ístaðin vóru tað tvørámenn, sum vóru vandamiklari frammanfyri málið. Aftur var tað Jón Johannesen, sum stóð fyri málinum. Hann gjørdist púra leysur í brotsteiginum, og ivaðist ikki
AUGUST var hendingarríkur, tá tað um nýggju og komandi frálandavinnuna umræður. Tá vórðu fyrstu loyvini at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum latin á samkomu í Norðurlandahúsinum. Og tá [...] oyggin átti at fáa ein týðandi leiklut í hesi nýggju vinnu. Meiriluti varð tó ikki fyri hesum. Ístaðin var samtykt at heita á vinnuna um eisini at leggja virksemi út kring landið. ANDSTØÐAN á tingi vildi eisini [...] gera so formenninir í báðum teimum stóru andtøðuflokkunum aftur vart við hetta mál og siga, at tað var eitt stórt mistak, sum landsstýrið gjørdi, tá tað ikki tók almennu luttøkuna longu frá byrjan í størri
at hoyra hvat íslendski mentamálaráðharrin hevði at bera fram, hóast høllin verri enn so var fullsett. Dagurin var kanska heldur ikki tann besti og tíðspunkti heldur ikki. Men tey, sum møttu fingu ein sera [...] Tá Signar á Brúnni var í Íslandi og vitjaði íslendska starvsbróður sín, Bjørn Bjarnason beyð hann honum at koma til Føroya á almenna vitjan. Og ikki kann sigast annað enn, at hann hevur gjørt skjótt av [...] ein mánað eftir vitjan Signars í Íslandi kom hann til Føroya. Vitjan íslendska mentamálaráðharrans var løgd soleiðis til rættis, at hann sunnudagin helt ein almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum undir
hevur so mangur maður roynt, og nú er royndin komin til Toda Jónsson. Tá sviin Kent Karlsson var venjari í FCK, var Todi Jónsson mettur at vera fyrsta valið til álopsplássini. Venjarin noyddist at fara heim [...] stríðnum í London, so vísti tað seg ikki at bila, tá teir sunnudagin seinnapartin vóru í Herfølge. FCK var á odda 1-0 og 2-1, men Herfølge kom báðu ferðirnar afturíaftur, og tá teir stutt fyri leiklok javnaðu [...] hevði lagt afturat teimum 90 minuttunum eydnaðist tað Martini Nielsen, sum saman við Toda Jónsson var komin á vøllin í staðin fyri teir báðar, ið vóru fyrsta valið til álopsplássini og sum høvdu skorað
tíðin var búgvin til ítøkiliga verkætlan longu tá. Mett varð, at fyrst átti málið at verða viðgjørt við einum orðaskifti, har fleiri meiningar sluppu framat. Og tað var hetta orðaskifti, sum var á almennu [...] ella eitt barn. Stórur spurningur, sum ivaleyst fer at volda mongum manni høvuðbrýggj. Men hetta var støðið, lagt varð í fyrsta fyrilestrinum á arvagranskingarstevnuni í Norðurlandahúsinum í gjár. Formaðurin [...] tað, vit gera, kemur føroyingum til góðar.« Orðaskifti neyðugt Helena Dam á Neystabø segði, at tað var um ársskiftið, at málið um arvagransking tók seg upp. Landsstýrið heitti tá á Løgtingið um at játta
áttatiárunum var støðan øðrvísi, og tá fingu vit eisini fleiri nýggjar sjúkrabilar í eitt koyr. Men so seig kreppan samanum og játtanin til Landssjúkrahúsið varð skorin inn á bein. Ein avleiðingin var, at nógvar [...] íløgur til nýggj tól til Landssjúkrahúsið komu í drag. Og ein av hesum íløgum var tann til nýggjar sjúkrabilar. Men tað keðiliga var, at av tí, at so nógvir vórðu keyptir at kalla ísenn, blivu eisini allir [...] 150.000 km. Tað er væl yvir 5.000 km. um mánaðin. Í fjør varð eisini ein sjúkrabilur keyptur, hann var til sitandi sjúkraflutning, sum er ein rættiliga stórur partur av flutninginum m.a. á og av flogvøllinum
regluliga við liðnum. Týsdagin var venjing tvær ferðir, mikudagin einaferð, hósdagin høvdu teir frí, og í gjárkvøldið var so seinasta venjingin hesa vikuna ? og tað var eftir hesa venjingina, at John roknaði [...] herniðri eru ikki serliga høgir, sigur John. Umstøðurnar vóru ikki so góðar fyrr í vikuni. Tá var kalt, og vøllurin var frystur, men seinni er tað blivið eitt sindur heitari aftur, og vøllurin hevur verið betri
málið var so ógreitt og fløkt, at hon skrivaði ein lista við fleiri spurningurm, sum hon vildi hava landsstýrið at svara, áðrenn farið var víðari við málinum. Hann sigur, at eftir hansara meting var hetta [...] at fiskidagar vórðu fluttir ímillum bólkar teir seinastu tríggir mánaðirnar í fiskiárinum, tí semja var um, at dagarnir skuldu vektast ymiskt í teimum ymsu bólkunum. Chris Jan Michelsen sigur, at hetta er [...] manipulerar við nevndini. ? Tí hann viðgongur, at hann følir seg ikki sørt snýttan. Andras Kristiansen var tíverri ikki at hitta í gjár og fromaðurin í Skipanarnevndini, Kjartan Hoydal, er uttanlands, so haðani