Hetta er beinleiðis ósatt og nú krevji eg eina uppgerð

? Hetta er grov manipulatión. Og eg vil hava at vita, hvør stendur aftanfyri, sigur Chris Jan Michelsen. ? Tað ljóðar, sum tað eru vit, sum hava vælsignað hetta og tað er beinleiðis skeivt, sigur Árni Dam

? Hetta er beinleiðis ósatt. ? Tí Skipanarnevndin hevur onki við hetta málið um nýggja línubátin hjá vágamonnum at gera.

Báði Árni Dam og Chris Jan Michelsen, sum umboða vinnuna í Skipanarnevndini, eru fullkomiliga samdir um, at tað er beinleiðis skeivt, tá ið Andras Kristiansen í fiskivinnuumsitingini Landsstýrinum sigur fyri útvarpinum, at Skipanarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur ongar viðmerkingar havt.

Sum tað sæst á fleiri greinum í Sosialinum hesa vikuna, og á greinini omanfyri, hevur tað vakt øsing í fiskivinnuumhvørvinum, at vágamenn eru slopnir at innflyta ein norskan línubát til Føroyar undir teimum treytum, sum Landsstýrið hevur givið teimum.

Men í útvarpinum hóskvøldið gav Andras Kristiansen fólki tað fatan, at Skipanarnevndin hevði vælsignað ætlanina.

Hann segði, at Skipanarnevndin hevði viðgjørt málið og hevði ongar viðmerkingar havt.


Beinleiðis skeivt

Men hetta er beinleiðis skeivt, tí Skipanarnevndin hevur ikki viðgjørt málið og hevur tískil ikki úttalað seg um tað.

Tveir av nevndarlimunum í nevndini, Árni Dam og Chris Jan Michelsen avsanna báðir uppá tað allar harðasta, at Skipanarnevndin eigur nakran sum helst lut í hesum.

?Málið um Vest Freezer er ikki lagt fyri Skipanarnevndina sum einstakt mál.

? Tískil hava vit heldur ikki viðgjørt málið og vit hava tískil heldur ikki konfirmerað ætlanina, siga teir báðir.

Teir siga báðir, at Landsstýrið hevur biðið skipanarnevndina gera ein umrokningarfaktor fyri at vekta ein fiskidag hjá teimum ymsu bólkunum upp ímóti hvørjum øðrum tí at ein fiskidagur hjá einum útróðrarbáti er ikki tað sama sum ein fiskidagur hjá einum línubáti.

? Hetta skuldi gerast fyri ikki at økja veiðitrýstið.

? Men hendan viðgerðin er als ikki liðug enn, siga teir báðir.

? Vit eru mitt í viðgerðini og hava ikki latið Landsstýrinum nakað úrslit, sigur Chrisjan Michelsen.

? Vit vóru fyri so vítt samdir um eitt umrokningarprinsipp.

? Men hvussu fiskidagarnir í teimum ymsu bólkunum skuldi vektast upp ímóti hvørjum øðrum, vóru vit yvirhøvur ikki komnir á mál við, sigur Árni Dam.

Hann sigur tvørturímóti, at Skipanarnevndin helt, at málið var so ógreitt og fløkt, at hon skrivaði ein lista við fleiri spurningurm, sum hon vildi hava landsstýrið at svara, áðrenn farið var víðari við málinum.

Hann sigur, at eftir hansara meting var hetta málið lagt fyri Skipanarnevndina í sambandi við, at fiskidagar vórðu fluttir ímillum bólkar teir seinastu tríggir mánaðirnar í fiskiárinum, tí semja var um, at dagarnir skuldu vektast ymiskt í teimum ymsu bólkunum.

Chris Jan Michelsen sigur, at hetta er grov manipulatión av nevndini og hann krevur nú eina uppgerð at vita, hvat hendan manipulatiónin er farin fram, um tað er nevndarformaðurin, ella landsstýrið, sum manipulerar við nevndini.

? Tí hann viðgongur, at hann følir seg ikki sørt snýttan.

Andras Kristiansen var tíverri ikki at hitta í gjár og fromaðurin í Skipanarnevndini, Kjartan Hoydal, er uttanlands, so haðani hevur ikki borið til at fingið viðmerkingar.